mikudagur 14. desember 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 240 - 14. desember 2005
15
Jens Lisberg hevur
útgivið eina tvífløgu við
heitinum »Skýming«.
Týskvøldið í farnu
viku hevði Jens Lisberg
útgávu konsert í Miðla
húsinum. Fitt av fólki
komu til konsertina,
og Jens heldur at hølini
í Miðlahúsinum eru
perfekt til tílík tiltøk.
Sosialurin hitti Jens
Lisberg, og vit prátaðu
um konsertina, fløguna
og framtíðina
Konsert & útgáva
Rókur Jákupsson
rokur@sosialurin.fo
Serføroyskt kontri
Hví ger man eina fløgu
sum bara hevur gomul løg?
Jens greiðir frá at hetta er
nakað ið hann hevur havt
ætlanir um í rúma tíð. Ja, hví
fór eg undir at gera fløguna
“Sk‡ming? Eg haldi, at hetta
eru løg, sum fólk eru glað
fyri, og tí hevur tað leingi
verið uppá tal”, sigur Jens
við blaðmannin.
Løgini á fløguni eru upp
tikin yvir eitt langt tíðarskeið.
Tey fyrstu eru upptikin í 1983
og tey seinastu í 1990, so talan
er um eitt tíðarskeið ið hevur
upplivað ymisk tónleikalig
rák. Men hetta hoyrist ikki
so væl aftur á fløguni. Jens
Lisberg skrivar og spælir eitt
slag av tíðarleysum kontri
tónleiki, sum inniheldur okkurt
serføroyskt. Hetta serføroyska
hevur blaðmaðurin hug at
rópa fyri sjómanna popp/
kontri. Løg sum »Eg sjólívið
valdi« og »Tú dregur meg
sum ein magnetur« eru júst
hendan samanrenningin av
tónleikasløgum, sum ger
tónleikin hjá Jens Lisberg til
nakað serføroyskt.
Ongar nýggjar
innspælingar
Jens greiður frá, at tað hevur
ongantíð verið ætlanin at
spæla tey gomlu løgini inn
av nýggjum. Hetta kemst av,
at løgini skulu varðveita sín
samleika.
- Eg meti at tað er gott at
løgini eru í teirra uppruna
hami. Tað hava verið nógvir
ymiskir tónleikarar ið hava
spælt á teimum ymisku
løgunum, og eg vil gjarna
varðveita tí somu kensluna í
løgunum. Tí kemur tað ikki
uppá tal at spæla løgini inn av
nýggjum - tað er onkursvegna
meiri orginalt at hoyra løgini
sum tey altíð hava ljóðað. Av tí
at har eru heili 40 løg á fløguni,
er tað eyðsæð, at har er eitt
breitt úrval av tónleiki. Og tí
er tað eisini ótrúliga nógvur
ymiskur tónleikur á fløguni,
og eg vil ikki hava alt spælt inn
av nýggjum, tí so hevði allur
tónleikurin kanska ljóða ov
eins, greiðir Jens frá.
Hann metur annars at fløg
an er væl móttikin av fólki.
- Eg haldi at fólk eru glað
fyri fløguna. Eg havi hoyrt
onkur fólk rósa henni, men eg
havi ikki kannað sølutølini ella
nakað sovorðið. Í Føroyum
ger man ikki eina fløgu fyri
peningaligan vinning, sigur
Jens Lisberg.
Útgávukonsert
Fyri einari viku síðan hevði
Jens eina útgávukonsert
í Miðlahúsinum í Havn.
Hann fortelur mær, at hann
ongantíð áður hevur spælt
hesi løgini live.
- Eg veit ikki hví, men
eg havi aldrin spælt nakað
av hesum løgum live áður.
Eg havi líkasum ikki havt
møguleikan til tað. So tað
var eg ótrúliga spentur uppá.
Og tá ið eg so spældi tey
live, tá merkti eg at løgini
fingu nakað heilt annað, enn
eg eri vanur við. Saman við
mær spældu Kristian Blak
og Bergur Godtfred, og vit
góðu løgunum ein heilt
nýggjan ham, sigur Jens.
- Hetta gjørdist ein sera
hugnalig løta. Tað var virki
liga stuttligt at so nógv fólk
møttu upp til konsertina,
og tað vil eg gjarna takka
teimum fyri.
Hann er sera glaður fyri
konsertina í farnu viku.
Hann sigur, at hann heldur
at Miðlahúsið er ótrúliga væl
egna til tílík endamál.
- Miðlahúsið gevur einum
tílíkum tiltakið teir perfektu
karmarnar. Har er hugnaligt,
góður akustikkur og so er tað
heldur ikki ov stórt. Men
tað er týdningarmikið at
øll mentan sleppur inn í eitt
tílíkt stað. Bæði handaligt og
andaligt, vísur ein avgjørdur
Jens Lisberg á.
Framtíðin?
Prátið fellur á framtíðina, og
Jens er skjótur at taka orðið
upp. Hann fortelur mær at
vit ikki skulu rokna við, at
»Skýming« verður tað síðsta
ið vit hoyra frá Jens.
- Eg havi fleiri ætlanir fyri
framman. Eg vil fegin gera
minst eina fløgu afturat. Á
tí fløguni verður allarhelst
bara nýggjur tónleikur. Tað
havi eg vilja gjørt í langa tíð,
sigur hann.
Eisini fortelur Jens, at
hann fegin vil gera okkurt
til frama fyri vælgerandi
endamál.
- Eg havi ætlanir um at
skipa fyri onkrum tiltøkum,
har ið vinningurin fer til
vælgerandi endamál. Eg
havi longu práta við aðrar
tónleikarar um hetta, og tað
tykist sum um áhugi er til
staðar.
- Tónleikurin kann brúkast
til so nógv ymisk, sigur ein
heldur filosofiskur Jens Lis
berg.
- Tá ið eg var ungur, tá
høvdu vit onki sjónvarp.
Tá var tónleikurin tað sum
javnaldrarnir savnaðust
um, og hetta eri eg ótrúliga
glaður um í dag. Eg royni
eisini at eggja teimum ungu
til at gera tað sama, tí at
tónleikur er ótrúliga gevandi
fyri okkum menniskju, sigur
Jens Lisberg at enda.
Vit savnast um tónleikin
Serføroyskt í kontri-hami. Tað man vera ein av lýsingunum um Jens Lisberg. Í farnu viku hevði hann eina væl eydnaða
útgávukonsert í Miðlahúsinum
Mynd: Jan
Millum virkini í Ungt
Virki er Komplex, ið
menna eina skipan til
at kanna saldoina á tíni
bankakonto umvegis
fartelefonina.
Ungt Virki
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Í hesum døgum vísa bólkarnir
í Ungt Virki verkætlanini á
Føroya Handilsskúla. Virk
ini fevna breitt, har er alt
frá djóraframsýningum til
vísorðakøkur, frá rokkfløgum
til eina SMS skipan til at
kanna bankasaldoina við.
Á básinum hjá unga
virkinum
Komplex
– Text-Response hittu vit
fryntligu Rebekku Petersen
framleiðslustjóra.
Hon
greiddi okkum frá um
SMS-skipanina, ið tey hava
fingið hugskot til. Hetta er
ein skipan, har tú við einum
SMS boðum kann kanna
saldoina á tíni bankakonto.
Rebekka sigur, at bólkurin
hevur tosað við Elektron
um tøkniligu menningina
av skipanini. Menningin av
skipanini er komin heilt væl
áleiðis. Valið av Elektron sum
tøkniligum samstarvsfelaga
var fyrst og fremst orsakað
av tí trygdini, ið Elektron
er kent fyri at veita, sigur
Rebekka. Her er talan um
upplýsingar, ið skulu vera
tryggjaðir sera væl, og hetta
er eitt øki, ið Elektron hevur
serkunnleika á.
Mannagongdin er einføld.
Tú skrásetir teg í tínum
peningastovni og fært eitt
loyniorð
sendandi
við
posti, á sama hátt sum við
loynitølunum til FR-Kortið. Tú
fert síðan inn á heimasíðuna hjá
skipanini, og ritar teg inn á tína
brúkarasíðu. Har ber til at velja
tænastur. T.d. kanst tú velja at
fáa eini SMS boð sendandi
hvønn dag, hvørja ferð saldoin
fer um eina ávísa upphædd ella
hvørja ferð peningur verður
fluttur á kontoina.
Rebekka sigur, at møgu
leikarnir eru nógvir við
skipanini. Komplex hevur
sett seg í samband við
peningastovnarnir. Hesir
eru somuleiðis áhugaðir í
skipanini. Hon greiðir frá,
at ein av peningastovnunum
kemur at hyggja at skipanini
seinnapartin í dag.
Eingin í bólkinum er for
ritari, men hetta er ikki ein
trupulleiki. Tí tað er ikki tann
tøkniliga partin av skipanini,
ið Komplex tekur sær av. Tey
standa fyri hugskotsmenningini
og marknaðarføring av
skipanini.
Ungt Virki frá
teori til praksis
Rebekka heldur Ungt Virki
verkætlanina vera frálíka.
Hetta er ein møguleiki hjá
næmingunum at royna tað, ið
tey læra í hinum lærugreinunum
í praksis. Hetta læra vit nógv
av, sigur hon. Hon heldur tó
ikki, at tíðin, ið er sett av til
verkætlanina, er so góð, sum
hevði verið ynskiligt.
Hon sigur, at hetta var ikki
fyrsta hugskotið, ið tey fingu.
Áðrenn hetta hugskotið varð
valt, høvdu tey m.a. tosað
um føroyskt rabarbusúltutoy
og ein skepikjøtshaldara,
men hetta var jú gjørt áður.
Komplex eru Levi Hansen
(stjóri), Rebekka Petersen
(framleiðslustjóri), Óli Poulsen
(roknskaparleiðari) og Ann-
Rósa á Rógvu (Søluleiðari).
Rebekka Petersen er framleiðslustjóri í Komplex
Tín saldo umvegis fartelefonina