Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. desember 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 240 - 14. desember 2005 UTTAN ÚR HEIMI Kvinnurnar líða mest Ein nýggj frágreiðing staðfestir, at tað eru serliga kvinn­ ur­nar, sum líða aftan á eina stóra náttúruvanlukku. Kann­ ingin varð gjørd ímillum tær báðar stóru van­lukk­ur­nar tað seinasta árið, flóðalduna í Suðurasia og ódnina Kathrinu í New Orleans. Í frágreiðingini verður sagt, at aftan á slíkar vanlukkur verða nógvar kvinnur neyðtiknar, meðan aðrar eru fyri øðrum likamligum ágangi. Men tað vísir seg eisini, at kvinnurnar fáa ikki ta hjálp og ta viðgerð, sum teimum tørvar, og tær verða heldur ikki tiknar upp á ráð, tá skaðin av vanlukkuni skal rættast. -Vit vita, at kvinnur hava ofta trupult við at tryggja seg fíggjarliga, so tær hava til dagin og vegin, og kanning okkara vísir, at tær eru uppaftur verri fyri aftan á slíkar vanlukkur, sigur Kavita Ramdas hjá felagsskapinum Global Fund for Women, sum hevur skrivað frágreiðingina. Grundarlagið undir frágreiðingini er samrøður, sum felagsskapurin hevur havt við kvinnur í Indonesia, Sri Lanka, Teilandi, Guatemala, Pakistan og USA. Harumframt hava umboð fyri hjálparfelagsskapir sagt sína hugsan. Fekk lívlangt fongsul Eftir at hava hugsað seg um í samfullar átta tímar samdust nevningarnir í rættinum í avstralska býnum Darwin um at døma ein 47 ára gamlan mann sekan í at hava beint fyri einum bretskum ferðamanni og fyri at hava burturflutt unnustu hansara. Løtu seinni kunngjørdi dómarin, at drápsmaðurin skal sita í fongsli tað, sum er eftir av lívi hansara. Tilburðurin var í 2001. Undir rættarmálinum kom fram, at Bradley John Murdoch hevði steðgað teimum báðum ferðafólkunum, Peter Falconio og Joanne Lees, í øðimørkini ímillum býirnar Darwin og Adelaide. Eftir at hava skotið Peter bant hann Joanne, men tað eydnaðist henni at sleppa til rýmingar og at steðga einum lastbili, sum kom framvið, og sum koyrdi hana til løgregluna. Ikki færri enn 85 vitni vórðu avhoyrd í rættinum, men tað var frágreiðingin hjá Joanne Lees, sum feldi Bradley John Murdoch. Hinvegin er líkið av Peter Falconio ikki funnið enn. Løgreglan ivast ikki í, at drápsmaðurin jarðaði tað onkunstaðni í oyðimørkini, men hóast staðkendir og serkønir upprunamenn hava leitað víða, er líkið ongantíð funnið, skrivar AP. Óttast flogmýs og skriðdýr Í Noregi eru fólk farin at stúra fyri, at veðurlagsbroytingarnar skulu gera, at flogmýs við lívshættisligum sjúkum fara at koma til Noregs. Á landsheilsustovninum siga tey seg serliga bera ótta fyri, at flogmýs við sjúkuni rabies fara at breiða seg norðureftir, nú veðrið gerst altsamt lýggjari. Preben Otte­ sen á landsheildustovninum sigur við Dagsavisen, at flogmýs við lívshættisligum rabies eru longu komnar til Danmarkar, og so er ikki langt til Noregs. Eitt annað, sum norðmenn eisini stúra fyri, er tað lítla skiðdýrið, sum á donskum eitur „skovflåt“ og á norskum „skogflåt“. Hetta dýrið er longu komið til Noregs, og í fjør máttu 253 fólk á sjúkrahús, eftir at hetta lítla dýrið hevði bitið tey. Preben Ottesen sigur, at tilburðirnir verða uttan iva uppaftur fleiri, um dýrið breiðir seg inn ímóti býunum. Í Danmark noyðast fleiri fólk á sjúkrahús á hvørjum ári, eftir skovflåt-bit. Barnabók umhjúnarskilnað Tann 10 ára gamla bretska gentan Libby Rees kann um stutta tíð rópa seg rithøvund, eftir at forlagið Aultbea Publishing hevur játtað at geva út bók hennara, sum hevur fingið heitið „Hjálp, vón og eydna“. Í bókini skrivar Libby, hvussu børn kunnu bera seg at, tá tey verða nívd av mótburði. Hon skrivar av egnum royndum, tí foreldrini vórðu skild, tá Libby var seks ára gomul. Trý ár seinni setti hon seg at skriva sínar royndir, og nú er handritið liðugt, skrivar blaðið The Sun. Stjórin í Aultbea Publishing, Charles Faulkner, sigur við blaðið, at Libbe Rees hevur góð evni. Hon er tann yngsti, sum hevur fingið sáttmála við forlagið, men tað er ikki vist, at hennara fyrsta bók verður tann seinasta. So kanska fáa vit meiri frá Libby seinni. Tað, sum hendi svenska uttan­ríkis­ ráð­harran­um Onnu Lindh, skal ikki endurtaka seg Trygd Árni Joensen: fartekst@mail.dk Í september næsta ár verður rík­isdagsval í Svøríki. Roknað verður við einum rættiliga hørðum og hvass­ orð­aðum valstríði, og tí hevur trygdarløgreglan gjørt av at bjóða politikarunum betri verju. - Tey seinastu valstríðini hava verið rættiliga hørð. Hesaferð vænta vit, at valið verður rættiliga javnt, og at orðaskiftið um fleiri við­ kvom mál verður sera hvast, sigur kunningarstjórin hjá trygdartænastuni, Anders Thornberg, við Aftenposten. Ovasti hansara, Klas Bergenstrand, er samdur við honum: -Vit rokna við einum val­stríði, sum kann elva til sterkar kenslur, og tá er vandi fyri, at politikarar kunnu koma í eina spenta støðu, sigur hann. Trygdartænastan var fyri hvøssum atfinn­ing­ um, tá Anna Lindh, utt­an­ ríkisráðharri, bleiv myrd í Stockholm fyri góðum tveimum árum síðani, ser­ liga tí myndugleikarnir fleiri ferðir høvdu avsannað, at hon var í vanda. Tað elvdi til rumbul, og úr­slitið varð, at arbeiðið hjá trygdartænastuni bleiv umskipað, og at tænastan setti 40 mans at verja teir fremstu politikararnar. Men tað er ikki nóg mikið, nú val nærkast, og tí hevur trygdartænastan gjørt av at seta 120 mans afturat at verja politikarar og valevni, samstundis sum serfrøðingar skulu halda eygað við, hvørjir politikarar kunnu vera í vanda. Sambært svenskari lóg hevur trygdartænastan skyldu til at verja kongs­ húsið, stjórnina, ríkis­skriv­ arar, tingmenn og ávísar diplomatar. Tilsamans er talan um eini 400 fólk. Avgerðin hjá mynd­ ug­leikunum í Kali­ fornia at fullføra deyðadómin ímóti Stanley „Tookie“ Williams hevur fing­ið øði í nógvar amerikanarar og kann enda við ófriði USA Árni Joensen: fartekst@mail.dk Deyðarevsing hevur ofta elvt til kjak og mótmæli í USA, men tað er ikki sjálv revsingin, sum hevur fingið øði nógvar amerikanarar hesaferð. Nú kjakast fólk um, um tað var rætt at avrætta Stanley Williams, sum fekk eina eiturinnspræning í San Quentin-fongslinum í Kalifornia fyrramorgunin. Stanley Williams ella „Tookie“, sum hann vanliga varð róptur, var dømdur til deyða fyri fýra morð, sjálvt um hann alla tíðina helt uppá, at hann var ósekur. Í fongslinum valdi hann at skriva bøkur, sum ávaraðu ungar amerikanarar ímóti rús­evnum og harðskapi, og tað gjørdi hann til ein serligan brotsmann. Nú spyrja nógvir amerikanarar, um tað var rætt at fullføra deyðadómin, tá maðurin hevði lagt fortíðina aftur um seg og gjørdi alt fyri at ávara onnur ímóti harðskapi og rúsevnum og tí, sum tað kann hava við sær. Hevðio tað ikki verið rættari at broytt dómin til lívlangt fongsul, so hann kundi fingið møguleikan at ávara uppaftur fleiri, spyrja mong. Men Arnold Schwarzenegger, guvernørur, sum átti tað seinasta orðið, valdi at fullføra deyðadómin. Tað er eingin ivi um, at bøkurnar hjá „Tookie“ hava ávirkað nógvar ungar amerikanarar, tí sambært CNN siga mong, at tað eru hansara bøkur, sum hava fingið tey at halda seg burtur frá rúsevnum og harðskapi. - Hvat fáa vit burtur úr at avrætta „Tookie“? Jú, vit hava kvalt eina rødd, sum hjálpti ungdóminum, og so er tað heldur ikki vist, at hann yvirhøvur var sekur, segði ein av stuðlum hansara við CNN. Minst 2.000 fólk stóðu uttan fyri San Quentin- fongslið, tá „Tookie“ bleiv avrættaður, og mynd­ug­ leikarnir stúra nú fyri ófriði. Brotsmannalið í Kalifornia hava longu boðað frá, at tey fara at gera vart við seg. Avrætting kann elva til ófrið í USA Umleið 2.000 fólk mótmæltu uttan fyri fongslið, tá Stanley „Tookie“ Williams varð avrættaður Politikarar mugu verjast