mikudagur 14. desember 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 240 - 14. desember 2005
17
Kongurin vendir
aftur. King Kong er
ein titaniskur filmur
Filmummæli
Kim Simonsen
So vendi kongurin aftur,
King Kong og drotningin
hjá honum. Hendan Beauty
and the Beast søgan, ið er
leikstjórnað av Peter Jackson
(Ringana Harri), er nærum
ov nógv av tí góða. Hetta er
ein ”super-size” filmur við
fimm litrum av kola, sum
onkuntíð er for dramatiskur.
Filmurin er eisini óvanliga
langur, og hann megnar ikki
at halda áskoðaðan fangaðan
gjøgnum allan filmin. Tað
tekur t. d. yvir 70 minuttir
áðrenn vit síggja Kong.
Hin vegin er eingin ivi um,
at King Kong, fer at selja
nógv atgongumerki her á
jólum, kanska líka so nógv
sum Lord of the Rings og
filmurin Titanic.
Gamli filmurin ”Kong” frá
1933 var ein ein av teim stóru
filmunum frá 1930’unum.
Meiri enn fjøruti ár seinni, í
1976 kom ein onnur útgáva
av ævintýrinum um King
Kong, tá filmurin hjá Dino
De Laurentiis kom fram.
Tað hevur líksum leingi
verið boðað frammanundan,
at nú tá „The Lord of the
Rings“ maðurin Peter
Jackson hevur gjørt eina
2005 versión av King Kong,
so kunnu vit væntað okkum
tað villasta innan special
effects og action. Og her
heldur filmurin eisini, hvat
hann lovar. Her eru senur,
ið sjálvt ”special effects”
klassikarin Jurassic Park
ikki megnar at vísa okkum.
Í filminum er m. a. ein bar
dagi millum Kong og ein
bólk av 20 metur høgum
dynosaurum.
Tað sum eg haldi er mest
bergtakandi, er at síggja
stóru senurnar frá New
York í 1930’unum. Hetta er
so stórsligið, at vit ongantíð
hava sæð slíkt fyrr.
Tað er eisini nokso
spennandi at síggja Kong
fyri fyrstu ferð. Eg haldi,
at hendan gorillan í titanara
stødd, er hin best gjørda, í
mun til hinar filmarnar.
Hon líkist einari veruligari
gorillu, bert í ovurstødd.
Tað er eisini áhugavert, at
í hesi versiónini er Kong
hin seinasti av sínum slag,
hinar stóru apurnar eru
onkunsvegna útdeyðar, og
hann er nú einsamallur á
oynni og sansaleyst í øðini.
Eisini eru senurnar, har
Kong berjist við tríggjar
dinosaurar, ið eru í ferð
við at eta kvinnuliga høv
uðspersónin, spennandi og
væl gjørdar.
Við í filminum eru ótrú
ligar senur, ið koma at
skriva seg inní meiri kom
ersiellu filmsøguna, sum
t. d. tá ein heil gonga av
Brontosaurusum eru farnir
at renna undan, so teir
trampa alt niður og detta
at enda fyri bakka. Í einari
óhugnaligari senu verður
manningin, sum leitar eftir
Kong, álopin av óendaligum
flokkum av mannaátara eitur
koppum, insektum og alskins
óhugnaligum illkyktum.
S. S.Venture
Filmurin King Kong gongur
fyri seg í 1930’unum. Fólk
eru svong, og fátækradømið
er stórt. Vit møta vøkru sjón
leikarinnuni Ann Darrow
(Naomi Watts – kend frá
21 Grams og Mulholland
Drive), sum droymir um at
fáa eitt gjøgnumbrot innan
sjónleik. Tá hon missir
arbeiðið, er hon illa fyri.
Hon er við at enda sum
ein av teim mongu svongu
og vónsviknu í New York.
Við eitt møtir hon ævintýr
arinum, sjarmørinum og
filmleikstjóranum Carl Den
ham (Jack Black - kendur frá
High Fidelity og School of
Rock), ið hevur óendaliga
stórar ætlanir um at gera
ein film á einari ókendari
oyggj, og hann vil hava hana
at spæla høvuðsleiklutin.
Carl er ein stórur lygnari.
Filmsfelagið vil ikki longur
vita av honum. Hesi vilja
ikki gera seinasta filmin
hjá honum lidnan, so endin
er, at Carl stjelur restina av
filmrullunum og rýmur av
landinum við maningini frá
filminum. Hann hevur leigað
eitt skip við manningini
hjá skiparinum Eaglehorn
(Thomas
Kretschmann
– Stalingrad, U-571) og
skundar sær at sleppa sær
avstað, áðrenn løgreglan
fangar hann.
Hann lokkar Ann Darrow
og sjónleikahøvundanum
Jack Driscoll (Adrien Brody
– Pianisten) við á ferðina við
skipinum S. S. Venture, ið
hann sigur skal til Singapore,
men ætlanin hjá honum er at
finna sagnoynna, Skull Island.
Her vil Carl finna ævintýrið,
ið skal gera hann kendan sum
leikstjóra, tí Carl er eisini so
svakliga upptikin av einari
sensatiónsmerktari leitan eftir
viðurkenning, at hann sjálvandi
endar við at oyðileggja alt hann
nertir við.
Jack Black er dugnaligur
í leiklutinum sum hin nars
issistiski Carl. Eg havi
leingi hildið, at Black er ein
undirmettur sjónleikari.
Naomi Watts er eisini
dugnalig í leiklutinum sum
Ann Darrow. Kanska eitt
sindur keðilig, men hon er
helst í tráð við kvinnumyndir
frá 33.
Adrien Brody, ið er ein
ótrúligur sjónleikari, er
sum skaptur til leiklutin sum
hin kensluborni høvundin
Driscoll. Mín virðing fyri
Brody er nærum markleys,
eftir at eg sá hann missa
eini 30 kilo í filminum hjá
Polanski Pianisten, fyri
henda leiklutin fekk hann
eina Best Actor Award og
ein Oscar.
Tú upphavsins heimur
Eftir eina langa ferð koma
tey til Skull Island, men tá
er so nógvur mjørki, at S.
S. Venture er um at renna
seg fastan á vandamiklum
flúrum. Hesin parturin av
filminum er sera væl gjørdur,
her eru special effects, sum
eg ongantíð havi sæð fyrr.
Tá tey koma á land, finna
tey ein stóran vegg. Og eitt
fólk, ið mest av øllum líkist
mannaátarum. Hesi hava gyrt
seg inni handan ein stóran
vegg, og tey tosa bangin um
Gudin Kong. Hesi fólkini
eru bangin og vandamikil,
og tey drepa frá hond, men
tá tey hvítu fólkini fara at
skjóta, rýma tey.
Alt sum hendir hertil
minnir um hinar King
Kong filmarnar, men í hesi
versiónini, ið er nógv longri,
er ferðin hjá manningini,
Carl og høvundanum Jack
ein nógv meiri vandamikil
ferð. Umhvørvið á oynni
er á tremur av dinosaurum,
risa skordjórum og alskins
vandamiklum flogkyktum,
men eingin er meiri vanda
mikil enn hin 30 metrar høgi
Kong.
Heart of Darkness
Tað var hugnaligt og spenn
andi at vitja góðu gomlu
Skull Island aftur, og tíðina
í 1933 tá heimurin var størri
enn í dag. Tá fólk kundu
ímynda sær oyggjar, ið vóru
so fremmandar, at eingin
kendir tær. Oyggjar við stór
um apum. Villum fólkum og
alskins dinosaurum.
Í King Kong er ein tilvísing
til bókina Heart of Darkness
eftir Joseph Conrad, ið er ein
týðandi kelda til morðið á
eina heila mentan í Kongo,
og søguna um, hvussu belg
iska hjálandavaldið í Kongo
endaði sum ein stór stinkandi
deyðslega. King Kong er
sjálvandi ein ævintýr- og
ein actionfilmur, men undir
yvirflatuni er filmurin ein
sorgarsøga um, hvussu stóra
og syrgna ódjórið fekk ein
enda.
King Kong er enn søgan
um kærleika millum djór og
menniskja. Um siðmenningina
mótvegis tí villu og ótamdu
vøkru náttúruni. Søgan um
menniskjans oyðileggjandi
skynsemi, ið endar við at
drepa alt sum er vakurt. Carl
umboðar hesa síðuna av
menniskjanum, ið leitar eftir
sensatiónum og hvussu hann
at enda bert vil gera sær dælt
av Kong og misnýta stóru
einsligu apuna, ið bert leingist
eftir kærleika, nú hon er hin
seinasta av sínum slag.
At byrja við er søgan í
filminum sera undirhaldandi,
men at Jackson brúkar yvir
70 minuttir til ferðina til
Skull Island ger, at tey
yngstu fáa torført við at
njóta allan filmin.
Við King Kong hevur Jack
son skapt enn eitt ævintýr,
sum í brotum minnir um
Jurassic Park og Lord of
the Rings, men filmurin er
ov langur og hann doyr í
støðum. Hetta ger, at eg bert
vil geva honum 4 stjørnur
av 6.
King Kong:
Ann Darrow
Naomi Watts
Carl Denham
Jack Black
Jack Driscoll
Adrien Brody
Kaptajn Englehorn
Thomas Kretschmann
Leikstjórn,
Peter
Jackson. USA, 2005. 188
minuttir. Filmurin verður
frumframførdur í Havnar
Bio 14. desember.
Konganna Harri
Tað hevur líksum verið
boðað frammanundan, at
nú tá »The Lord of the Rings
maðurin«, Peter Jackson,
hevur gjørt eina 2005versión
av King Kong, so kunnu vit
vænta okkum tað villasta
innan special effects og action.
Og her heldur filmurin eisini,
hvat hann lovar
Tað tekur yvir 70 minuttir
áðrenn vit síggja Kong. Hin
vegin er eingin ivi um, at
King Kong fer at selja nógv
atgongumerki her á jólum,
kanska líka so nógv sum
Lord of the Rings og filmurin
Titanic