mikudagur 14. desember 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 240 - 14. desember 2005
Fyri at fáa eitt van
ligt lív skifti eg tjóð,
í Føroyum er ikki
verandi hjá sam
kyndum, og tí eru
míni ráð til øll ung
samkynd: Flyt úr
Føroyum! Eg havi
tað sum blomman
í egginum, var eg
verandi í Føroyum og
var eitt sindur veikur,
var eg kanska giftur
við einum konufólki
nú”
Føroyingur í
Danmark
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Fróði Holm Knudsen flutti
18 ára gamal til Danmarkar.
Hetta var fyrst í 80’árunum.
Hann flutti fyri at kunna fáa
ein vanligan ungdóm sum
samkyndur. Nú 25 ár seinni
hittið eg tann (sambært hon
um sjálvum) 28 ára gamla
Fróða í Keypmannhavn.
Hann tykist nøgdur við lívið
og sigur, at hann elskar at
búgva á Frederiksberg.
Skrivar um undirhald
Fróði arbeiðir á danska dag
blaðnum BT, har skrivar
hann um undirhald. Vit
hittast týskvøld, tí mikudag
og hósdag verður hann í
London, har hann skal til
undanfrumsýning av nýggja
King Kong filminum. Hann
skal gera eina samrøðu við
leikstjóran Peter Jackson og
onkran av sjónleikarunum,
ið spæla við filminum.
Hann greiðir frá, at hann
hevur arbeitt við at skriva
um undirhald nú í fýra ár.
Honum dámar hetta væl,
men hann ætlar sær skjótt
at fara undir at lesa enskt á
univeristetinum. Hann hevur
lisið heimsspeki og franskt
fyrr og er journalistútbúgvin
av journalistháskúlanum í
Århus. Meðan hann læs, var
hann í starvsvenjinig á BT
og fekk fast starv har aftan
á loknan lestur. Á blaðnum
hevur hann fingist við øll
møgulig øki: “alt uttan ítrótt,
tí tað interesserar meg slett
ikki”, sigur hann
Samkyndur formaður
í Danmark
Fróði er formaður í felags
skapinum Friðarboganum, ið
er felagskapurin hjá teimum
samkyndu í Føroyum. Eg
spyrji hann, um hann ikki
heldur, tað vera løgið, at
formaðurin í felagsskapinum
hjá føroyskum samkyndum
býr í Danmark. Hetta heldur
hann ikki, “Jú, kanska í
eini ideellari verð, har vit
samkyndu eru góðtikin og
elskaði í Føroyum. Tá hevði
tað verið løgið at havt ein
útiseta sum formann, men
í hesi verðini búgva 90%
av teimum føroyingum, ið
eru opnir um, at teir eru
samkyndir, uttanlanda.”
svarar Fróði.
Skifti tjóð
“Fyri at fáa eitt vanligt lív
skifti eg tjóð. Í Føroyum er
ikki verandi hjá samkyndum,
og tí eru míni ráð til øll ung
samkynd: Flytið úr Føroyum!
Eg havi tað sum blomman í
egginum á Frederiksberg,
varð eg verandi í Føroyum,
og var eg eitt sindur veikur,
var eg kanska giftur við ein
um konufólki nú”, sigur
Fróði og vamlast sjónliga
(til stuttleika) við tankan,
“Hugsa tær at vera saman
við einum konufólki, puha”
sigur hann og flennur.
Útspiltur og álopin
“Sum ungur samkyndur hev
ur tú ongan møguleika fyri at
liva eitt vanligt lív í Føroyum.
Tú verður útspiltur og eisini
álopin, men ringast av øllum
er, at tú fært ikki livað, tað
fríða óbindandi kynslívið,
sum hoyrir ungdóminum til.
Tí antin eru tínir potentiellu
sekspartnarar ikki sprotnir,
ella eru teir ikki í Føroyum.
Eingin eigur at ofra sín ung
dóm og ganga runt í Føroyum
og verða útspiltur. Tað er
ikki rætt, tí er best at fara. Eg
veit væl hetta er syndarligt.
Tí eitt lítið land sum Føroyar
hevur ikki ráð at missa eina
einastu heilakyknu.”, sigur
Fróði.
Eg vil vera elskaður
Hann greiðir frá, at hann
flutti heim aftur stutt eftir,
at hann var fluttur niður.
“Mamma vildi hava meg
Í Føroyum er ikki verandi