Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-14, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. desember 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 240 - 14. desember 2005 19 i hjá samkyndum heim aftur”, sigur hann. Men hetta gekk als ikki, og hann flutti niður aftur árið eftir. Hann sigur, at hann ikki kann ímynda sær at flyta heim aftur, sum er. Tann dagin tá tey samkyndu verða elskaði og ynskt í Føroyum, tá er tað ein møguleiki: “Eg vil ikki bara góðtakast fyri tann, ið eg eri, eg vil vera elskaður”. Eg kenni meg illa viðfarnan “Eg havi langt síðan avgjørt, at eg ongantíð aftur skal hava eitt føroyskt lívsgrundarlag. So, um eg skal heim til Føroy­ ar, skal eg vera millioner. Eg nokti at fara til Føroyar og so verða noyddur, at fara uppá kompromis við mín­ar sannføringar fyri at yvir­liva. Eg kenni meg sum samkyndan illa viðfarnan av Føroyum, og fari ongantíð at lata meg fanga av Føroyum aftur.” sigur Fróði við nógv­ ari sannføring. Amatør parlament Sum formaður í Friðarbog­ anum undrast hann stórliga á viðgerðina, ið málið um rættin at gera mismun á sam­kyndum hevur fingið á tingi. Fleiri tinglimir hava pástaðið, at mismunur ikki verður gjørdur móti sam­ kyndum, men alíkavæl vel­ ur rættarnevndin als ikki at tosa við felagskapin hjá teimum samkyndu. Onkur tinglimur sigur, at hann ikki minnist nakran ágang ímóti teimum samkyndu. Hetta heldur Fróði vera burturvið. “At tosa um at minnast, hví kanna tey ikki ístaðin fyri at minnast? Sjálvandi eru hate crimes í Føroyum, hate crimes eru allastaðni og ser­liga í einum sovorðnum intolerantum umhvørvið sum tí føroyska. Eg veit væl, at nógv er broytt síðan eg búði í Føroyum viðvíkjandi opinleika. Men tá eg tosi við samkynda ungdómin, so forelja tey um akkurát teir somu trupulleikarnar, sum eg hevði. Eg haldi, at tað er forbannað frekt av løg­ tingslimum at pástanda, at eingin trupulleiki er. Tað er beinleiðis ekstremt ódemo­ kratiskt. Hvat við at spyrja tey, sum hava noyðast at liva við trupulleikanum? Um hesir løgtingslimir veruliga halda, at eingin trupulleiki er, hví berjast tey so hart ímóti uppskotinum? Lat meg bara kalla ein spaka fyri ein spaka: Eitt parlament, sum agerar so býtt, sum tað føroyska er eitt amatør parla­ment. Tað er beinleiðis flovisligt, at senda sovorðnar løgtingslimir uttanlanda at umboða Føroyar.” Øgiliga takksamur Fróði heldur tó, at nakrir glottar eru at hóma. Hann ynskir í tí samanhangi at takka teimum løgtingslimunum, ið hava sett uppskotið fram, um at gera tað ólógligt at gera mismun vegna kynsliga sann­ føring. Hann ynskir eisini at takka teimum nógvu før­ oy­ingum, sum hava stuðl­ að Fridarboganum. Hann heldur, at tað er ein áhuga­ felagsskapur millum tey samkyndu og tey, ið ynskja eina tolsamar Føroyar. “Tey, ið berjast fyri rættindinunum hjá minnilutabólkum, berjast eisini fyri rættindunum hjá sær sjálvum at velja at liva sum teimum lystir. Og harvið berjast tey eisini fyri okkara rættindum. Tað eru vit øgiliga takksom fyri, tí tað er greitt, at samkynd fáa eingi rættindini uttan so, at tey hinkyndu ynskja tað.”, sigur Fróði. Hann sigur, at tað vera rørandi at vita, at Havnarkórið luttók á Gay Pride fundinum í Ting­hús­ garðinum, umframt sjálvandi øll tey, ið vístu sín stuðul við at luttaka á fundinum. Reindyrkaður óndskapur Fróði betakkar seg fyri kær­leikan hjá teimum víð­ gongdu kristnu, ið siga, at tað er av kærleika, at tey ynskja at hjálpa teimum sam­kyndu burtur úr teirra synda­fullu tilveru. Hann sigur: “Hatta er rein­dyrk­ aður ónd­skapur! Hesi somu fólk hava ongan trupulleika við hjúna­skilnaði og fleiri øðrum málum, ið eru synd sambært teirra tulking av Bíbliuni. Veruleikin er tann, at tey klára ikki sjálvi at liva upp til krøvini, ið tey meina Bíblian setur.” Krevja at onnur liva sum tey Fróði heldur, ein trupulleika við teimum víðgongdu kristnu vera, at tey krevja, at onnur skulu liva sum tey. Hann vísir á, at tey sam­ kyndu krevja ikki, at hin­­kynd skulu liva sum sam­kynd. Tí er tað sera keði­­­ligt, at tey víð­ gongdu kristnu skulu krevja, at allir aðrir før­oy­­ing­ar skulu liva sum víð­­gongd kristin. Hann heldur, at tá hesi fólk tosa um tali­­frælsið, so er hetta burtur­við. Tí tað er at mis­nýta tali­frælsið at brúka tað til at sparka ein minni­ luta­­bólk, ið longu liggur niðri. Eitt dømi er nýtslan av orðinum kynsvillingur. Hetta heldur hann vera “skanda­ løst”. Hann heldur eisini, at før­oysku fjøl­miðl­arnir í hesum føri als ikki vóru sína uppgávu vaksnir. Teir bóru í alt ov stóran mun boðskapin víðari, í staðin fyri at gera nýtsluna av orðinum til eitt mál í sær sjálvum. Ikki bert fyri okkara skuld Fróði vísir á, at tey sam­fe­løg­ ini har frælslyndi og tolsemi fáa fríar ræsir, klára seg væl betur enn tey samfeløgini, har snævurskygni trívist. Hetta eru tey ríkastu londini í heiminum. “Tí er tað ikki bert fyri okkara skuld, at vit skulu hava somu rættindi, sum øll onnur. Føroyar kann vinna nógv við at geva okkum arvarættindi, rættindi til giftarmál, ættleiðing og alt hitt, ið hinkynd pør hava rætt til. Tí tad er eitt tekin um tolsemi, og so tíma væl­út­ búgvin og krea­tiv fólk at vera í Før­oy­um.” Nógv kjak hevur verið um rætt­­ind­ini hjá sam­ kynd­um pørum at ættleiða børn. Óli Breck­mann løg­ tingslimur fyri Fólka­flokkin, segði tildømis við Sosialuin um málið, um virksemið hjá Friðarboganum “Henda aggresiva ideologiin er ein fýratrinsrakkett, sum endar við einum sirkusi av prest­ um og ættleiðing. Hetta endar í einum kaos við sund­ur­lesingin og børnum, sum gerast hvørki­kyn.” Fróði vísir á, at kanningar í Svøríki vísa, at børnini hjá samkyndum pørum, verða akkurát líka væl tilpassaði sum børnini hjá hinkyndum. Tey verða heldur ikki meira ella minnið happaði enn onn­ ur børn. Trupult at reka Friðarbogan Fróði sigur, at tað er sera trupult at fáa arbeiðið í Friðarboganum at glíða. Hug­ skotið við Friðarbog­anum var at skapa ein felagskap, ið kundi hjálpa ungum sam­ kyndum í Føroyum við teim­ um trupulleikum, ið hesi hava. Hetta er eitt arbeiði, ið nógv av teimum eldru samkyndu fegin vilja hjálpa við. Men flestu samkynd hava øgiliga skiftandi kenslur fyri føroyska samfelagnum. Tey elska sjálvandi sítt heimland, men soleiðis sum tey verða viðfarin, hata tey eisini Før­ oyar. Hetta kann gera hugin til at hjálpa í Føroyum minni. Hetta ger tað torført at samskipa arbeiðið í felag­ num. Fróði ætlar sær frá sum formaður á næsta aðalfundi í Friðarboganum. Hansara ætlan við at gerast formaður var fyrst og fremst at gera felagnum eina heimasíðu, og hetta arbeiðið er um at koma undir land. Tí er tíðin komin at lata onkran annan taka yvir. Nei Alfred Olsen Anfinn Kallsberg Bill Justinussen Edmund Joensen Gerhard Lognberg Heðin Zachariassen Henrik Old Hergeir Nielsen Jenis av Rana Jógvan við Keldu Jóhan Dahl Jørgen Niclassen Kári P. Højgaard Karsten Hansen Kjartan Joensen Marjus Dam Olav Enomoto Óli Breckmann Páll á Reynatúgvu Sverre Midjord Ja Andrias Petersen Annita á Fríðríksmørk Finnur Helmsdal Heidi Petersen Høgni Hoydal John Johannesen Kaj Leo Johannesen Kristian Magnussen Lisbeth L. Petersen Mamy Dahl Sørensen Poul Michelsen Tórbjørn Jacobsen Málið um mismun fall Málið um forboð ímóti at gera mun á fólki vegna kynsliga sannføring fall í gjár í løgtinginum, tá málið kom fyri aðru viðgerð. Umframt framløguna av niðurstøðuni hjá meiri­luta­ num í Rættarnevndini valdi eingin tinglimur at taka orðið. Tá atkvøtt varð, fall málið við 20 atkvøðum ímóti og 12 fyri. Soleiðis atkvøddi tingfólkið: Fróði elskar tilveruna í stórbýnum