mikudagur 14. desember 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
- Hetta er ein stór
løta og eitt týðandi
vegamót, nú vit aft
ur fáa eina boring
á føroyskum øki.
Vit fara at síggja
økt virksemi, sum
vónandi kann gagna
okkara vinnulívi
bæði á sjógvi og
á landi og geva tí
nýggjar, spennandi og
mennandi uppgávur
og møguleikar.
Oljuleiting á
vegamóti
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Sigur Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður í oljumál
um, nú enn ein avtala er
gjørd millum oljufeløg og
føroyskar myndugleikar um
at bora inni á basaltinum.
Hetta hendi í farnu viku, tá
umboð fyri 8 oljufeløg og
føroyskar oljumyndugleikar
hittust. Fyri tíð síðani var
ein líknandi avtala gjørd
millum 3 oljufeløg og mynd
ugleikarnar.
Landss týrismaðurin er
serliga fegin um, at feløgini
ikki hava mist vónina men
tvørturímóti vilja fara undir
enn størri avbjóðingar, sum
so eisini kunnu vísa seg at
geva nakað aftur. -Tað er
tí stak posi tivt, at feløg,
sum í heimshøpi eru stór,
framvegis vísa okkara øki
stóran áhuga. Raka tey við
kolvetni, so fer áhugin at
økjast munandi, og tað vil
framskunda veruligar olju
boringar, soleiðis at vit um
fá ár væntandi kunnu finna
olju í rakstrarverdugum
nøgdum.
Tíð at fyrireika okkum
Bjarni Djurholm er ikki
samdur við tey, sum siga, at
oljan verður ein vanlukka
fyri eitt so lítið samfelag
sum tað føroyska. -Vit
koma ikki at framleiða olju
tey fyrstu nógvu árini, og tí
hava vit rúmar møguleikar
at fóta okkum, um vit finna
olju og vilja taka hana upp.
Hinvegin fer virksemið at
ávirka alla tænastuvinnu og
aðra vinnu í Føroyum, sum
aftur fer at leggja lunnar undir
menning av øllum handaslag
innan handverk og hvørt av
sínum. So eg síggi oljuvinnu
heldur sum ein møguleika
enn ein trupulleika. Í síðsta
enda er tað upp til politiska
myndugleikar at meta um,
hvuss u man fordeildir tað,
sum kemur burtur úr. Men
eg eri sannførdur um, at
oljan kann vera við til at
stabilisera hetta samfelagið,
soleiðis at vit koma at upp
liva ein meira stabilan
búskap enn frammanundan
sigur landss týrismaðurin og
leggur aftrat:
- Finna vit olju kunnu
nógvir pengar koma í umfar,
og tá er tað ein politisk upp
gáva at plasera pengarnar
soleiðis, at teir ikki skaða
verandi vinnur. Tað hava vit
tíð til at fyrireika okkum til.
Oljan kann eisini vera við til
at skapa eina eksponering av
Føroyum sum samfelag.
Bjarni Djurholm sær ikki
oljufeløgini sum nakran
vanda, hóast tey við jøvn
um millumbilum eru fyri
atfinningum í øðrum lond
um. -Tað sigur seg sjálvt,
-við í báðum basalt
brunnunum
Basaltbrunnar
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Eitt av oljufeløgunum, sum
er komið í eina lyklastøðu,
nú avtala loksins er gjørd
um at bora tveir brunnar
inni á basaltinum komandi
tvey árini er amerikanska
oljufelagið Anadarko. Tá
fyrstu loyvini vórðu latin á
landgrunninum í 2000 valdi
Anadarko at vera varið og
ikki binda seg til at bora
nakran brunn í fyrstu atløgu.
Felagið valdi at byrja spaku
liga við at vera við í tveimum
9 ára loyvum, har tað í øðr
um varð fyristøðufelag.
Lagnunar speisemi skuldi
gera, at felagið skjótt seks
ár seinni bráddliga skuldi
gerast partur av tveimum
spennandi brunnum. Orsøkin
var tann, at feløgini við bori
skyldum ynsktu at flyta sínar
brunnar inn á tey bæði 9 ára
loyvini, sum Anadarko er
partur av. Og soleiðis bleiv
Anadarko virkin partur í
tveimum brunnum, í øðrum
við umleið 25% og hinum
umleið 13%.
Steve Linnard, leiðandi
jarðfrøðingur hjá Anadar
ko var við til at undir
skriva avtaluna millum
tey átta oljufeløgini í Olju
fyrisitingini í farnu viku.
Hann sigur, at fyri Anadarko
er henda avtalan einki minni
enn ein gjøgnumbrot, tí her
fyri var felagið eisini við til
at gera avtalu um enn ein
brunn inni á basaltinum,
saman við BP og Shell.
- Báðar hesar avtalur hava
stóran týdning fyri okkum.
Við hesi seinastu avtaluni
sleppa vit longu í gongd við
at bora um minni enn eitt
ár, og úrslitið av tí boringini
kann blíva, at tað tá fæst at
vita, um grundarlag er fyri
eini olju- og gass vinnu í Før
oyum.
Steve Linnard dylur ikki
fyri, at tað hevur stóran
týdning fyri teir at vera við
í tveimum brunnum. -Tá
vit søktu og fingu eitt 9 ára
loyvi í 2000 dugdu vit ikki at
ímynda okkum, at vit skuldu
enda í eini slíkari støðu tvs.
frá als ikki at vera við í
nakrari boriskyldu bráddliga
at vera partur av tveimum
týðandi brunnum. Hetta er
so ein stór og spennandi
avbjóðing fyri felagið, sum
annars hevur brúkt nógva
orku uppá kanningar, sum
nú liggja sum grundarlag
fyri serstakliga annan av
basaltbrunninum, nevni
liga tann, sum skal borast
saman við BP og Shell,
eisini nevndur sum William
prospektið.
Anadarko í lyklastøðu
Bjarni Djurholm, oljumálaráðharri:
Oljubrunnar kæ
Steve Linnard, sum her sæst saman við Johan Mortensen, er ovurfegin um, at felagið er komið í
slíka lyklastøðu
Nr. 240 - 14. desember 2005
20