mikudagur 14. desember 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ærkomnir fyri vinnulívið
at stóru oljufeløgini vilja
gera alt fyri at bera seg rætt
at í okkara parti av heim
inum, skulu tey sleppa at
arbeiða her. Tey taka stór
atlit til at reka skilagóðan
starvsfólkapolitikk, um
hvørvispolitikk osfr. Tí síggi
eg ongan vanda í at fáa hesi
stóru oljufeløg henda vegin.
Tað áliggur teimum eisini at
gera sítt arbeiði til lítar, tá
tey fáa so stóra ábyrgd.
Oljumálaráðharrin vísir
á, at leitingin komandi tvey
árini fer at hava sera stóran
týdning fyri eina triðju
útbjóðing, sum longu er sett
út í kortið at byrja um knapp
tvey ár. -Verður olja funnin í
komandi boringunum, antin
í rakstrarverdugum nøgdum
ella í so mikið stórum nøgd
um, at hon eggjar til fleiri
boringar, so kann tað gera,
at stórur áhugi verður fyri
3. útbjóðing.
Gott við tveimum
føroyskum feløgum
Bjarni Djurholm er annars
sera fegin um, at bæði tey
føroysku oljufeløgini eru
við í komandi boring. -Nú
hava tey hvør sín profil.
Annað leggur seg eftir teim
um stóru satsningunum,
meðan hitt spjaðir váðan
meira. Tað eru tveir ymsir
hættir at virka uppá, og
tað er eisini áhugavert, tí
tá hevur tú møguleika í
framtíðini at síggja, hvør
er tann besta strategiin, og
tað gevur okkum eisini betri
møguleika fyri at í hvussu er
annað felagið, um ikki bæði,
kunnu fóta sær í føroysku
oljuvinnuni.
Uppá fyrispurning um ikki
pláss er fyri fleiri oljufeløg
unum á føroyamiðjunum
sigur landsstýrismaðurin,
at tað er pláss fyri teimum,
sum vilja liva upp til tey
krøv og tær treytir, sum
vit seta. -Tað eru vit, sum
seta treytirnar, og eg haldi,
at okkara myndugleikar
hava gjørt eitt gott arbeiði
og eru væl fyrireikaðir, og
tí vilja feløgini eisini geva
seg undir hesar treytir. Og
øll eru vælkomin, sum taka
undir við teimum treytum,
sum vit seta teimum. Og
tess fleiri feløg vísa áhuga
tess betri møguleika hava vit
eisini at handla tvs. at vit fáa
tað til samfelagið, sum tænir
tí best.
Kortið sýnir, hvar komandi leitingarbrunnarnir verða boraðir
Landstýrismaðurin ivast ikki í, at
komandi leitingarumfarið fer at
skapa hópin av aktiviteti til føroyskt
vinnulív
Tímalønin
hækkar 50%
Búskapar- og
Løgfrøðingafelag
Føroya (BLF) og
Fíggjarmálaráðið
hava í dag gjørt
semju um 2-ára
sáttmála, ið byggir
á lønarvøkstur á
2,6% nominelt.
Hartil hækkar
tímalønin fyri
konsulentarbeiði
við 50%
BLF-sáttmáli
Jákup Mørk
Sjálvur lønarvøksturin í
sáttmálanum er 0,9% nú
og 1,7% næsta ár, men
hartil er talan um fleiri
aðrar ábøtur á sáttmálan.
Í tíðindaskrivi sigur
BLF, at tey fegnast um,
at partarnir eru samdir
um at orða ein felags
almennan stjórasáttmála,
soleiðis at búskapar- og
løgfrøðingar, ið verða
settir í stjórastørv, fram
yvir verða fevndir av
serstøkum stjórasáttmála
millum Fíggjarmálaráðið
og BLF o.o.
Hartil er í nýggja sáttmál
anum ásett, at tímalønin
fyri konsulentarbeiði hjá
BLF-limum verður hækk
að úr 300 kr. í 450 kr. At
ásetingarnar um, hvørjar
útbúgvingar eru fevndar
av sáttmálanum og hvussu
tær verða flokkaðar,
verða endurskoðaðar,
at endurgjaldið fyri tæn
astuferðir framyvir støð
ugt verður dagført, at
serstaka frívikan verður
sett inn í sáttmálan hjá
BLF, at álitisfólkaavtalan
verður endurskoðað og
dagførd, at avtalan um
starvsfólkapolitikk verð
ur betrað við atliti til
eldrapolitikk og eftirløn,
at strategisk og skipað
førleikamenning nú skal
fremjast í verki.
Hinvegin er BLF ikki
serliga fegið um, at
Landstýrið framhaldandi
tengir eftirlønina at LÍV,
soleiðis at frælsið hjá
limunum at velja eftirløn
arskipan verðuyr skert.
Eitt frælsi, sum felagið
heldur vera fortreytina
fyri, at kapping kemur á
eftirlønarøkið. Limir hjá
BLF, sum ikki eru í starvi
hjá tí almenna, hava tó
frítt at velja, hvørja eftir
lønaruppsparing tey vilja
hava.
Nr. 240 - 14. desember 2005
21