mikudagur 14. desember 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Basaltbrunnar
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
-Vit eru væl nøgdir. Hetta
sær út til at vera ein vinnara
loysn fyri allar partar sigur
Ben Arabo, stjóri í Amerada
Hess. Hann heldur tað
vera rætt og náttúrligt, at
Statoil er fyristøðufelag,
nú tað frammanundan er
tað í tveimum av teimum
trimum loyvunum, sum
her verða løgd saman.
Hann heldur somuleiðis,
at uttan mun til úrslitið av
boringini, so verður tað
áhugavert.
- Nú hoyrir man oftani, at
Amerada Hess er við at taka
seg úr Atlantsmótinum!
- Vit eru við bæði við Før
oyar og í bretskum øki. Man
ger tað, sum ein heldur vera
hóskandi í einum øki. Tað
vil altíð vera so, at møgu
leikar eru kring allan heim,
og man fer har teir bestu
møguleikarnir eru.
Meðan bæði BP og Stat
oil hava latið síni loyvi frá
1. útbjóðing aftur til før
oyskar myndugleikar nak
að áðrenn tíðina, so hevur
Hess gjørt av at bíða, tí
nakað er eftir av arbeiðs
programminum, av før
leikamenning og øðrum.
Føroya oljufelagið
Atlantic Petroleum
hevur ikki ynskt
at vaksa um sín
lut í nýggja basalt
brunninum, hóast
tað hevði møguleika
til tess. Felagið metir
upplýsingarnar tað
kann fáa vera meira
týðandi enn ein
størri prosentpart í
boringini
Basaltbrunnar
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Wilhelm Petersen, stjóri
í Atlants Kolvetni er sera
fegin um nýggju avtaluna
um at bora á basaltinum í
06 Henda nýggja avtalan er
partur av tí fyrstu avtaluni
felagið gjørdi við Faroes
Partnership, har AP eina
rættiliga góða avtalu, og
sum síðani hevur verið
týdningarmesti
byggi
steinurin í menningini av
felagnum.
Hann
sær
nógvar
fyrimunir við avtaluni: -
Vit sleppa at fylgja við
í brunninum, sum vit
upprunaliga vóru partur av.
Hetta er eitt sera áhugavert
og stórt prospekt. Tað økir
eisini um skaran av feløgum,
sum vit samarbeiða við. Og
tað hevur víst seg, at tað eru
har møguleikarnir skapast,
nevniliga í samstarvi við
onnur feløg.
Ì 1. útbjóðing luttók AP
við 0,1 % men hevði rætt til
at økja um partin til 5% í eini
optión. Ì nýggjastu avtaluni
heldur henda optión fram.
Nú hevur felagið tó minni
part, tilsamans 0,03 og kann
tað fara uppá 1,3% í eini
møguligari optión.
Wilhelm Petersen vísir á,
at tað var ein sera góð avtala
felagið gjørdi í síni tíð, og
sum nú verður flutt víðari
til nýggju boringina tó við
færri prosentum, nú nógv
fleiri feløg eru um at býta
køkuna.
- Nú PetroCanada ikki
vildi vera við í hesi avtaluni
skilst, at Atlants Kolvetni
kundi vaksið munandi um
sín part. Hvussu ber tað til,
at tit ikki tóku av hesum
møguleika?
- Vit hava alla tíðina havt
ta strategiina at varðveita
avtaluna frá loyvinum frá
1. útbjóðing. 1,3% í einum
stórum fundi er eisini rætti
liga áhugavert fyri AP, og
ikki minst tann sannroynd,
at vit hava atgongd til tey
data, sum koma frá hes
um brunninum, og sum
vit kunnu brúka víðari í
tveimum øðrum loyvum,
sum vit eiga 40% í.
Wilhelm Petersen stað
festir, at Atlants Kolvetni
við hesi avtaluni tekur ongan
váðan men varðveitir møgu
leikan at vaksa um sín part.
- Vit hava einki ynski havt
um at økja henda partin enn
meira men heldur varðveita
somu strategiiina.
- Hevði tað ikki verið
meira hugaligt fyri tykkara
partaeigarar, nú tit eru við í
eini spennandi boring, at tit
átóku tykkum størri part, tí
tá vildu inntøkurnar verið
tilsvarandi størri, um rakt
verður við olju?
- Vit hava sum sagt 40%
í tveimum øðrum loyvum,
sum er ein rættiliga stór
eksponering í hesum øki
num.
Basaltbrunnar
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Stórhendingin við nýggju
avtaluni um at bora á basalt
inum í 2006 sæð við før
oyskum eygum varð, at
føroyska oljufelagið Føroya
Kolvetni, sum als ikki var
við nøkrum av samtøkunum
frá 1. útbjóðing, nú fekk
møguleikan at yvirtaka
partin hjá PetroCanada,
sum gjørdist 4% í nýggju
avtaluni. Niels Sørensen er
stjóri í felagnum, og hann er
sera fegin um henda nýggja
møguleika, men viðgongur,
at hetta eisini er ein stór
fíggjarlig uppgáva.
- Vit hava bara bíðað eftir
hesum møguleikanum, tí í
oljuverðini hevur tað verið
frammi, at kanadiska felagið
fór at taka seg úr økinum. Nú
hendi tað so, og hetta hevur
týdning fyri okkum á ymsan
hátt. Tað hevur týdning, tí
vit eru við í loyvi 009, sum
liggur beint við síðuna av,
og tí vit harvið fáa atgongd
til boriupplýsingar frá loyvi
006, og tað hevur ikki minni
týdning fyri okkara loyvi
0012, á Wyville Thomson
rygginum har suðuri, tí har
er talan eisini um basalt.
So fyri okkum hevur tað
eins stóran týdning at fáa
upplýsingar til framtíðina í
øðrum loyvum, sum tað er
at vera við í sjálvari boring
ini.
Við hesi avtaluni hevur
Føroya Kolvetni økt mun
andi um sín leiklut í leiting
ini eftir olju og gassi á Før
oyaleiðini. -Men, leggur
Niels Sørensen aftrat, vit
mugu ansa eftir ikki at hava
størri vónir enn neyðugt. Tí
er talan um ein turran brunn,
so skulu vit víðari kortini.
Umráðandi er at vit ikki fara
”niður í kjallaran” við bara
einum brunni, og tí er gott,
at tað verður enn ein boring
í 2007.
Eftir at hava sitið á
síðulinjuni fyrsta umfarið, er
Føroya Kolvetni nú beinleiðis
partur av Føroya-økinum.
Eitt stig, sum stjórin í
felagnum fegnast um
Vinnaraloysn
fyri allar partar
-nú loksins er eydn
ast at fáa báðar
basaltbrunnarnar
uppá pláss sigur
Sigurð í Jákups
stovu, stjóri á Olju
fyrisitingini
Basaltbrunnar
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
- Tað er sera gott og ein
lætti, at henda avtalan nú
er komin uppá pláss. Tað
hevur tikið langa tíð, lut
víst tí vit skuldu semjast
við feløgini, og tey skuldu
semjast innanhýsis. Men
tað hevur verið tað vert sigur
Sigurð í Jákupsstovu.
Hann metir sjálvur, at vit
føroyingar hava fingið tað
burtur úr, sum ein kundi
ynskt sær, nú tveir brunnar
blíva inni á basaltinum
komandi tvey árini, ístaðin
fyri teir fýra, sum eftir
ætlanini skuldu borast í
landssynningshorninum á
landgrunninum. -Hetta eru
tveir spennandi brunnar,
sum í hvør sínum lagi fara
at geva okkum sera týðandi
upplýsingar. Og fyri tað um
annar miseydnast, so kann
hin gerast ein succes. So
samanumtikið ein sera góð
tíð fyri føroyska oljuleiting
við tveimum brunnum inni
á basaltinum. At fasthaldið
teir fýra brunnarnar hevði
als ikki givið eins góða
meining, sum tað, ið nú
verður gjørt.
Kenst sum ein lætti
Atlants Kolvetni ætlar
sær týðandi upplýsingar
Føroya Kolvetni
ruddar slóð fyri
framtíðini
Stjórin á Oljufyrisitingini
er sera spentur uppá, hvat
komandi árini hava at bjóða
eini møguligari føroyskari
oljuvinnu
Stjórin í Atlantic Petroleum
heldur, at nýggja avtalan
sýnir tað skilagóða arbeiðið,
sum felagið longu legði í
fyrsta leitingarumfarið
Nr. 240 - 14. desember 2005
22