mikudagur 14. desember 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 240 - 14. desember 2005
27
Nr. 240 • mikudagur • 14. desember 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Stjørnan spardi fleiri
stuðulsspælarar,
men vann kortini
tryggan sigur á StÍF
týskvøldið
Sunset-kappingin
Jákup Mørk
Næst seinasti dysturin í
grundspælinum hjá kvinnum
varð spældur týskvøldið, tá
StÍF vitjaði hjá Stjørnuni.
Sum so var dysturin
uttan nakran týdning, tí
tað er longu greitt, hvørji
fýra lið skulu spæla í FM-
endaspælinum eftir jól.
Somuleiðis siga reglurnar,
at stigabýtið millum liðini
tá aftur verður nullstillað,
og tí kundi hvørgin parturin
brúka ein møguligan sigur
til nakað í so máta.
Líktist stórsigri
Tað gav so eisini venjaranum
hjá Stjørnuni møguleika at
geva nakað av spælitíð til
spælarar, sum vanliga ikki
sleppa at gera so nógv um seg
týskvøldið. Og fyri fleiri teirra
var eisini galdandi, at tær tóku
av møguleikanum. Ikki minst
unga Louisa Andreasen, sum
vanliga er backup hjá Joan
M. Djordjevic. Joan fekk reytt
kort, tá Stjørnan vitjaði hjá
Neistanum sunnudagin, og tí
var Louisa sum so í lyklastøðu
til hendan dystin.
Í fyrra hálvleiki fylgdi
StÍF annars væl við. Okkurt
skifti vóru tær eisini á odda,
men eftir steðgin gekk fyri
tað mesta ein veg. Stjørnan
royndi støðugt at økja um
leiðsluna, sum eitt skifti
var seks mál. Heilt sett
trumf á fingu tær tó ikki,
men sigurin var ongan tíð í
vanda, og tí má staðfestingin
vera, at eisini á beinkinum
er Stjørnan í løtuni sterkasta
liðið í landinum.
Liðkapping, Grand-
Prix kapping og
parakapping standa
á skránni, nú Bridge-
sambandið hevur lagt
kappingardagarnar í
2006 til rættis
Bridge
Bogi Simonsen
Kappingarárið hjá Føroya
Bridge Samband fer av álv
ara í gongd í januar 2006, tá
lagt verður fyri við liðkapp
ingini.
Sum nakað nýtt, hevur
kappingarnevndin
hjá
Føroya Bridge Samband
avgjørt, at liðkappingin hjá
1, 2 og 3. deild skal byrja í
januar. Vanligt hevur verið,
at tey fyrstu umførini vóru
leikt longu í november. Tey
fyrstu umførini í ár verða
leikt í skúlanum í Sørvági
13 og 14 januar 2006.
Freistin at boða frá lut
tøku til liðkappingina er
fríggjadagin 6. januar
2006.
Steypakappingin
Fyri tveimum árum síðani
avgjørdi FBS, at broyta
steypakappingina, soleiðis,
at hon varð spæld sum ein
miniliðkapping. Hendan
broyting gekk ikki serliga
væl, tískil verður kappingin
broytt atfur til tann gamla
háttin við cup-skipan. Eft
ir hesari skipan, verður
lutakast millum øll tey til
meldaðu liðini. Tað liðið,
sum fyrst verður trekt hevur
heimadyst og skal syrgja fyri
at hesin verður spældur eftir
galdandi reglum og innan
ásettu tíðarfreist. Tá ið komi
er fram til hálvfinaluna og
sjálva finaluna, verður
tað so FBS, ið skipar fyri
dystinum.
Vinnarin av steypakapp
ingini sleppur at umboða
Føroyar í tí sera sterku
Rottneros kappingini, ið
verður spæld einaferð í
mai 2006. Liðini, ið lut
taka í hesari kapping eru
steypavinnarar úr hinum
norðanlondunum.
Freistin at boða frá luttøku
til steypakappingina er 13.
januar 2006.
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/- stig
1 Stjørnan
14
13 - 0 - 1
406
274
132
26
2 Neistin
14
11 - 0 - 3
384
282
102
22
3 VB
13
10 - 0 - 3
366
265
101
20
4 Kyndil
13
7 - 1 - 5
263
300
-37
15
5 VÍF
14
7 - 0 - 7
342
352
-10
14
6 StÍF
14
3 - 1 - 10
315
355
-40
7
7 Søljan
14
3 - 0 - 11
259
361
-102
6
8 Tjaldur
14
0 - 0 - 14
279
425
-146
0
Stjørnan-StÍF 29-26 (13-11):
Sterkur Stjørnu-bonkur
Stjørnan-StÍF 29-26 (13-11)
Málskjúttar
Stjørnan: Louisa Andreasen 10(1), Ragna Patawary
5, Maria við Neyst 5, Durita Christoffersen 4, Rósa
Lassen 2, Birita Joensen 1, Durita Mikkelsen 1, Diana
Poulsen 1
StÍF: Poula D. Olsen 9(2), Rebekka Justinussen
6(1), Malan Petersen 2(1), Elin Jacobsen 2, Sólfríð
Christiansen 2, Ata Gregersen 2, Johanna í Króki 1,
Gudny Ólavsdóttir 1, Sunfríð Johansen 1
Brotskøst: Stjørnan 1, StÍF 4
Útvísingar: Stjørnan 1, StÍF 2
Dómarar: Rúni Mohr & Ragnar Simonsen
FAKTA UM DYSTIN
Bridgekalendarin klárar
Sum verandi fótbóltsbossur og
fyrrverandi landst‡rismaður
hevur Óli Holm mangan havt
tørv á at spæla síni kort rætt.
Í so máta man bridge-spælið
vera góð venjing
Skráin hjá Bridge-sambandinum fyri 2006
er annars hendan:
13. januar
FM-lið
Sørvági
14. januar
FM-lið
Sørvági
15. januar
Grand-Prix par
Sørvági
3. februar
FM-lið
Eysturoy
4. februar
FM-lið
Eysturoy
5. februar
Grand-Prix par
Eysturoy
24. februar FM-lið
Tórshavn
25. februar FM-lið
Tórshavn
26. februar Grand-Prix par
Tórshavn
17. mars
FM-lið
Klaksvík
18. mars
FM-lið
Klaksvík
18. mars
Veitsla við steypahandan
Klaksvík
19. mars
Grand-Prix par
1. apríl
FM-par, hálvfinala
Tórshavn
22. apríl
FM-par, finala
Tórshavn