Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-14, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. desember 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

At seta seg inn í nýggj­ asta Jeep Cherokee, er sum at koma í eina luksussuitu við allari útgerð. Amerikanararnir duga hatta við at gera flottar komfortablar luksusbilar Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Amerikansku Jeep blivu kendir í seinna heims­bar­ daga, ser­liga fyri Willys-jepp­ in, sum verður gjørdu enn í dag, hóast nógv broyttur, undir navn­inum Jeep Wrangler. Jeep verða gjørdir í 6 ymiskum modellum, har tey flestu verða seld í Evropa. Hóast tað ikki sær soleiðis út, er nýggi Grand Cherokee er bæði longri og breiðari enn forgangarin. Við tað at aksilfrástøðan eisini er longri, er kabinan eisini vorðin rúmligari. Designið er meira nútímans við lægri síðurútum og útbygdum skerm­um. Bilarnir eru sera væl út­ gjørdir við t.d. leðurkabinu, 2-sonu klimaanlegg, par­ keringssensorar aftan, pe­ dalir sum kunnu stillast aft­ur og fram og regnsensorar til viskararnar. Eitt sum merkist væl er, at koyrieginleikarnir eru mun­ andi betri við nýggjari tann­ stongstýring og nýggjum fram­komnum undirvogni. Koyrieginleikarnir eru til­ lagaðir til evropeisku veg­ir­ nar og eru fult á hædd við japansku og evropeisku kapp­ ingarneytarnar. Cherokee er eisini sera væl egnaður til at sleipa ein anhangara sum t.d. til hestatransport. Grand Cherokee er sum ein persónbilur at koyra við á vanligum koyrivegi, og klárar seg avbera væl á ósløttum undirlagi, hetta ger m.a. Quadra-Drive II skip­ anin, sum alla tíðina syrgir fyri, at rætta drívmegin er, har hon skal vera. Cherokee fæst við tveimum V8 motorum upp á ávikavist 4,7 g 5,7 litur og við hesum 3,0 litur V6 turbodiesel við commonrail innspræning og 218 hk. Motorurin er ljóð­leysur, kraftar væl og er sera kvikur. Bilurin er so væl útgjørdur, at tað er nok lættari at siga, hvat hann ikki hevur av út­ gerð og trygdarútgerð. So gott sum alt er standard. Vit kunnu t.d. nevna leður­ kabinuna við forsetrum at stilla elektriskt - við merory stilling, og pedalirnar kunnu eisini stillast aftur og fram, 2-zone klimaanlegg, fartpilot, parkeringssensorar og dekktrýstdisplay. Bilurin fæst í tveimum útgávum, La­redo og Limited, ið er luksus­útgávan. Jeep Grand Cherokee 3.0 CRD Jeep Grand Cherokee 3.0 CRD: Luksusjeepur við allari hugsandi útgerð Nr. 240 • mikudagur • 14. desember 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Motorurin 3.0 litur diesel V6 við 218 hk v. turbo og commonrail innspræning 0-100 km/t 9,0 sek. Oljunýtsla 9,8 (blandað koyring) Max. Snúnings- 510 Nm moment v/1600 Snúningum Dekkstødd 245/65-17 Stødd og vekt Longd 474,1 cm Breidd 200,0 cm Hædd 174,4 cm Eginvekt 2.100 kg Viðførisrúm 977 litrar Prísur úr: Vøruvognur (Laredo) Kr. 389.000 v/mvg. Vøruvognur (Limited) Kr. 436.000 v/mvg. Søluumboð Ivan Johansen Bilar Hoyvíksvegur 63 FO-110 Tórshavn Tel. 313666 www.ivan.fo Jeep Grand Cherokee í nýggjastu útgávuni. Designið er heilt nýtt við lægri síðurútum og útbygdum skermum Rúturin í baklúkuni kann latast upp sjálvstøðugt Flott kabina við leður og nøtutræpanelum og t.d memory- stilling av forsetrunum, 2-sonu klimaanleggi og pedalum, ið kunnu stillast aftur og fram elektriskt