mikudagur 14. desember 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 240 - 14. desember 2005
29
Aliloyvi
til aling á landi við Hvalbiarfjørð
Við hesum verður kunngjørt, at søkjast kann um
loyvi til at byggja og reka støð til fiskaaling á landi
við Hvalbiarfjørð.
Umsókn skal sendast Búnaðarstovuni á serstøk-
um umsóknarblað, sum fæst frá stovuni ella kann
heintast á heimasíðuni www.bst.fo
À umsóknarblaðnum er víst til tær upplýsingar, sum
skulu latast við umsóknini.
Grundað á tær upplýsingar, sum umsøkjarar veita,
kann fyribils og tíðaravmarkað tilsøgn um aliloyvi
verða veitt. Bygging kann ikki byrja, áðrenn endal-
igt aliloyvi er veitt.
Àðrenn endaligt aliloyvi kann verða givið, skal
Búnaðarstovan hava prógv um, at umsøkjarin hevur
allar viðkomandi góðkenningar og rættindi, t.e.:
• frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, t.e. veteriner
góðkenning og umhvørvisgóðkenning
• frá kommununi, t.d. byggiloyvi til alistøðina og
viðv. inntaki og frárenning av sjógvi/vatni
• møguliga góðkenning frá Landsverki
• frá náttúrufriðingarmyndugleikum
• frá eigarum av lendinum, sum støðin ella partar
av henni koma at standa á, ella har rørleiðingar
skulu gravast niður
• frá teimum, ið ráða yvir áunum, haðani vatn til
alistøðina møguliga verður tikið
• frá øðrum avvarðandi myndugleikum
Umsóknir skulu vera Búnaðarstovuni í hendi í
seinasta lagi 13. januar 2006.
Ynskjast nærri upplýsingar ber til at venda sær til
Súna Poulsen, fulltrúa á Búnaðarstovuni.
Frammi í Dali 166 · 410 Kollafjørður
Tlf. 479000 · Fax 479020 · bst@bst.fo · www.bst.fo
Búnaðarstovan er stovnur hjá Vinnumálaráðnum, og er
umsitingin av m.a. aliloyvum løgt til Búnaðarstovuna. Aliloyvi
kunnu veitast við heimild í § 2 í løgtingslóg nr. 70 frá 9. juni 1988
um aling av fiski v.m. Aliloyvi kunnu bert veitast partafeløgum
og smápartafeløgum.
Smápartafelag
til sølu
Um hóskandi boð fæst er smápartafelag við
skattligum halli til sølu.
Àhugað kunnu venda sær til:
Eyðfinnur Jacobsen
Advokat
tlf. 35 99 00 · t-post: eyj@faroe-law.fo
Uppstilling til
formansval
í Starvsmannafelagnum
Sambært § 12, stk. 3 í lógum felagsins verður
boðað til uppstilling til formansval í Starvsmanna-
felagnum.
Fastur formaður skal veljast á aðalfundi felagsins í
mars 2006. Uppstillingin skal verða liðug innan 15.
januar 2006.
Uppstillað verður á tann hátt, at boðað verður
skrivstovu felagsins skrivliga frá, at limur sjálvur
ynskir at stilla upp, ella at limur ella limir ynskja
at stilla annan lim upp. Stillar limur ella stilla limir
annan lim upp enn seg sjálvan, skal samtykki
valevnisins fylgja við uppstillingarfráboðanini.
Tann skrivliga frásøgnin um uppstilling skal verða
skrivstovu felagsins í hendi ikki seinni enn 15.
januar 2006. Í frásøgnini skal verða tilskilað navn og
bústaður hjá valevninum, og hvar valevni arbeiðir.
Formansstarvið er lønt, og bert tann, sum tekur
starvið upp sum fulltíðarstarv burturav, kann verða
valdur. Sambært sáttmálan hevur tann, sum verður
vald/ur til formann í felagnum rætt til at fáa farloyvi
frá arbeiðsplássinum alla formanstíðina, soleiðis at
stovnurin hevur skyldu til at hava starv til hana/
hansara, tá formanstíðin er úti.
Aðalfundurin velur formannin beinleiðis við
vanligum meiriluta.
Limir verða, í seinasta lagi tá aðalfundurin verður
lýstur, kunnaðir um, hvørji formansvalevni verða at
velja ímillum á aðalfundinum.
Víst verður annars sum heild til § 12 í felagslógini.
Fráboðanir um uppstilling verða at senda til
Starvsmannafelagið
J.H. Schrøtersgøta
Postboks 165
110 Tórshavn
Sjúkrakassin er stongdur frá 22. desember 2005 til
30. desember 2005, báðir dagar íroknaðir.
Sjúkrakassi Vestmanna Læknadømis