mikudagur 14. desember 2005síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini í Hvannadali
Partur 10
- Tað er ótrúlig,
sum tú dugir væl
– tú ert so klókur,
sigur Anthonio,
sum eisini flenn
ir alt hann orkar.
Hi hi hi hi.
Teir leggja so
eina gávu fyri og
aðra eftir, og tað
gera teir, til teir
eru komnir heilt
niðan til húsini
hjá trøllinum.
- Skulu vit ikki
fara inn til Trølla
Ommuna
og
stjala gávurnar
hjá Trølla Pætur?
spyr Anthonio.
- Ert tú skítbýtt
ur. Um løgreglan
skal trúgva, at
tað
er
Trølla
Omman
sum
hevur stolið allar
gávurnar í bygd
ini, so kunn u vit
ikki stjala gávur
nar frá teimum.
- Eg skilji teg
Stampi, tú ert
geni alur.
Tá teir koma
inn í skúrin aftur,
hyggja teir beinanvegin, um
jólamaður er vaknaður - tað
er hann tíbetur ikki. Men nú
eru so nógvar gávur inn i í
skúrinum, at tað illa ber til at
vera inn i. Ja tað eru so nógv
ar gávur, at teir ikki síggja
hvønn ann an.
- Anthonio, nú eiga vit
flestu leika í verðini.
- Jú, men hvussu fáa øll
leikaði av landinum, vit
kunn u ikki vera her við teim
um? spyr Anthonio, meðan
hann turkar sveittan av pann
uni.
- Tað er eingin trupulleiki.
Næstu nátt, meðan øll sova,
bera vit allar gávurnar oman
í ein bát, sum vit so sigla
avstað við, svarar Stampi
smílandi.
- Jú, men vit eiga ongan
bát!
- Vit stjala ein, rópar
Stampi.
Lagið er gott á teimum,
men teir eru troyttir. Teir hava
jú verið uppi alla náttina, og
nú vilja teir bara sova.
- Nú mugu vit leggja okkum
at sova Anthonio. Vit mugu
verða væl fyri komandi nátt,
letur í Stampa, meðan hann
rembir sær.
- Ja, eg leggi meg beint
her, so kann eg balla meg
millum allar gávurnar, ha hi
hi, flenn ir Anthonio. Meðan
fólkini í Hvann adali so við
og við vakna, so sovnar
Leikamafian.
Uttan fyri flykrar so mikið
nógv, at skjótt hvørva øll
sporini, sum Leikamafian
hevur sett eftir sær í bygdini.
Tað leggjast eisini flykrur
á gávurnar, sum liggja frá
bygdini av niðan til húsini
hjá trøllunum. Men onkrar
av gávunum eru so mikið
stórar, at tað skal nógvur
kavi til at dekka tær til.
Jógvan er longu møttir á
politistøðini, tá Erling kemur
til arbeiðis. Góðan morgun
Jógvan. Góðan
morgun Erling.
Beint tá ringir
telefonin. Jógvan
tekur telefonina.
-
Hvat
sigur
tú? Eru gávur
nar
stolnar?
Hvat ólukkan er
tað fyri nakað?
Jú,
vit
koma
beinanvegin.
- Hvør var hatta?
spyr Erling, með
an hann hyggur
undrandi upp á
Jógvan.
- Hatta vóru tey
hjá Hanusi - onkur
hevur verið inn i
í húsinum í nátt
og stolið allar
jólagávurnar.
Men
áðrenn
Erling fær sagt
eitt orð, ringir
telefonin
enn
eina ferð.
- Tað er Jógvan
yvirpolitimeist
ari, hvat kann
eg
hjálpa
tær
við? Hvat sigur
tú?
Eru
eisini
tykkara
gávur
stolnar? Vit koma
beinanvegin!
Puntur 14 til
jólakalendaran