Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-14, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. desember 2005síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 240 - 14. desember 2005 Nógv fólk velja á hvørjum ári at halda jól á feriustaðnum Lalandia. Og soleiðis er aftur í ár. Í løtuni standa sløk 1700 fólk á listanum til at búgva á Lalandia um jólini, og enn fleiri – sløk 3000 fólk – ætla sær at halda nýggjár har. Tað eru serliga danskar og svenskar familjur, sum halda jól á Lalandia, men tað kemur eisini fyri, at føroy­ ingar halda jól har. Jólini á Lalandia eru ikki, sum traditionellu jólini plaga at vera, tí í Lalandia ber til at halda jól við 30 hitastigum í luftini og 28 hitastigum í vatn­inum. Og jólastress í La­landia snýr seg um, hvørt mann skal velja svimjihøllina fram um skoytibreytina. Fólk nýtist heldur ikki at gera mat um jólini, tí alt verð­ ur serverað á matstovum í Lalandia, har serlig tiltøk eru bæði jólaaftan og hinar jóla­ dagarnar. Lalandia er best umtókta feriustaðið av sínum slagi í Dan­mark, og eisini á jólum vitja nógv fólk har. Í desember mánaði hevur Lalandia annars stongt, tí tær tríggjar fyrstu vikurnar av desember verða umvælingar gjørdar á hvørjum ári. 32 hand­verkarar hjá Lalandia gera smærri og størri um­væl­ingar, og harafturat koma eisini 10 mans aft­ur­ at uttanífrá til árligu um­væl­ ingarnar. 23. desember letur Lalandia upp aftur. Halda jól í Lalandia