hósdagur 15. desember 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 241 - 15. desember 2005
Í døgunum 20-22
januar 2006 kemur
kendi dansarin
René Christensen
til Føroyar at
hava dansiskeið í
latínamerikanskum
dansi
Dansiskeið
Ætlanin er at hava skeið í
Suðuroy, Havn og Klaksvík.
Hvørt skeiðið varir í 4 tímar,
har møguleiki verður at læra
samba, tango, jive og cha
cha.
René Christensen var
við í sendingini hjá TV2
“Vild med dans”, har hann
luttók saman við Bettina
Aller. René Christensen er
dansiinstruktørur, hevur ver
ið danmarksmeistari í dansi
7 ferðir, norðurlendskur
meistari 5 ferðir og hevur
eisini umboðað Danmark í
dansi bæði í EM og VM.
ave
Fríggjakvøldið kl. 21 verður
konsert í Margarinfabrikkini
í Havn við bólkunum
Synarchy og The Story
Ends. Báðir bólkarnir vóru
at hoyra og síggja til GBOB
kappingina, ið var í Mentan
arhúsinum í Fuglafirði her
fyri, har báðir bólkar endaðu
í finaluni.
Aftan á stóra vatnskaðan
á Margarinfabrikkini eru
hølini nýumvæld, og eitt
nýtt ljóðanlegg er keypt.
So bæði karmar og innihald
skuldu lagt upp til eina feita
konsert. Atgongumerki fáast
við dyrnar
nud
René Christensen
fra ”Vild med
dans” til Føroyar
Synarchy og The Story Ends í Margarinfabrikkini
Á dansiskeið
num við René
Christensen
verður møguleiki
at læra at dansa
samba, cha cha,
jive og tang Á
dansiskeiðnum
við René
Christensen
verður møguleiki
at læra at dansa
samba, cha cha,
jive og tango