Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. desember 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 241 - 15. desember 2005  Aftur í gjár var kjak í Løgtinginum um útlendingapolitikkin og tað hevði hug at harðna Útlendingamál Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Útlendingamálið er so torført, at tað krevur fullan seriøsitet frá øllum flokkum, eisini frá andstøðuni og eisini frá tjóðveldisflokkinum Við hesari heilsanini setti løgmaður punktum fyri ein­um lívligum kjaki í løg­ tinginum í gjár um útlend­ ingamálið. Tað var Heidi Petersen, løg­tingskvinna fyri tjóð­veld­ isflokkin, sum reisti málið. Hon staðfesti, at eftir av­ taluni við donsku stjórn­ini var tað heilt greitt, at tað bara vóru tey, sum kundu halda fram hjá sama ar­beiðs­ gevara, ið kundu fáa eina so lagaliga viðgerð, sum gjør­ ligt, tá ið søkt varð um at fáa uppihalds- og arbeiðs­ loyvi longt. Øll hini skuldu viðgerast, sum um tað var fyrstu ferð at tey søktu, hóast tey vóru í landinum frammanundan. Tað merkir, at hugsast skuldi um arbeiðs­ loysið í landinum. Hon helt tí, at løgmaður kastar ábyrgdina frá sær, tá ið hann nú harmast um, at útlendingur, ið hevur skift arbeiðsgevara, verður vístur av landinum. Hon helt eisini, at tá ið nú løgmaður vaskaði sínar hendur, er tað at siga ósatt við vilja, ella hevur hann ikki evni at lesa eina avtalu, sum hann sjálvur hevur góð­ kent. Heidi Petersen vildi tí hava at vita, hvørja ábyrgd løgmaður tekur á seg í teirri stóru óvissu, ið valdar á út­lendingaøkinum. Kom rumbul í Løgmaður læt ongan iva verða um, at hann viður­kendi sær sína ábyrgd av út­lendinga­ politikkinum, men at tað var Jacob Vester­gaard, sum var­ aði av málinum Hansara uppgáva hevur verið at samskipa arbeiðið. – Tá ið hetta landsstýrið tók við, vóru ongar yvirskip­ aðar leiðreglur fyri, hvørja kós, landsstýrið skuldi hava í útlendingamál og tað kom skjótt rumbul í, tí um­sókn­ irnar vóru nógvar. Sostatt var málið tikið upp politiskt og tað varð gjørt greitt, at umsóknirnar í Føroyum skuldi viðgerðast soleiðis, at teir umsøkjarar, sum høvdu váttan frá ar­beiðs­gev­ara, skuldu fáa loyv­ið longt. Ein for­treyt var sjálv­sagt, at hetta skuldi vera innan fyri lógar­inn­­ar karm­ar. Men av tí, at talan er um danskt málsøkið, má tað vera danska stjórnin, sum ásetir karmarnar. Samstundis fegn­ aðist hann um, at nýggi lands­ stýrismaðurin hevur lovað at seta ferð á arbeiðið at út­greina útlendingamálið. Løgmaður er greiður yvir, at tá ið talan var um at longja arbeiðs- og uppihaldsloyvið, skal talan vera um ein og sama arbeiðsgevara. Men kortini hevur tað í einstøkum føri borið til at viðmælt umsóknir, hóast tal­ an hevur verið um at skift arbeiðsgevara, tá ið um­ søkj­arin hevur havt ser­ligar før­leikar, antin tað var sum teldufólk, lækni ella kíla­ skerari. At avgreiðslutiðin hevur verið long, hevur sett um­søkj­arar, sum hava verið her leingi í eina torføra støðu og tað er harmiligt. – Men júst tí hevur tað stóran týdning, at tað verður loyst og at tað ikki verður brúkt til at mala í klingur í partapolitiskum retorikki. Sleppur ikki takinum Hann staðfesti tí, at nú var gongd sett á málið og hann ætlaði ikki at sleppa takinum, fyrrenn tað var loyst. Tjóðveldisfólk vísti á, at tá ið hetta landsstýrið kom til, var ein greið avtala við donsku stjórnina og tey harm­ aðust um, at tann avtalan ikki varð undirskrivað og sett í verk. Summi tingfólk átalaðu eisini, at landsstýrið ikki hevði yvirtikið málið. Hetta fekk løgmann at harðn­að á málinumog hann spurdi, hví tjóðveldisfólk kravdu, at hendan samgongan skuldi klára at yvirtaka og loysa málið upp á tvey ár, tá ið tjóðveldisflokkurin ikki kláraði at gera nakað sum helst við málið øll tey seks árini hann sat í samgongu. – Tað er at renna undan ábyrgd helt hann. Heidi Petersen átalaði, at undanfarna samgongan skuldi fáa skyldina. Hon segði, at veruleikin var, at hjá undanfarnu samgongu var ongin trupulleiki, tí tá tók tað tvær vikur at avgreiða umsóknir, men hendan sam­ gongan hevur niður-raðfest umsitingina og hevur for­ kludrað tað politiskt, so at viðgerðartíðin nú er 18 mán­ aðir. Løgmaður vísti hesum aft­ur. Hann minti á, at fyrst í nítiárunum hevði hann ábyrgdina av arbeiðs­markn­ aðarmálum tá ið ar­beiðs­ loysið var 25% og tað var ikki eitt tað einasta eitt út­lendingamál, sum endaði í fjølmiðlunum. Hann segði, at trupul­leik­ in tók seg upp, tá ið Høgni Hoydal byrjaði at máls­ viðgerða hvørja einastu um­sókn, uttan at umsitingin var til reiðar til tað og tað er hesar trupulleikar, hendan samgongan hevur arvað. Annarst helt løgmaður, at Heidi Petersen bara royndi at sláa politiskt platt uppá eitt so kensluborið mál, sum hetta. – Tað er totalt langt úti og tað má eg ávara ímóti. Hetta málið er so trupult, at tað krevur fullan seriøsitet, eisini frá andstøðuni og eisini frá tjóðveldisflokkinum. Krevur at útlendingamálið verður tikið í størsta álvara Basalt í Kagganum Hetta vikuskiftið spæla Basalt til dans í Kagganum. Teir bjóða sítt vanliga bland av kontrirokki og øðrum dansi­vinarligum tónleiki. Basalt eru Poul Müller (sang, mandolin og gittar), Kári Olsen (sang og gittar), Kenneth (ljómborð og sang), Mikkjal Øster (bass) og Annfinnur Jacobsen (trummir og sang). Verandi manning hevur spælt saman síðan 1998, men bólkurin hevur røtur heilt afturi í sjeyti árunum í bólkinum TARTA, ið Poul, Kenneth og Mikkjal spældu við í. Teir spæla kl. 0.30-3.30 í nýumvælda Kagganum fríggjakvøldið og leygarkvøldið. nud Húsorkestrið og dansiorkestrið í Glitni Aftur hetta vikuskiftið verður dansur í Glitni. Sum vænt byrjar tað við hósdagsdansi við húsorkestrinum. Síðan tekur Dansiorkestrið yvir og spælir fríggjakvøld og leygarkvøldið. Húsaorkestrið við Georg Eystan Á og Sólvu Ford eru við sínum dansivinarliga kontri­kenda tónleiki vorð­ in húsfólk í Glitni hvørt hóskvøld. Meðan Dansi­ orkestrið – við Erling Berg sum oddamanni, eisini hev­ ur spælt í Glitni fleiri ferðir fyrr. Dansiorkestrið spælir slagarar og svingarar, so tað er um at sleppa sær í dansiskógvarnar sum skjót­ ast. nud Signar á Sandi Fríggjakvøldið fáa sandingar og sandoyingar annars høvið at hoyra Signar í Homrum í Texas. Hetta er aðru ferð at Signar vitjar spælistaðið á Sandi sum einstaklingur. Signar, ið gjørdist heims­ kendum í Føroyum við bólk­i­ num Kjølum, hevur sein­­astu árini verið virkin, sum ein­ staklingur og í rokk­bólk­ inum ROK. Í Prix Føroyum í ár, vístu Rok, at teir eisini meistra laga­skriving. Signar spælir í Texa frá kl. 21 til kl 3.  nud Andrew Joseph í Café Natúr Aftur hesa vikuna er ein avstralskur trubadurur at hoyra í REX. Talen er um Andrew Joseph, ið fer at undirhalda frá í kvøld til og við sunnkvøldið. Nógvir avstraliskir trubadurar hava vitjað Café Natúr sein­astu mánaðarnar. nud Løgtingið hevur enn einaferð havt útlendingapolitikkin til viðgerðar í einum orðaskifti, sum hevði hug at harðna