hósdagur 15. desember 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 241 - 15. desember 2005
PE Kolonial og Samkeyp
hava í ár valt at gera nógv
burtur úr at hava nógv tilboð
á sjokulátavøru og øðrum
góðgæti undan jólum. Petur
Eirik Djurhuus, ið eigur og
rekur PE Kolonial á Hálsi
í Havn, sigur, at sølan í ár
líkist undanfarnum árum.
- Tað eru okkurt um 20-
25 prosent av samlaðu
góðgætissøluni, ið verður
selt seinasta hálvanannan
mánaðin av árinum. Tað
verður eisini selt rættuliga
nógv sodavatn hesa ársins
tíð, og sum heild kann sigast,
at vit selja nógv ósunt undan
jólum, sigur Petur Eirik
Djurhuus.
Stjórin í PE Kolonial sigur,
at hjá teimum hevur Quality
Street selt best higartil í ár, men
ein orsøk til tað kann verða, at
Samkeyp hevur lýst við júst
hesum karamellunum seinnu
vikurnar, og tað heldur Petur
Eirik Djurhuus ger mun.
Petur Eirik Djurhuus sigur,
at tað serliga eru karamellirnar,
ið verða nógv seldar, men
eisini gongur væl við søluni av
sjokulátaplátum og vanligum
bommpakkum.
Eitt av stóru sølustøðunum av góðgæti í
høvuðsstaðnum er Føroya Keypssamtøka
í Hoyvík. Bent Lundsgaard, deildarleiðari
í FK, sigur, at tað fyrst og fremst eru kara
mellirnar, sum nógv verður selt av undan
jólum, men eisini onnur sløg av góðgæti
selja væl, sigur hann. Umleið ein fjórðingur
av árligu góðgætissøluni hjá FK verður
seldur seinastu seks vikurnar av árinum.
- Marsipan og bleytt nougat hoyra jólunum
til, og tí gongur tað eisini rættuliga væl. Síðani
er tað alt hetta serliga jólagóðgæti, so sum
sjokulátanissur og annað, ið nokk so fitt verður
selt av, sigur Bent Lundsgaard. Hann greiðir
frá, at hóast nógv verður selt av karamellum,
so er tað ikki nakað, sum gevur Føroya
Keypssamtøku yvirflóð av pengum, tí vinn
ingurin er sera lítil á karamellum. Bent Lunds
gaard sigur, at skal man taka dagar millum
tey trý stóru sløgini av karamellum, so er tað
Quality Street, sum selur best í ár.
tn
Í dag almannakunn
gjørdi Apoteksverkið
nýggju heimasíðuna
hjá sær, ið hevur eina
rúgvu av møguleikum
at bjóða brúkarunum.
Til ber at finna allar
møguligar upplýsingar
um sjúkur, sjúkutekin
og heilivág, og eisini
ber til at seta spurn
ingar um heilsu á
heimasíðuni.
Nýggj heimasíða
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Talan er ivaleyst um eina av
mest umfatandu føroysku
heimasíðunum nakrantíð. Á
www.apotek.fo ber nú til at
fáa sær alskyns kunnning um
heilsu, heilsuverk, heilivág og
annað, sum hevur við hetta at
gera.
Ein liður í kunning
um heilsu
Richard Schwartson, apotek
ari, er ein av teimum, sum
hetta seinasta hálva árið
hevur arbeitt við at fyrireika
nýggju heimasíðuna, og
hann er fegin um úrslitið.
- Vit meta, at síðan er og
verður í enn størri mun ein
liður í kunning um heilsu í
Føroyum. Samfelagið í dag
er soleiðis bygt upp, at fólk
vilja hava kunning her og
nú, tá ið tey hava tørv á tí, og
í hesum sambandi er alnótin
helst besti miðil til kunning,
sigur Richard Schwartson.
Kunning
á
nýggju
heimasíðuni er rættuliga
umfatandi. Greitt verður frá
ymiskum sjúkum, og hvørji
eyðkenni eru fyri hesar sjúkur.
Somuleiðis ber til at lesa um
ymsan heilivág, og hvør
heilivágur verður nýttur fyri
hvørjar sjúkur. Kennir tú teg
illa til passar, ber til at fara
inn á heimasíðuna og við at
upplýsa tíni sjúkueyðkenni,
kanst tú møguliga finna fram
til, hvat bagir tær.
Spyr apotekaran
ella læknan
Ein møguleiki við nýggju
heimasíðuni, sum nógv iva
leyst fara at gera sær dælt av,
er, at tað ber til at seta fakfólki
spurningar. Tú kanst til dømis
spyrja um ymiskt viðvíkjandi
heilivági, so sum prís, hjáárin
og annað. Eisini kanst tú
sum brúkari seta spurningar
viðvíkjandi heilsu. Í fyrstu
atløgu roynir apoteksverkið
sjálvt at svara spurningunum,
men er talan um so mikið
umfatandi spurning, at tað
krevur svar frá lækna, verður
hetta eisini gjørt.
- Spurningarnir verða allir
svaraðir, og eitt fólk kannar
dagliga, um nakar nýggjur
spurningur er settur. Vit ætla,
at tað í mesta lagi skal taka
tvær vikur at fáa ein spurning
svaraðan, og helst styttri enn
so, sigur Richard Schwartson.
Spurningarnir, ið verða
settir, verða ikki sjónligir á
heimasíðuni, fyrr enn teir eru
svaraðir av fakfólki.
Arbeiðið við at gera heima
síðuna hevur tikið umleið eitt
hálvt ár, og í sambandi við hetta
arbeiði hevur apoteksverkið
havt ein arbeiðsfólk við fýra
persónum, ið hava fingist við
hetta. Tað er lýsingarstovan
Sansir, ið hevur ment, forrit
að og sniðgivið nýggju heima
síðuna.
Føroysk heilsukunning á netinum
Fýra av fólkunum, ið hava verið við til at gjørt nýggju
heimasíðuna hjá apoteksverkinum. Frá vinstru eru tað Beinta
Hilduberg og Daisy Sloan frá apotekinum, Elin Michelsen frá
Sansum og Richard Schwartson frá apotekinum.
Mynd: Terji Nielsen
Petur Eirik Djurhuus, PE Kolonial:
- Selja nógv ósunt til jóla
Petur Eirik Djurhuus, sum eigur og rekur PE Kolonial , sigur, at
sølan av karamellum og sjokolátu í ár líkist søluni undanfarin ár
Mynd: Terji Nielsen
Bent Lundsgaard, deildarleiðari í FK, framman
fyri nøkrum av vælumtóktu karamellunum
Mynd: Terji Nielsen
- Lítil vinningur
á karamellum
Hetta er tíðin, tá ið
vælumtóktu kara
melldósirnar ganga
títtar um handilsdiskin.
Tað eru serliga trý
sløg av karamellum,
sum fólk fara eftir, og
kappingin millum hesi
sløg er hørð. Hvussu
nógvar karamellur
verða seldar til jóla,
vilja innflytararnir ikki
upplýsa, men talan er
um nógv tons
Karamellir
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Føroyingum hava altíð dámt
serstakliga væl ensku kara
mellirnar, og einki bendir
á, at hetta er við at broytast.
Serliga eru tað tey trý sløgini,
Quality Street hjá Nestle,
og Roses og Heroes hjá
Cadbury, sum fólki dámar
væl. Tað eru ávíkavíst Poul
Hansen og Damfar, sum inn
flyta hesar karamellur.
Trý kilo til hvørt hús
Innflytararnir vilja ikki upp
lýsa, hvussu nógv verður inn
flutt av karamellum árliga,
men sum skilst, etur hvørt
einstakt føroyskt húski einar
tvær dósir árliga. Tvær dósir
svara til umleið trý kilo av
karamellum. Í Føroyum eru
gott og væl 17.000 húsar
hald, og tað vil siga, at vit
føroyingar eta gott og væl 50
tons av karamellum árliga.
Hjá Damfar, sum inn
flytir Roses og Heroes
karamellirnar hjá Cadbury,
verður sagt, at nýtslan hesi
seinnu árini hevur verið
rættuliga støðug, men
annars hava tey ikki hug
til at upplýsa stórvegis um
karamellirnar.
Tað er Poul Hansen, sum
innflytir Quality Street
karamellirnar hjá Nestle.
Ejler Johannesen, sum hevur
ábyrgdina av góðgætissøluni
hjá Poul Hansen, sigur, at
okkurt um 97 prosent av
øllum karamellunum, sum
fyritøkan selur, verða seldar
til jóla. Hini trý prosentini
verða seld skipum alt árið.
Ejler Johannesen sigur,
at sølan er minkað eitt lítið
sindur seinnu árini. Fyrr
vóru sløk trý kilo í hvørjari
dós, men nú er bert 1,3 kilo
av karamellum í hvørjari
Quality Street dós. Hetta
hevur havt við sær, at nøgdin
av seldum dósum er vaksin,
men samlaða kilotalið er
minkað nakað, sigur Ejler
Johannesen.
Tað er hørð kapping um
karamellukundarnar, og
innflytararnir eru eisini
ógvuliga trekir at koma við
upplýsingum. Tað ræður um
ikki at keypa ov nógv inn, so
at man hevur eina rúgvu eftir,
tá ið jólini eru farin aftur
um bak, men samstundis
er eisini umráðandi at hava
nóg mikið á goymslu, siga
innflytararnir.
50 tons av kara
mellum til føroyingar
Ejler Johannesen, sølumaður hjá Poul Hansen, sigur, at umleið
97 prosent av øllum Quality Street karamellum, ið verða seldar
í Føroyum, verða seldar stutt undan jólum.
Mynd: Terji Nielsen