hósdagur 15. desember 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 241 - 15. desember 2005
7
Føroyski GBOB
vinnarin Marius,
Føroya best dámdi
rokkbólkur 200,
Føroya villasti bólkur
Sic og Føroya glaðasti
bólkur Lama Sea,
hetta eru nakrir av
bólkunum, ið vera
við á komandi savns
fløguni Solid Tunes
Ungt virki
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
»Popplist er ov popputt!
Hetta er ein roynd at skapa
ein rokkutt alternativ«,
sigur Teitur Fossaberg,
marknaðarleiðari á unga
virkinum Solid Tunes,
sum í næstum fer at geva
fløguna Solid Tunes út. Her
er talan um eina savnsfløgu
við løgum hjá kendum og
minnið kendum føroyskum
rokkbólkum og rokkkendum
bólkum. Nýgg jasta Popplist
fløgan hevur ligið ovast á
sølulistanum hjá 3’aranum
í nógvar vikur, so er spurn
ingurin, um Solid Tunes
megnar hetta sama avrik.
Felagsáhugi í tónleiki
Solid Tunes er partur av
verkætlanini á Føroya
Handilsskúla í Havn Ungt
Virki.Tey fýra, ið mynda
virkið Solid Tunes eru
Jacoba Jacobsen (stjóri),
Teitur Fossaberg(marknað
arleiðari), Hansy Højgaard
(framleiðslustjóri) og Randi
Mullis (fígg jarstjóri). Tey
hava øll ein felags áhuga í
tónleiki, og tað er úr hesum
áhuga, at hugskotið um eina
fløguútgávu er sprottið.
Fleiri av teimum eru tón
leikarar, og Teitur arbeiðir
við ungdómssíðunum í
SMS blaðnum. Tey vóru tí
samd um, at teirra verkætlan
skuldi hava við tónleik at
gera frá fyrsta degi.
18 bólkar
Tey hava spurt føroyskar
rokkbólkar og einstaklingar
um at luttaka, og næstan allir
hava játtað. Onkur vildi tó
ikki vera við. Bólkarnir fáa
ongan fígg jarligan vinning
av luttøkuni. Alt yvirskotið
fer til okkurt vælgerandi
endamál innan tónleikin
t.d. Grót. 18 bólkar hava
játta at luttikið, teir eru:
Lama Sea, Týr, Makrel,
Sic, The Dreams, The
Story Ends, 48 Pages, Páll
Finnur Páll, Johannes og
William, Marius, Orkestrii
her vestrii, Side Effect, 200,
Eager 2 Please, Deja Vu,
Rene Bischoff, Synarchy og
Heiðrikkur á Heygum.
Gott bland
Hetta er eitt gott bland av
kendum og ókendum, ið er
heilt tilvitað, sigur Teitur
Fossaberg. »Vit kunnu á
hendan hátt marknaðarføra
nakrar av teimum minnið
kendu bólkunum, og hjálpa
teimum fram. Bólkar sum
Týr, 200, Makrel og Páll
Finnur Páll hava nógvar
fjepparar, og fólk fer neyv
an at spola framvið løg
unum, sum eru við hinum
bólkunum.« Á fløguni eru
eisini fleiri bólkar, ið hava
nógvar fjepparar uttan at
hava givið fløgu út. T.d
The Dreams, Sic, Marius,
Orkestrii her vestrii, Eager 2
Please og Side Effect. Hetta
kann sjálvandi gera fløguna
sera áhugaverda fyri fólk, ið
vilja hoyra sín yndisbólk á
fløgu.
Marius áðrenn GBOB
Føroyski GBOB vinnarin
og norðurlendski GBOB
meistarin Marius er ein av
bólkunum á fløguni. Hetta
er jú ein upplagdur luttakari.
Men tá tey spurdu bólkin,
var hann rættiliga ókendur.
Hetta var áðrenn GBOB lut
tøkuna, og tey høvdu hoyrt
bólkin og hildu hann vera
sera góðan. Tí var hann
spurdur. Her er dømi um
ein bólk, sum hevur flutt
seg frá at vera ein bólkur,
sum skuldi hjálpast fram
við fløguni, til at vera ein
bólkur, sum hjálpir fløguni
fram.
Samráðast við
útgevarar
Solid Tunes skipa ikki fyri
innspælingunum, og tí er
talan um endurútgávur hjá
kendu bólkunum. Meðan
hinir minni kendu bólkarnir,
allir hava verið ella eru á veg í
upptøkuhølið í sambandi við
komandi útgávir, tí er talan
um góða upptøkugóðsku hjá
øllum bólkum.
Solid Tunes er í sam
ráðingum við plátufelagið
TUTL, ið hevur víst stóran
áhuga í útgávuni. Tey hava
somuleiðis prátað við 3’aran,
ið eisini var jaliga stillaður
til útgávuna.
Konsert og útgáva
Í sambandi við fløguútgáv
una hava tey hugsa um at
gera eina útgávukonsert.
Men henda skal ikki vera í
SMS, tá Ungt Virki verður
har, siga tey. Tí so fáa øll
hini virkini eisini ágóðan av
hesum, og hetta er jú eisini
ein kapping. Ætlanirnar
eru tó ikki komnar so langt
við hesum enn. Nú verður
dentur lagdur á fløguhúsan,
ið skal gerast. Her hevur
bólkurin fleiri hugskot,
og tosar í løtuni við ein
sniðgeva, ið kann hjálpa við
at gera okkurt av hesum til
veruleika.
Fígging úr USA
Randi Mullis er fígg jarstóri
í Solid Tunes. Randi er
býtisnæmingur úr Illinois
í USA. Hon er kastað inn
í hesa verkætlanina. Hon
sigur, at hon heldur, hetta
vera frálíkt. »Í USA fáa vit
ongantíð nakra ábyrgd á
okkara skúlum, einki sum
hetta í øllum førum!«. Hon
sigur, at hon hevur veruliga
lært nógv av hesum.
Hon kendi einki til Føroy
ar, fyrr enn hon sá navnið á
einum umsóknarblaðið, men
gjørdist forvitin og helt, at
hetta var eitt áhugavert
land at vitja. Henni dámar
eisini væl í Føroyum. Eisini
føroyskan tónleik, sigur
unga amerikanska gentan
í Týr t-troygg juni. Hon
spælir fleiri ljóðføri og er
sera áhugað í tónleiki. Tí er
hendan savnsfløgan ein sera
stuttlig uppliving, heldur
Randi.
Hetta er gott
Øll fýra eru samd um, at
Ungt Virki er ein frálík
verkætlan, ið man lærir
sera nógv av. Teitur heldur
tó ikki, at leiðslan í Føroya
Handilsskúla dugir nóg væl
at sígg ja, hvussu virðismikil
hendan verkætlan er. Tí har
er als ikki sett nóg nógv tíð
av til hetta.
Bólkurin valdi hetta navnið
orksakað av, at tað ljóðaði
væl. Tað vísir somuleiðis, at
tey standa saman, og at her er
eingin »slingur í valsinum«,
siga tey. Tó viðganga tey, at
bólkaarbeiðið hevur verið
eitt sindur strævið til tíðir.
Serliga í byrjanini dámdu
Teitur og Hansy dekan ov
væl at kjakast, og hetta var
ikki altíð so heppið. Men tey
siga, at nú gongur væl.
Djóragarður í floksstovu
Verkætlanirnar
í
Ungt Virki eru nógv
ar og spennandi,
men kanska tann
mest forvitnisliga
er djóragarðurin.
Í eini flokkstovu á
Handilsskúlanum
ber til at sígg ja
slangur,
íkornar,
fisk, eina tík við
hvølpum, pungrottir,
eiturfroskar
og
mangt annað forvitn
isligt.
Hetta
hevur
m.a. fingið onkran
barnagarð at leita
sær niðan á Handilsskúlan við Marknagilsvegin, har
kønið djóraserfrøðingurin í bólkinum, greiddi frá um
øll djórini.
nud
Rokksavnsfløga á veg
Solid Tunes eru: f.v.Teitur Fossaberg(marknaðarleiðari), Jacoba Jacobsen (stjóri), Randi Mullis (fíggjarstjóri) og Hansy Højgaard (framleiðslustjóri)