hósdagur 15. desember 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 241 - 15. desember 2005
9
rættiliga passalig, nú skip
og manning eru farin út at
gera sínar fyrstu royndir.
Hans Arni Bertholdsen
heldur, at eitt størri trýst hevði
ligið á manningini, um skipini
annars lógu og rokaðust í
svartkjafti beint nú.
- So, hesin fiskiskapur
passar okkum væl í løtuni,
leggur hann aftrat.
Tóvini hjá svartkjaftaskip
unum eru ymiskt – alt eftir,
hvussu fiskiskapurin er.
- Tá ið lítil fiskur er at
fáa sum nú, er hvørt tóvið
helst einar 12 tímar, men er
nógvur fiskur, kunnu tóvini
vara millum 10 minuttir og
eitt korter, sigur hann.
Eftir ætlan
- Tað, sum vit í fyrsta lagi
vilja við hesum fyrstu døg
unum av túrinum, er, at
fáa verksmiðjuna at koyra.
Verksmiðjan er stór, og hon
er júst sett upp umborð á
skipinum. Maskinur, bond
og annað skulu stillast inn,
og vit kunnu rokna við, at
tað tekur sína tíð, áðrenn alt
gongur eftir ætlan.
Hans Arni vísir á, at allar
12 skerimaskinurnar, sum
vóru umborð á Nærabergi,
eru instaleraðar umborð á
Atlantic Navigator, men um
framt hesar, eru fýra mask
inur settar upp aftrat.
Sama er við frystarunum.
Nakað av útbúnaði til sur
imiframleiðsluna var umborð
á nýggja skipinum, men ein
partur av útbúnaðinum til
surimi, sum var umborð á
Nærabergi, er eisini umborð
á Atlantic Navigator.
- Higartil kunnu vit bert
siga, at tað gongur eftir ætlan,
soleiðis sum vit vónaðu, at
tað fór at gera, tá ið vit fóru
undir hesa verkætlan, sigur
Hans Arni.
Ein stórur fyrimunur er,
at so at siga alt fólkið, sum
nú er umborð á Atlantic
Navigator, hevur verið við
Nærabergi áður.
- Eg haldi, at tað eru
færri enn 10 fólk, sum
nú eru umborð á Atlantic
Navigator, ið ikki hava verið
umborð á Nærabergi áður,
sigur hann.
Góð útlit
Hans Arni vísir á, at norð
menn – og ikki minst Kjeld
Inge Røkke sjálvur – leggja
stóra orku í hesa verkætlan
og síggja stórar møguleikar
í henni.
- Hýrurin er góður, og fólk
eru positiv.
Hann sigur, at Atlantic
Navigator er flaggskipið hjá
Røkka, og hann er sinnaður
at leggja nógva orku í at fáa
lønsemi í verkætlanina.
- Brotið er burtur úr nýggj
um, og hetta hevur verið ein
long leið, men tað er ikki at
taka munnin ov fullan at siga,
at Næraberg ”fungeraði”, nú
hann fór úr flotanum.
Næraberg hevur verið í
vinnu í níggju mánaðir í ár
og hevur fiskað fyri stívliga
100 miljónir krónur.
- Raksturin hevur givið
undirskot í fleiri ár, men
hevði Næraberg verið byrj
aður á 0 í ár, hevði slett ikki
sæð so galið út. Tí vóna
vit, at møguleikarnir, sum
nýggja skipið hevur, fara at
geva tað íkast, sum restar í.
Hans Arni vísir á, at
framleiðsluorkan umborð
á Atlantic Navigator er
nógv størri enn orkan, sum
Næraberg hevði.
- Í fyrsta lagi eru skeri
maskinurnar nógv fleiri,
frystararnir nógv fleiri, og har
aftat er feskvatnsframleiðslan,
sum var ein trupulleiki umborð
á Nærabergi, nógv størri.
Hann vónar, at økta fram
leiðsluorkan kemur at geva
skipi og manning eitt størri
íkast, tá ið nógvur og góður
fiskur er at fáa, sum tað
stundum er í vertíðini.
- Jú, vit eru ógvuliga
spentir,
og
norðmenn
brenna virkuliga fyri hesi
verktælan, sigur Hans Arni
Bertholdsen á skrivstovuni
hjá P/F Næraberg.
Ein annar fyrimunur er
eisini, at Atlantic Navigator
er nýggjari og tí væntandi
eisini verður bíligari í eitt nú
viðlíkahaldi.
Aftur í januar
Gongst sum ætlað hjá At
lantic Navigator, kemur skip
ið ikki til lands aftur fyrr enn
umleið 20. januar.
Nakrir serfrøðingar og
onnur eru umborð, sum
skulu í land aftur fyri jól,
og ætlanin hjá reiðarínum
er, at teir skulu koma í land
við øðrum skipi.
Ein møguleiki, sum felag
ið onkuntíð hevur brúkt, er
at senda Silju eftir teimum,
sum skulu í land. Men til
tess krevst, at veðrið er
hampiligt, og at Atlantic
Navigator tá ikki er alt ov
langt burtur.
Atlantic Navigator:
fyri smáum hálum í byrjanini
- Raksturin av Nærabergi
hevur givið stórt undirskot í
fleiri ár, men hevði Næraberg
verið byrjaður á 0 í ár, hevði
slett ikki sæð so galið út. Tí
vóna vit, at møguleikarnir,
sum n‡ggja skipið hevur, fara
at geva tað íkast, sum restar í,
sigur Hans Arni Bertholdsen
á skrivstovuni hjá P/F
Nærabergi í Klaksvík
Mynd: Anna V. Ellingsgaard
bili til jólaaftanshaldið, eru
tey vælkomin at siga frá – og
syrgt verður fyri, at øll koma
trygt heimaftur, sigur hon.
Sonja vísir á, at skal nóg
mikið av mati verða til øll
– og somuleiðis gávur til øll,
mugu fólk, sum ætla sær at
verða við til jólahaldið, lata
frætta frá sær.
- Tilber at tekna seg hjá
KFUK á tlf. 311928 ella
hjá mær og manninum, tlf.
310177, sigur Sonja Klein,
prestur.
an í KFUK
Sonja Klein og maður hennara,
Holger
Arnbjerg,
skipa
aftur í ár saman við Jørgeni
Dahl fyri jólaborði í KFUK
Mynd: Jógvan Páll Simonsen
RoundTrip
í Kheops
Norski jazzbólkurin
RoundTrip spælir
í Kheops í Havn
um
vikuskiftið
T ó n l e i k u r
dagfinn@sosialurin.fo
Fríggjakvøldið
og
leygarkvøldið
spælir
RoundTrip úr Noreg á
Kheops. Hetta er jazz
kvartett, ið hevur vunnið
virðing og heiðurslønir.
Kheops er vorðið
jazzdepil í Havn og hetta
vikuskiftið er so veruliga
nakað sermerkt at fara til,
tá RoundTrip fer á pallin.