hósdagur 15. desember 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 241 - 15. desember 2005
Dagur í dag er ein merkisdagur fyri skroypiliga fólka
ræðið í Irak. Dagurin er eisini lagnudagur Iraks. Val er til
lóggávutingið í nýskipaðu iraksku politisku skipanini.
Hetta at fara frá sera harðrendum og bondskum eina
ræðið til fólkaræði eftir vesturlendskum leisti er eingin
løtt tilgongd. Hetta er heldur eingin einføld tilgongd.
Her er tvørturímóti talan um eina sera trupla og sera
torføra tilgongd við nógvum forðingum og nógvum
snávingarsteinum.
Tá USA og tess ameindu lupu á Irak fyri 1000 døgum
síðani, var eitt endamálið at beina burtur einaræðið
og seta fólkaræðið á stovn í staðin. Men eingin er í
dag so góðtrúgvin, at hann ikki veit, at her vóru eisini
onnur tilelvi. USA og Bretland vildu hava ræðið á
oljuríkidømi Iraks, eins og tey høvdu tað áðrenn allar
kollveltingarnar, ið sópaðu vesturlendsku ávirkanina
út úr landinum. Eftir Kuwaitkríggið varð Irak jú boy
kottað og, merkti hetta, at oljutrot gjørdist, serstakliga
í USA. Hóast boykottið var sum harragud veit og
stórar mongdir av olju vórðu fluttar til vestheimsins
umvegis tað sonevnda oil for food programmið, so
elvdi hetta boykot til trot.
USA og Bretland vildu tí hava beinleiðís ræðið á
oljuni í Irak, og var hetta eisini ein týðandi orsøk
til álopið á stýrið hjá Saddam. Av tí at hesin frá at
vera ein av bestu vinum USA av Kuwaitkrígnum varð
vorðin aðalfíggindi USA við hópoyðingarváonum á
gloymslu, var ikki torført at finna góðar grundir til
at loypa á landið, og so var gjørt. At tað eftirfylgjandi
er kom fram, at eingi hópoyðingarvápn vóru, og at
Saddam hvørki var verri ella betri, enn hann hevði
verið á teimum døgum, tá núverandi varforseti og
verjumálaráðharri vóru húsfólk hjá Saddami, hevði
ongan týdning. USA og Bretland høvdu fingið nakrar
góðar grundir fyri at byrjað kríggið.
Tað er nú alt farið, og í dag snýr tað seg um fólkaræðið
og skiftið frá aldargomlum patriarkalskum einaræði
til fólkaræðið eftir amerikanskum leisti. Hóast hesin
leistur kanska ikki situr so væl til tað, vit her í Europa
meina við fólkaræði, so er alt betur enn tað ræðuliga
einaræðið, ið valdaða meðan Saddam, var í vælmaktini.
Øll demokratisk hugsandi menniskju mugu tí biðja
gott fyri valinum í Irak í dag. Alt stendur og fellur við
hesum vali. Friður og javnvág í Miðeystri. Tign og
umdømi Bretlands og USA standa og falla við hesum
vali. Ja, entá tað nú krígsførandi Danmark kann fáa
trupulleikar. Lætt verður tað ikki, og dagurin byrjaði
við eini yvirgangsatsókn. Nú er so bert at vóna, at
valið kemur at gagna fólki og fólkaræði í Irak og at
ein lívfør og virkisfús stjórn kemur burturúr valinum.
Hetta merkir eisini ein stjórn, ið fær frið at virka uttan
uppílegging frá USA og øðrum stórveldum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Lagnudagur
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Gordon Ejdesgaard
Uppskotið hjá Bill Justinus
sen, løgtingsmanni, um eina
broyting av samansetingini
av Búskaparráðnum hevur
fingið nakað av umrøðu í sein
astuni. Onnur uppskot hava
verið frammi. M.a. at skipa
fyri eini ráðstevnu í staðin
fyri vanligu frágreiðingar
ráðsins. Hugskotið um ráð
stevnuna ljóðar gott. Men
tað ljóðar minni gott at
avtaka Búskaparráðið.
Tað er ein grundleggjandi
trupulleiki, sum stingur
seg upp í uppskotinum hjá
Bill Justinussen. Tað ljóðar
skilagott, at fáa útlendskar
búskaparfrøðingar sum part
av Búskaparráðnum. Orsøkin
skal helst vera at hesir ikki
eru partur av nøkrum polit
iskum flokki ella annað
”kompromitterandi”. Hetta
minnir tó ikki sørt um eina
amerikanska rættarsak, har
trupult er at finna gegnigar
nevningar.
Uppskotið er soleiðis hátt
að, at tað kann vera trupult
at vera ímóti tí.
Men um ein trýr, at tað
at fara á altjóða marknað
in loysir sokallaða ”trupul
leikan” við okkara lokalu
búskaparfrøðingum, fer
ein skeivur. Trupulleikin
gerst ein annar og munandi
størri. Nú skulu løgtings
menn til at skilja millum
búskaparfrøðingar
sum
hella til Keynes ella til døm
is Milton Friedman. Frá teim
um vinstrahallu til teir ultra
liberalu. Óansæð valið verða
teir settir í bás.
At velja búskaparráð
geving er í hesum føri ein
búskaparpolitiskur spurn
ingur. T.d. er einki at ivast
í, at Torbjørn Jacobsen og
Óli Breckmann er ósamdir,
um teir skulu velja ein
Friedmann-fjeppara sum
ráðgeva. So longu her hava
vit trupulleikan.
Samanbering
Ikki er heilt av leið at sam
meta omanfyrinevna spurn
ing við næmingin og lærarin.
Næmingurin er ósamdur
við lærarin og ynskir tískil
ein annan lærara. Og kann
næmingurin- Bill Justinus
sen- velja, ja so gera hann
tað.
At broyta samansetingina
er tað sama sum at koyra
lærarin til hús, tí næmingurin
er ósamdur við lærarin. Hvat
við at givið næminginum
nakað av serundirvísing?
Hetta er ikki óvanligt inn
an skúlagátt. Hví ikki løg
tingsgátt?
Hevur nakar innlit í før
oyskan búskap, eru tað bú
skaparfrøðingarnir í Búskap
arráðnum.
Tað er ikki búskaparfrøð
ingunum í ráðnum ella útlend
ingunum, nakað er galið
við. Men Bill Justinussen!
Geva ráðgevararnir ikki tey
ráð Bill ynskir- ja, so út við
teimum. Henrik Old segði
tað soleiðis, at vit ótu tara
í dag, um vit høvdu lurtað
eftir búskaparfrøðingunum.
So út við teimum! Hví ikki
viðganga at fakið búskapur
júst ikki er sterka síða løg
tingsmanna. Og tað er heldur
ikki meiningin, at so skal
vera. Helst skal Løgtingið
vera samansett av mongum
yrkisbólkum.
Um ráðini frá útlendingum
ikki passa í ”krammið” hjá
onkrum flokki, so er tað
tí fremmandu búskapar
frøðingarnir ikki skilja før
oysk viðurskifti. Teimum
verður óiva eisini skotið í
skógvarnar at vera vinsta-
ella høgravendir ella okkurt
heilt annað.
Grønlendingar hava roynt
nakað tað sama. Tá radikalur
kritikkur frá fremmandu
serfrøðingunum frá OECD
og m.a. M. Paldam profess
ara kom á borðið, bakkaðu
grønlendingar. Útlending
arnir skiltu jú ikki tey ”ser
ligu” grønlendsku viður
skiftini…. Hví skal støðan
ikki vera tann sama her? Før
oyskur og grønlendskur poli
tikkur líkjast nógv í hesum
sambandi: ” eingin skal siga
okkum, hvat vit eiga at gera,
um vit ikki vilja gera tað”.
Hetta t.d. at seta spurning
við sjálvsræðisrættin (inte
gritetin) hjá løgtingsmann
ingini er ein heilag kúgv í
politikki. Tak dømi um at
broyta valskipanina. Tað er
óhugsandi, at løgtingsmenn
eftir ráðum frá útlendskum
búskaparfrøðingum, høvdu
broytt skipanina.
Uppskotið
hjá
Bill
Justinussen kann tykjast
skilagott. Men hædd er ikki
tikin fyri at trupulleikin
bert verður fluttur annað
stað. Og trupulleikin gerst
enn størri og munandi meira
kompleksur.
Samansetingin av Búskaparráðnum
Bjørn Kalsø
landsstýrismaður
Kári P. Højgaard, løgtings
maður, heitti um miðjan
november alment á undirrit
aða um at virka fyri, at NMT
450 skipanin verður verandi
virkin til GSM og VHF skip
anirnar eru útbygdar.
Við hjálp frá Bjarna Djur
holm, landsstýrismanni í
samskiftismálum, fór áheit
anin víðari til Føroya Tele,
ið alment hevur boðað frá,
at NMT 450 skipanin ikki
verður sløkt á nýggjárinum,
men møguliga seinni í 2006.
Somuleiðis upplýsti Føroya
Tele, at arbeitt verður við at
betra um GSM dekningin.
Vónandi verður GSM dekn
ingurin fullgóður, áðrenn
NMT skipanin verður niður
løgd.
Viðvíkjandi VHF dekningi
kann upplýsast, at eg í upp
skotinum til fíggjarlóg
fyri 2006 havi biðið um
játtan, sum skal nýtast til
at keypa nýggjan útbúnað
til Tórshavn Radio. Nýggi
útbúnaðurin kann tøkniliga
handfara fleiri VHF sendi-
og móttøkustøðir enn verandi
útbúnaðurin, og fleiri VHF
støðir eru neyðugar, um betr
ast skal um dekningin. Eftir
ætlan verða fleiri VHF støðir
settar upp í 2007.
Í áheitanini til mín bað
Kári P. Højgaard eisini
avvarðandi myndugleika
fáa veðurstøðina í Mykinesi
at virka aftur sum skjótast.
Avvarðandi myndugleiki er
Danmarks Meteorologiske
Institut (DMI), men havi
eg kannað, hví veðurstøðin
ikki virkaði í nakrar vikur.
Hetta skyldaðist, at DMI
legði um frá NMT til GSM
sendiskipan. Sendistøðin er
virkin aftur, og veðurmát
ingarnar úr Mykinesi verða
sendar bátum og skipum.
Meira útgreinað svar er
sent Kára P. Højgaard, løg
tingsmanni, beinleiðis.
Svar til Kára P. Højgaard, løgtingsmann