Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. desember 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 241 - 15. desember 2005 11 Jákup á Stongum F0-380 Sørvág Útlendingamálið er ein peru­ vellingur, og eg havi ongan áhuga í at blanda nøkur følils­ ir inn í málið. Hjá mær er tað ítrótturin tað hevur snúð seg um. Tað sum er stungið út kortið her hjá okkum, hevur borið framá. Men teir sokallaðu politisku karmarnir, gera alt totalt ómøguligt. Í løtuni liggur landið so­leiðis - nú tosa vit um flog­ bólt - at nøkur av feløgunum hava útlendingar uppá longt ar­beiðsloyvið, hesir eru bí­ligari fyri felagið. Onnur royna seg við sokallaðum ítrótt­ar-arbeiðsloyvi, sum er væl dýrari, og onnur hava givið skarvin yvir. Soleiðis deilir INLMR grøn, gul og reyð kort út mill­um feløgini og tað hevur verið og er framvegis trupult at síggja hvørjum reglum spælt verður eftir. Millum út­lendingar er tí vanligt at spyrja: Hví sleppur hann/ hon tá ið eg ikki sleppi? Stórstu nøsina eigur løg­ tingið sjálvt. Har er aft­ur og aftur sagt, at teir út­lend­ing­ar­ nir sum eru her, skulu sleppa at verða verðandi. Hetta er avgjørt stórsta orsøkin til at man í dag stendur sum Kánus. Løgtingið sjálvt hevur tí - í den grad - viðvirka til at hampa­fólk nú verða ákærd av politinum. Tað kanska mest áhuga­ verda er at henda støða løg­ tingsmanna er - um nakað - merkt av følilsum, heldur enn av konstruktivum út­lend­ ingapolitikki. Tað at alt kortini ikki er so svart hvítt sum ”tey lóg­ kønu” vilja gera tað til, eru treytirnar í tí sonevnda Ítróttar-arbeiðsloyvinum. Her skulu feløgini gjalda 52% og ein -ella fleiri?- ar­beiðsgevarar skulu gjalda 48%. Hendan avtalan sýnir at tað ber til at broyta fortreytirnar, men góð er hon ikki. Er neyðugt við eini ser­ skip­an, eigur gjaldið hjá ítrótt­arfelagnum at verða minn­ið, kanska eini 5-til- 6000,-kr. Annars skal við loyvinum til ítróttarfelagið fylgja rætt­ urin til at arbeiðja frítt í hes­um landinum, eisini hjá hjúnafelagað. Treytin fyri árligari end­ urnýggjan av loyvinum kann vera at viðkomandi, sakt­ans saman við ein­um hjúnafelaga, hava forvunnið ávísa minstupphædd til dagligdagin. Ongin av­mark­ ing eigur at vera hvussu stór inntøkan kann verða. Í flestu ítróttargreinum er sett avmarkað tal av leikandi útlendingum. Er neyðugt við fleiri avmarkingum kann kvota setast á samsvarandi hesum. Annars haldi eg at tað vóru skipaði viðurskifti á økinum inntil innlendismálaráðið legði seg uppí. Tá vistu vit hvørjar spælireglurnar vóru, nú er alt fløkt. At arbeiðsloysi skal verða stóri trupuleikin er mót­ prógvað tá arbeiðsgevarar ikki fáa fólk frá ALS tá biði verður um tað. Eg meini bara at tað ræð­ur um at halda seg til veruleikan og ikki til eina fantasiverð. Onkursvegna livir INLMR í eini fantasiverð sum onki hevur við virkuliga lívið at gera. At ”vurdera” um eitt arbeiðið er skikka ella ósjkkka - den ene eller den anden vej - brýtur onga lóg! (Her kann leggjast afturat at nakrir av útlendingunum kundu ynskt eitt pausuár heima hjá familjuni, men teir tora ikki tí so sleppa teir ikki inn aftur í hetta landið) Útlendingamálið - ein peruvellingur! VIÐMERKINGAR Carl August Arge x-limur í Sjálvstýrisflokkinum Eftirsum eg havi verið val­ evni fyri hendan flokk, og í tí sambandi alment havi biðið fólk um at stuðla flokk­inum, haldi eg tað vera rætt­ast, al­ment, at boða frá, at eg ikki longur stuðli hesum flokki og tíans­heldur viðmæli øðr­um at gera tað. Tann aktuella grundin er floksins støða í diskrimina­ tiónsmálinum. At flokkurin atkvøður ímóti at verja fólki móti diskriminatión vegna kynsligan samleika meti eg vera í beinleiðis anstøðu við stevnuskrá flok­sins. Har stendur greitt, at flokkurin er ímóti øllum mannamuni og allari happing. Vit eru fleiri sum leingi hava roynt at fingið eitt orða­­skifti í flokkinum um hetta mál – tó uttan úrslit. Eg meinti, ta tíð tað var, at Sjálvstýrisflokkurin var ein frælslyntur sosial- liberalur flokkur við ein­um opnum og livandi innan­ floks orðaskifti. Í dag má eg ásanna, at flokk­urin, við núverandi formanni, er ein ultra konservativur flokkur við nærum ongum innanfloks orðaskifti. Eg veit, at ein stórur part­­­ur av limunum í Suður­ streym­oyar Sjálv­stýrisfelag eru vónsvikin av flokkinum í hesum máli og tí vantandi orðaskiftinum um eym mál í flokkinum. Degns hús og 4000 undirskriftir! Farvæl Sjálvstýris­ flokkurin Sjúrður Olsen býráðslimur Góði Heðin Mortensen, hvussu kanst tú misnýta undir­skriftirnar hjá teimum sum undirskrivaðu fyri at Degns hús ikki skuldu rívast niður, tú veit eins og eg, at tað var talan um at nokta fyri at geva byggiloyvi og friða Degns hús. Høvdu tey 4000, sum undirskrivaðu, vitað, at Tórshavnar Bý­ráð skuldi gjalda 5 mill. fyri at keypa Degns hús, ella at borgarar í Tórshavnar kommunu skuldu gjalda kr. 250,- í part, so hugsi eg, at tað hevði verið meira smáligt við undirskriftum. Nei, góði Heðin, tú veit, og flest øll vita, at her talan um fíggjarligt svans. Hans Waag stjóri í Handilskjarnanum Í kvøld skal býráðið taka støðu til, um høvuðs­staðar­ kommunan skal keypa Degns hús. Um býráðið skal gera henda handilin, og um teir halda, at kommunan skal rinda fimm milliónir fyri tey, er upp til teir fólkavaldu at gera av. Men tað eru politisku signal­ini, sum í sambandi við umrøðuna av hesum keyp­inum hava verið frammi, at vit undrast. Leingi hevur verið tosað um, hvussu týdningarmikið tað er, at tað er lív í hugnaliga miðbýnum. Fyri okkum, sum halda til í miðbýnum, benda politisku signalini ikki á, at tað eru korini fyri handli og tænastum í miðbýnum, sum tað verður hugsað um. Í staðin fyri at fokusera upp á, hvørjir møguleikarnir eru fyri at gera miðbýin meiri atkomuligan, so verður tosað um, hvussu tað skal bera til at avmarka møguleikarnar hjá teimum, ið ætla sær við bili í miðbýin. Møguleikarnir at parkera skulu skerjast upp­aftur meiri, og tað hev­ur eisini verið nevnt, at bil­ferðsla í miðbýnum skal mest sum bannast. Vit halda, at hetta eru lítið konstruktivir tankar, og vit halda, at tað eru nógvir møgu­leik­ar, ið eru meiri huga­ligir, og sum býráðið átti at umhugsað. Sjálvandi um málið framvegis er, at fyri­ treytirnar hjá handilslívinum og øðrum tænastuvinnum í miðbýnum skulu betrast. Parkeringsumstøðurnar eru altíð aktuellur spurn­ ingur. Kommunan skal eiga tøkk fyri, at teir syrgdu fyri væl eydnaða par­keringsplássinum við Jóannes Paturssonargøtu. Vit halda, at kommunan átti umhugsað at fingið fleiri parkeringspláss til vega. Býráðið átti at hugt rundan um seg, hvussu teir í grannalondunum loysa henda spurningin. Ein upplagdur møguleiki hevði verið at hugsað um parkeringøkir í fleiri hædd­ um. Tað eru so nógv dømi um, at hetta ikki nýtist at skemma umhvørvið. Hetta átti at verið umhugsað á Skála­trøð, og tað eru eis­ ini onnur øki, har góður møguleiki hevði verið fyri hesum. Í vikuni varð møguleikin nevndur, at nú fast samband verður um Leirvíksfjørð, átti kommunan at umhugsað at sett bummar, soleiðis at tað skal gerast torførari at koma í miðbýin. Hetta er heilt burturvið. Bilurin skal setast longri úti ella uppi í býnum, og so skulu tey ferðandi ferðast til og frá miðbýnum við býbussunum, verður sagt. Uppskotið ljóðar kanska ikki so órímuligt. Men tað ber ikki til at fáa sovornar skipanir í lag, meðan buss­ leiðin er í tí líki, sum hon nú er tað. Frekvensurin er alt ov lítil. Tað ber ikki til at rokna við, at tey, sum hava ferðast í egnum bili í ein tíma til Havnar, fara at lata sær lynda, at tey skulu brúka tað mesta av einum tíma fyri at sleppa inn í býin. Um býráðið ætlar at gera álvara av hesum tiltakinum, so mugu teir økja nógv um busstænastuna. Tað ber ikki til at rokna við, at fólk á veg til og úr miðbýnum skulu bíða í meiri enn tíggju minuttir. Tað er ivaleysa long bíðitíð. Í staðin fyri at práta um, hvussu tað í býnum kann gerast ólagaligari hjá teimum, sum tað nú verður lagaligari hjá at ferðast til Havnar, so átti býráðið at umhugsað og viðgjørt, hvussu miðbýurin átti at verið gjørdur meiri innbjóðandi. SMS er partur av miðbýnum, men tað er einki sjálvsagt samband mill­ um Trapputrøðna og gamla miðbýin. Hvussu hugnaligt og gott samband kundi ver­ ið veruleiki á hesum strekki­ num, átti at verið ein av kon­ struktivu avbjóðingunum hjá kommunalu myndug­ leiku­num at farið undir. Tað eru nógvir kon­struk­ tivir møguleikar. Myndug­ leikarnir eiga at fokusera upp á teir heldur enn at senda signal út um, hvussu teir umhugsa at gera forðingar fyri, at tey, sum miðbýurin livir av at tæna, skulu sleppa hagar, sum tey ætla sær. Miðbýurin og møguleikarnir