Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. desember 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 241 - 15. desember 2005 Dagurin í morgin 16. desember. Lázarus. Vinmaurin í Betania, sum Jesus vakti upp frá deyðum (Jóhs. kap. 11). Ein halgisøga sigur, at hann seinni doyði friðarliga, ein onnur at hann varð hálshøgdur undir Domitianus keisara. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu tá okkara góði maður og abbi Knút Erling Háberg doyði og varð jarðaður. Tøkk fyri blómur, kransar, peningagávur til Kristnastovu og til Sangkórið í Ebenezer. Tøkk til tykkum, sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðina og øllum tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Sunneva, Knút og Sunneva Týsdagin 8. november 2005 andaðist ein av fyrrverandi starvsfeløgum okk­ ara, Knúd Thorsvig, prentari, 61 ára gamal, eftir at hava verið álvarsliga sjúkur í nøkur ár. Knút lærdi til prentara á Lands­ prentsmiðjuni í Havn. Hann arbeiddi sum prentari bæði í Føroyum og eitt skifti á stórari prentsmiðju í Dan­ mark. Umframt at arbeiða sum prentari í Gamla Bókahandli, arbeiddi hann eisini á fleiri av tíðindabløðunum, sum høvdu sína egnu prentsmiðju. Eitt skifti hevði hann sína egnu prent­smiðju heima. Knúd gekk høgt upp í sít fak sum prentari, og var hann í fleiri ár for­maður í Føroya Prentarafelag. Hann var fakfelagsmaður og dugdi sera væl at samráðast og fáa góðar sáttmálar fyri felagið. Hann fylgdi væl við í tí sum fyri­ fórst í samfelagnum. Hann hevði sínar avgjørdu meiningar og dugdi sera væl at grundgeva fyri teimum og leggja síni sjónarmið fram. Knúd var góður ítróttarmaður. Hann spældi borðtennis í felagnum Roynd, og hann var vinstri bakverjii í HB í mong ár. Hann byrjaði á dreingja­liðnum í 1956, og hann kom á fremsta liðið í 1963. Har spældi hann í 1963, 1964 og fyrra helm­ ingin av 1965. Øll hesi árini vann HB FM heitið. Eftir at hann hevði verið burturi frá fótbólti í nøkur ár, var Knút aftur á besta HB liðnum í 1970. Hann umboðaði tríggjar ferðir Før­ oy­ar á landsliðnum. Fyrsta dystin spældi hann í 1964, tá ið hann 19. juli var við móti Íslandi B í Gundadali. Í 1970 spældi hann báðar dystirnar á útivølli. Teir vóru móti Orknoyum og Hetlandi. Hann var limur í Havnar Klubba, og var hann ein av dugnaligu billard- spælarunum har og luttók í fleiri kapp­ingum. Foreldrini hjá Knúd vóru Oluffa, f. Poulsen, av Eiði, og Ejler Thorsvig, sum var dani. Knúd var yngstur av systkjunum, hini eru: Poul Erik, sum býr í Danmark, og Solveig Arge, sum býr í Havn. Knúd var giftur Maritu, dóttir Tullu og Åge Dahl, urmakara í Havn. Marita og Knúd fingu dóttrina Ann­iku, sum er gift Eyðuni, ið eis­ ini hevur fingið sær eftirnavnið Thors­vig. Knúd var sera góður við familjuna og gekk høgt upp í síni abbabørn. Seinasta arbeiðsplássi hjá Knúd var á Sosalinum á Argjum, har hann koyrdi stóru rotatiónspressuna. Hann arbeiddi á Sosialinum í fleiri um­førum, har hann fyrst og fremst var á prentsmiðjuni, men hann tók eisini eina hond í við umbróting og reproviðgerð í blaðhúsinum. Øll vistu hvar man hevði Knúd. Altíð frynt­ligur, altíð trúgvur og gjørdi sítt arbeiði til fulnar. Hann var eisini ein góður starvsfelagi, tí hann var sosialur og góður at tosa og vera saman við. Hann gørdi sítt til at fáa lív og ró í eitt annars stressað arbeiðs­ pláss. Øll starvsfólk vóru góð við Knút. Saknur er í honum. Friður veri við minninum um Knúd Thorsvig. -red Til minnis um Knúd Thorsvig Tøkk Hjartaliga takka vit øllum fyri samkenslu og hjálp, tá ið kæra mamma, vermamma og omma okkara Elin Frederiksberg Klaksvík varð sjúk, doyði og varð jarðað. Tøkk til starvsfólkini á Klaksvíkar sjúkrahúsi, Landssjúkrahúsinum og Hotel Tórshavn, fyri hjálp og umsorgan. Tøkk til Hans Eiler Hammer og Pól Johannesen, fyri góð og troystarrík orð. Eisini ein tøkk til kirkjutænararnar og gravarar. Tøkk til tykkum mongu, sum hjálptu so væl til á einhvønn hátt. Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir og peningagávur til KFUM og K. Hjartans tøkk til tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Ása, Harald, Elsa og Ebbe Tøkk Øllum tykkum, sum á ymsan hátt mintust og gleddu meg á 75 ára degnum, takki eg hjartaliga. Eisini vil eg nýta høvið til at ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár. Blíðar heilsur Erling Hansen, Fuglafjørður Anna K. Højgaard, fotografur í Hoy­vík, er komin á markn­ aðin við ”Fólka­ kalendaranum 2006” ið er ein sera snotuligur kalendari við myndum av 12 teimum elstu fólku­ num í Føroyum um árskiftið 2004/2005 Kalendari Hvussu síggja tey elstu fólk­ ini í Føroyum út? Við hesum forvitnisliga spurninginum í viðførinum ferðaðist Anna K. Høj­gaard, fotografur, um ársskiftið 2004/2005 kring landið og avmyndaði tey elstu fólkini í Føroyum. Tey gomlu eru ein rættiliga ósjónligur partur av okkara samfelag. Tú sært tey ikki á gøtuni longur, kanska tí at heilsan er farin at bila og beinini viknað. Kortini eru tey framvegis ein livandi og gevandi partur av okkara gerandisdegi, um tey so framvegis búgva heima hjá sær sjálvum, á stovni, ella hjá eftirkomarum. Í einum samfelag, har ung­ dómsmentanin er í hásæti, hevur fotografurin vent lins­­uni móti teimum elstu borg­­arunum í landinum. Foyr­utu andlitini og tal­andi eygnabørgdini siga frá stór­ um og smáum hending­um og sorg og gleði eftir eitt langt, langt lív. Tey 12 fólkini í kalend­ar­ anum vóru millum 98 og 103 ár, tá myndirnar vórðu tiknar. Sambært Lands­fólka­ yvirlitinum vóru tey millum tey elstu í Føroyum um hetta mundið. Føroyski Fólkakalendarin kostar 100 kr. og fæst til keyps í bókabúðum og øðrum handlum kring landið. Fólkakalendarin 2006: 12 tey elstu - ein fólka­­kalendari