Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. desember 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 241 - 15. desember 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Jarðarferðin hjá Gustavu Bech, Tvøroyri, verður úr Tvøroyarar kirkju leyg­ ardagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Gustavu, kunnu lata Føroya felag móti Krabbameini eina peningagávu. Konto í pen­ingastovnunum. Andlát og jarðarferðir 75 ára føðingardagur Í dag, hósdagin 15. desember fyllur Karl Isaksen í Klaks­ vík 75 ár. Dagurin verður hildin hjá dóttrini á Traðagøtu. Opið hús frá kl. 19.00. Øll eru vælkomin. Gullbrúdleyp Í dag, 15. desember hava hjúnini Elia og Ingvard Poul­ sen, Skála gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin saman við børnunum. Í dag, hósdagin 15. de­semb­ er, verður Karl Isaksen í Klaksvík 75 ár. Allir klaks­ víkingar kenna Karl, og í hvussu so er tey tilkomnu kring landið, sum eru áhugað í fótbólti, eiga at komast við gamla KÍ málverjan. Karl er klaksvíkingur, og hann hevur altíð búð í Klaksvík. Foreldrini vóru Mia og Sámal Jacob Isaksen. Hon varð nevnd Mia hjá Linu og var ættað úr Gerðum. Hann var úr Norðagøtu og varð nevndur Sámal Jákup í Gøtu. Tey fingu ellivu børn: Poulina, Ella, Estrid, Solveig, Ingibjørg, Kristian, Karl, Osvald, Petur Juul, Richard og Minna. Solveig búsettist niðri, og øll hini settu búgv í Klaksvík. Tað hevur sjálvandi sást aftur í, at henda ættin hevur verið millum tær stóru í býnum. Poulina, Estrid og Petur Juul eru ikki á lívi longur. Karl Isaksen koyrdi bil hjá Hugo Gardar, og so ar­beiddi hann hjá Óla Hans á Biskups­ støð. Hann var eitt nú við, tá ið teir bygdu Magasing, sum stóra klædna­búðin hjá Kjøl­bro á Biskups­støð varð nevnd. Tað er tann bygning­ urin, sum bókasavnið nú heldur til í. Frá 1954 og í trettan ár ar­beiddi Karl hjá Føroya Bjór. Hann sigldi við skipi­ num Føroya Bjór, sum virki átti, og sum sigldi millum oyggjarnar við øli og soda­ vatni. Í 1969 keypti Karl Svarta­ berg, sum hann hevur róð út við síðani. Nú er tað yngsti sonurin, sum drívur bátin. Karl giftist í 1953 við Siggu Jóhonnu ella Hannu, sum er fødd Andreasen og ættað úr Fuglafirði. Tey fluttu inn í egin hús í Víku­ num, og har hava tey búð síðani. Hanna og Karl eiga fýra børn: Hillebert, Sólarn, Marni og Eileen Matras. Sólarn býr á Húsum, har hann koyrir buss. Hini búgva í Klaksvík. Hillebert er við Sundabergi, Marni rør út, og Eileen arbeiðir í barnagarði. Karl eigur sjey abbabørn. Tey seinnu árini hevur Karli dámað væl at spæla bridge, og saman við so mongum øðrum í familjuni er hann íðin KÍ viðhaldsmaður. Sjálvur var Karl, sum al­tíð hevur verið vinsælur og fryntligur og sum fram­ vegis er væl fyri, í mong ár sjálvskrivaður aftasti skansi á besta KÍ liðnum. Hann gavst í 1964. Tá hevði hann í seytjan ár ver­ ið 1. liðs málverji, og tá hevði hann verið við til at vunn­ið meistarheitið sjey ferðir - í 1952, 1953, 1954, 1956, 1957, 1958 og í 1961. Karl var kvikur á linjuni og dugdi væl at leypa út. Hann hevði sín egna stíl, og fleiri ættarlið av dreingjum ímyndaðu sær á teigum og í túnum og á vøllum, at teir vóru Karl málmaðurin, sum hann varð nevndur. Karl spældi tríggjar ferðir á landsliðnum. Fyrsta ferðin var í 1957 móti Hetlandi í Havn, og í 1959 spældi hann móti Íslandi B og Hetlandi. Bretskir trolarar vitjaðu ofta á Klaksvík. Dreingir og unglingar komu í sambandi við skipsmenninar, og fleiri komu væl eftir eingilska máli­num. Teir lærdu trolara eingilskt, sum tað verður tikið til. Karl plagar at siga, at hann kom serliga væl eftir eingilska málinum, tá ið hann eitt skifti sum skúladrongur á sjúkrahúsinum lá einsa­ mall­ur føroyngur á stovu sam­an við seks bretskum fiski­monnum. Meðan Karl spældi fótbólt, vitjaði KÍ bæði í Aberdeen og Orknoyggjunum, og eis­ ini á landsliðsferðini í Het­ landi fekk Karl vinmenn í grannalondunum fyri sunn­ an. Hann hevur ofta ferðast í Hetlandi, og hetlendingar hava vitjað í Klakvík. At het­ lendingar framvegis minnast til og hava samband við Karl hoyrdist í sendingunum, sum Útvarpið hevði úr Hetlandi undan oyggjaleikunum síðsta summar. Føðingardagin heldur Karl hjá dóttrini, sum býr í Traðagøtu 13. J Karl Isaksen 75 ár Prógv 14. desember 2005 tók Karolina Thomsen, 32 ár, prógv sum stats.aut. fótterapeutur á Randers Tekniske Skole, Fodterat.afd. Fríggjadagin 16. desember 2005 fær Eydna Vágsheyg Kruse í Havn prógv sum optikari á Frederiksberg Tekn­ iske Skole. Hon hevur lært hjá P/F Skilling í Havn. Lærumeistari var Heidi Arge. Í viku 48 og 49 var Henning Joensen, sum gongur í 10. b í Vágs skúla, í starvsvenjing á Sosialinum. Henning er 15 ára gamal og spælir við dreingjum í bóltfelagnum VB Starvsvenjing Henning Joensen úr Vági var í starvsvenjing á Sosialinum í tvær vikur, viku 48 og 49. Hann var við til nógv ymiskt saman við journalistum og myndamonnum, t.d. var hann í rættinum í samband við okkurt sakarmál, til sjónleik og á Sernámsdeplinum. Hann var eisini uttanfyri Havn­ina, hann var t.d. við ein túr í Vágum tá Bónus læt upp nýggjan handil í Mið­vági. Henning sigur, at honum dámdi sera væl á Sosialinum. Samanhaldið millum starvs­ fólkið var gott og stuttligar viðmerkingar fuku alla tíð­ ina millum borðini á redak­ tiónini. Hóast starvsfólkini høvdu nógv at gera, serliga áðrenn deadline, kendi hann seg væl­ komnan og fekk fleiri upp­ gávur at arbeiða við. Henning hevur lovað at støkka inn á gólvið á Sosial­ inum, næstu ferð hann kemur til Havnar. Henning Joensen í starvsvenjing á Sosialinum Henning Joensen úr Vági var í starvsvenjing hjá Sosialinum í viku 48 og 49 Mynd: Jens Kristian Vang Lena R. Guttesen og Barbara Tausen, sum eisini vóru í starvsvenjing á Sosialinum, seta Henning inn í arbeiðið á blaðnum Mynd: Magnus Gunnarsson www.sosialurin.fo