Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. desember 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 241 - 15. desember 2005 UTTAN ÚR HEIMI Størri hjálp enn nakrantíð fyrr Teir donsku hjálparfelagsskapirnir hava ongantíð fingið so nógvar pengar frá donskum gevarum sum í ár, skrivar Kristeligt Dagblad. Hjá Reyða Krossi og Unicef siga tey, at árið í ár er metár, og hjá Folkekirkens Nødhjælp og Læknar Uttan Landamark verður sagt, at tey hava fingið sjáldsama nógvar og harafturat eisini sjáldsama stórar gávur í ár. Flemming Kofod-Svendsen, sum er formaður í felagnum hjá teimum donsku innsavningarfelagsskapunum, sigur við Kristeligt Dagblad, at árið í ár hevur verið merkt av, at nógvur peningur er savnaður í sambandi við vanlukkur. Sum dømi nevnir hann flóðalduna í Suðueasia, jarðskjálvtan í Pakistan og hungursneyðina í Niger. CIA duldi burturflyting Nýggi týski uttanríkisráðharrin, Frank-Walther Steinmeier, rør nú uppundir, at amerikanska fregnartænastan CIA breyt týska lóg, tá hon tók týska ríkisborgaran Khaled el-Masri og flutti hann til eina amerikanska fangalegu í Afghanistan. CIA burturflutti el-Masri á markinum ímillum Serbia og Montenegro í desember í 2003, men fimm mánaðir seinni lótu amerikanararnir hann leysan uttan at greiða honum frá, hví hann hevði sitið fangi. Hann fekk heldur onga umbering. Týskir fjølmiðlar hava leingi spurt, hvat táverandi týska stjórnin visti um málið við Khaled el-Masri. Tað hevur ljóðað, at táverandi innanríkisráðharrin, Otto Schilly, varð kunnaður um málið í mai í fjør, men at hann fekk munnkurv. Men sambært nýggja uttanríkisráðharranum fingu týsk­ ar­arnir einki at vita frá amerikonsku myndugleikunum fyrr enn í juni í fjør ella ein mánað eftir, at el-Masri var latin leysur. Tað vil við øðrum orðum siga, at amerikanararnir høvdu rænt og burturflutt ein týskan ríkisborgara og havt hann í varðhaldi í fimm mánaðir uttan at kunna týskar myndugleikar um tað, sigur Steinmeier. Bush verður ST-umboð ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, hevur biðið fyrrverandi amerikanska forsetan George Bush átaka sær starvið sum serligur ST-umboðsmaður í jarðskjálvtaøkinum í Pakistan, og hann hevur tikið av. Uppgávan hjá gamla forsetanum er at skipa fyri end­ur­ byggingararbeiðinum í útnyrðingspartinum av Pak­istan og í tí partinum av Jammu-Kashmir, sum er undir pakistonskum eftirliti. Síðani skjálvtan tann 8. oktober hevur pakistanski herurin staðið á odda fyri hjálp­ar­ar­beiðinum. Men arbeiðið hevur gingið seint, og enn búgva mong av hgeimum heimleysu í tjøldum, sum tey hava fingið frá ST. Hetta er ikki fyrstu ferð, at George Bush eldri er uppi í hjálpararbeiði. Aftan á flóðalduna í fjør gingu hann og Bill Clinton undan í arbeiðinum at savna hjálp til tey neyðstøddu, skrivar AP. Demokratarnir ósamdir Í demokratiska flokkinum í USA eru politikararnir so ósamdir um Irak-kríggið, og eygleiðarar eru farnir at spyrja, um demokratiski flokkurin yvirhøvur hevur nakað uppskot um, hvat USA skal gera. Eitt nú sigur av teimum fremstu demokratisku politik­ ar­unum, Joseph Lieberman, at tað er eingin orsøk til at broyta Irak-politikkin hjá Bush-stjórnini. Harafturímóti er senatorurin og fyrrverandi Vietnam-hermaðurin John P. Murtha ein av teimum fremstu talsmonnunum fyri, at USA skal taka sínar hermenn úr Irak sum skjótast. Politiskir eygleiðarar í Washington siga, at í veru­leik­ anum er talan um eina innanhýsis uppgerð í demokratiska flokkinum. Mong spyrja, hvat Hillary Clinton, senatorur, sigur, men hon hevur verið rættiliga tigandi um ósemjuna. Kortini verður hildið, at hennara hugsan er á leið mitt ímillum hugsaninar hjá Liebenman og Murtha, og tað er kanska eisini tað skilabesta, tá hugsað verður um kongressvalið næsta ár, og at hon kanska fer at royna seg sum forsetaevni um trý ár, siga eygleiðararnir. Neyvan nakrastaðni í heiminum eru teir stríðandi partarnir so harðrendir og eirindaleysir sum í borgarakrígnum har norðuri í Uganda Kríggj Árni Joensen: fartekst@mail.dk Í hesari vikuni eru læknar hjá hjálparfelagsskapinum Læknar Uttan Landamark og niðurlendska stovninum Interplast Holland farnir undir at skurðviðgera tólv fólk, sum eru vorðin lamløstað í tí sjáldsama harðrenda borgarakrígnum har norðuri í Uganda. Søgurnar úr bygdunum í hesum økinum eru ræðu­ ligar. Har eru fólk, sum ikki hava nakrar varrar longur, tí krígsbrotsmenn hava skorið tær av teimum. Har eru fólk, sum ikki hava nakra nøs long­ ur, onnur hava eingi oyru, onnur hava mist ein ella fleiri fingrar, og uppaftur onnur hava mist annan armin ella annað beinið. -Tað eru serliga kvinn­ur­ nar, sum fáa hesa óhugnaligu við­ferðina, sigur Petter Hveem hjá Læknum Uttan Landamark við norska blað­ ið Aftenposten. Sjálvur var hann í Uganda fyrr í ár, og har hitti hann fleiri fólk, sum høvdu fingið eina óhugna­liga viðferð. Fleiri av teimum, sum hava mist sínar varrar, hava ilt við at eta, og teimum tørvar tí læknahjálp. ST sigur, at meiri enn ein millión fólk eru flýdd til serligar legur, har myndugleikarnir royna at verja tey ímóti upp­ reistr­ar­monnum. Men tað er so sum so við verjuni, tí nógv og serliga kvinnurnar líða illa undir teimum áhald­ andi samanbrestunum ímill­ um stjórmnarherin og tann tiltikna uppreist­ar­felagsskapin Harrans Mótstøðuher. Nógv børn hvørva og verða brúkt sum hermenn ella sum sextrælir. ÅHarrans Mótstøðuherur er tiltikin fyri sín harðskap. Millum annað brúkar hann børn til at drepa síni egnu skyldfólk ella onnur børn. Mótstøðuherurin hevur stríðst ímóti stjórnini í átjan ár. Hansara mál er at skipa Uganda sum eitt land, ið skal stýrast eftir teimum tíggju boðunum í Bíbliuni. Tann 77 ára gamli John B. Nixon bleiv avrættaður fyri at hava myrt eina kvinnu. Sjálvur segði hann, at tað var sonur hansara, sum myrdi hana USA Árni Joensen: fartekst@mail.dk Fuyri tjúgu árum síðani varð John B. Nixon dømdur til deyða fyri at hava Beint fyri einari kvinnu, sum æt Virginia Tucker. Undir kanningunum kom løgreglan eftir, at maður Virginiu hevði givið John B. Nixon 1.000 dollarar fyri at myrða konuna. Tað kom eisini fram, at báðir synirnir hjá John B. Nixon høvdu verið við til at leggja morðið til rættis. Úrslitið varð, at allir fýra vórðu tiknir. Maður Virginiu Tucker varð ákærdur fyri at hava leigað annan mann at myrða konu sína, og tað kost­ aði honum lívlanga fongs­ ulsrevsing. John B. Nixon varð ákærdur fyri at hava framt sjálvt morðið, og hann varð dømdur til deyða. Synir hansara vórðu ákærdir fyri at hava medvirkað til morð, men teir fingu lutfalsliga lina revsing og eru langt síðani slopnir úr fongslinum. John B. Nixon noktaði seg sekan. Tvørturímóti helt hann uppá, at tað var annar sonur hansara, sum myrdi Virginiu Tucker. -Tað nívir meg, og tað er svárt at viðganga tað, men eg veit, at tað var annar sonur mín, ein spaniumaður og ein vinmaður teirra, sum framdu morðið, segði John B. Nixon. Hann vildi tó ongantíð siga, hvør av synunum myrdi kvinn­una. Gjáranáttina varð tann nú 77 ára gamli John B. Nixon leiddur inn í avrættingarrúmið í fongslinum í Mississippi, eftir at Haley Barbour, guv­ er­nørur, og hægstirættur høvdu boðað frá, at teir ætlaðu sær ikki at broyta deyðadóm hansara. Løtu seinni fekk hann eina eitur­ innspræning. -Eg myrdi ikki Virginiu Tucker vóru hansara seinastu orð, áðrenn hann fekk ta drepandi sproytuna. Skyldaði upp á sonin Ræðuleikans kríggj Irakar vóru í gjár á vali og mannaðu tjóðartingið, sum skal semjast um at skipa ta fyrstu demokratiskt valdu stjórnina. Sunni­musl­ im­arnir, sum hava boykottað onnur val, vóru á vali í gjár, men ikki fyrr enn í næstu viku fáa vit at vita, hvussu úrslitið var Týðandi val í Irak