Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-15, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. desember 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 241 - 15. desember 2005 15 Eydnusom fólk sova best Heilsa & lívsstílur Heilsa maggi@sosialurin.fo Arbeiði og familja Hesi seinastu 18 árini er tíðin, sum danir nýta til at vera saman við øðrum uttan fyri arbeiðsplássið og nærmastu familjuna, hálverað, og hvør dani hevur hálvanannan tíma minni av frítíð um dagin. Hjá einum stórum parti av dønum fyllir ar­beiðið so nógv, at tey als ikki hava stundir til t.d. felagslív, politisk ar­beiði og vinir. Hetta hóttir ikki ein­ ans lívskvalitetin hjá tí ein­staka, men eisini demo­kratiið, sigur Jens Christian Tonboe, pro­fessari á Aalborg Uni­versitet, sum hevur gjørt eina kanning av ”Balancen mellem ar­bejdsliv og andet liv” fyri Teknologirådet. Kelda: Kristeligt Dagblad Royking undir barns­burði Royking undir barns­ burði kann vera við til at børn verða fødd við lægri vekt, verri imm­un­verju og fleiri trupul­leikum við ovur­ viðkvæmi seinni í lívi­ num. Sambært donskum granskarum eru slík børn eisini í størri vanda fyri at fáa t.d. kon­sentra­ tións- og at­ferð­artrupul­ leikar. Kanningar vísa, at tríggjar av fimm mamm­um til børn við atferðartrupulleikum hava roykt undir gravidi­ tetinum. Granskararnir halda, at tað er nikotinið, sum ávirkar heilan hjá barn­i­n­ um undir gravidi­tetinum. Orsøkin er hendan giftin órógvar menningina av reseptorum, sum við­­gera signalstoffið dopa­min í heilanum. Hendan teoriin verður stað­fest av áður gjørd­ um kanningum av bæði djórum og menn­ iskjum tíðliga í gravidi­ tetinum. Kelda: Sunnhetsbladet Ein norsk kanning er gjørd av yvir 8.000 túsund tvíburum við tí endamáli at kanna í hvønn mun arvafrøðilig og umhvørvislig viðurskifti greiða samanhangið millum eydnu og svøvn. Tað vísti seg, at glaðari og betri nøgd­ir tvíburarnir vóru, færri svøvn­ trupulleikar høvdu teir. 66 prosent av saman­hang­ unum kundu greiðast arva­ frøðisligt. Kanningin vísti at samsvar er mill­um tað arva­frøðiliga í sam­band við lukku og tað arva­frøðiliga í samband við svøvn­trupul­ leikar. At vera eydnusamur er eitt týðandi íkast til betri heilsu. Eydnusom menniskju hava færri kropsligar og sálarligar trupulleikar at stríðast við, og tey klára seg munandi betri í arbeiðslívinum og liva longri. Svøvntrupulleikar minka um lívskvalitetin, økja um vandan fyri ólukkum, minni kemur burtur úr á ar­beiðsplássinum, og vand­ in fyri bæði kropsligum og sálarligum sjúkum trupul­ leikum økist. www.fhi.no Sambært serfrøðingunum hjálpur svøvnur ikki ein­ans upp á útsjóndina og vakur­ leikan, men at sova nokk virk­ar eisini upp á vektina og heilsan. Granskarar hava kannað sambandið millum svøvn og yvirvekt hjá 1.000 frískum fólkum og almannakunngjørt úrslitið í faktíðarritinum ”Archives of Internal Medi­ cine”. Kanningin vísti, at menn sova meira enn kvinnur og at tjúkk fólk sova í miðal minni enn kløn. Í miðal sova tjúkk fólk 1,8 tímar minni um vikuna, enn tey sum viga, tað tey eiga. Aðrar kanningar vísa ann­ ars, at vaksin fólk, sum taka sær ein lúr um eftirmiddagin, klára seg munandi betur í sálarligum testum og sova betur um náttina. Kelda: www.mozon.no Kløn fólk sova betur