Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. desember 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 241 - 15. desember 2005 Tá The Royal High­ ness fara á pallin í Kagganum í kvøld saman við The Dreams, verður talan um eina heilt serliga tónleikauppliving FO/DK konsertferð Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Danski rokkbólkurin The Royal Highness kom til Før­ oyar í gjár. Í kvøld, í annað kvøld og leygarkvøldið spæla teir konsertir saman við The Dreams. Konsertferðin er lið­ ur í konsertrøðini FO-DK Konsertferðir, sum Norður­ landahúsið skipar fyri sam­an við FUT og donsku tónleikafeløgunum DJBFA og Dansk Artistforbund. The Royal Higness er ein rættiliga nýggjur bólkur við einans einum ári á baki, men bólkurin er longu byrjaður at fáa áhugaverd sambond í USA og Bretlandi. Eg fekk orð á bassleikaran í The Royal Highness, Thom­ as Broge-Starck, aftan á at bólkurin hevði havt ljóð­ roynd í Kagganum har fyrsta konsertin verður í kvøld. Júst afturkomnir úr USA Bólkurin er júst komin aftur úr USA, har teir vórðu sera væl móttiknir. “Í USA tóku tey sera væl ímóti okkum, millum annað tí okkara tón­ leikur hevur fingið íblástur frá amerikanskum rokki frá 70-unum, og tað er eftir øll­um at døma, nakað tey leingjast eftir at hoyra har yviri. Í USA hevur rákið ann­ ars verið, at tey flestu har royna at spæla evropeiskan rokk”, sigur Thomas. Danir vilja til Føroyar Eg spurdi um, hví ein bólk­ur, ið arbeiðir við at sláa ígjøg­ num í USA og Bretlandi, vel­ur at fara til Føroyar at spæla. Thomas segði, at hann væntar, at flestu danir feg­in vilja sleppa til Føroyar, tí ein hoyrir so nógv gott um Føroyar og føroyingar. Men tá charterferðin skal keypast, so liggur leiðin vanliga suður­ eft­ir. Tí sóu teir í The Royal Highness hetta sum ein góð­ an møguleika at uppliva Før­ oyar. Teir gjørdust varðir við møguleikan í einum tíð­inda­ brævi frá Dansk Artist­for­ bund, og ivaðust onga løtu í at søkja um at luttaka. Hetta er eisini ein møguleiki hjá okkum at sleppa at spæla, og vit eru so nýggir, at okkum tørvar tær royndir vit kunnu fáa. Hetta er sjálvandi eisini ein háttur at sleppa inn á før­ oyska marknaðin, ið slettis ikki kennir okkum. Ein annar nærleiki Í Danmark spælir bólkurin á størri og minni spælistøðum alla tíðina, t.d. á einum stórum klubba í Keypmannahavn fríggjakvøld og á eini lítlari barr í Jútlandi leygarkvøld. Fyri umleið einum hálvum ári síðan spældu teir bara í støðum á stødd við Kaggan, og persónliga dámar Thom­ asi væl at standa so tætt við áskoðararnar og aftan á at standa í barrini og práta við fólk. Hetta gevur ein nær­ leika, ið tú ikki fært á stóru støðunum. Ein serlig uppliving Konsertin í Kagganum verður als ikki, sum konsertirnar í USA. Ì USA var talan um sýnisglugga konsertir, har tónleikaídnaðurin var um­boðaður. Tí spældu teir øll tey mest útvarpsvinarligu løgini á teimum tiltøkunum. Í Kagganum verður í nógv størri mun talan um eina per­ sónliga konsert. Her fáa vit høvið at spæla, sum okk­um dámar best við im­provisa­ tiónum og ymiskum stutt­ ligum. Tí verður konsertin ein heilt serlig uppliving. Við sær hava teir egnan ljóð- og ljósmann, og hetta tryggjar, at teir verða ljóðblandaðir á rættan hátt. Konsertin í Kagganum er somuleiðis fyrsta konsertin hjá nýggja gittarleikaranum Fridthjoff, og tað er í sjálvum sær spenn­ andi. Úr norskum punki Nýggi gittarleikari Fridthjoff er júst komin upp í bólkin. Teir hava í eina tíð havt ætl­anir um at fáa ein gittar­ leikara afturat. Hetta so at sangarin kann brúka meira orku upp á sangin, utt­an at skula hugsa um at spæla allar gittarleiklutir. Teir hava tó ikki funnið rætta mann­in fyrr enn nú. Teir kendu ikki Fridthjoff per­ sónliga, men høvdu hoyrt norska punkbólkin hjá hon­ um Span í útvarpinum. Tá boðini bórust herfyri, at Span vóru givnir, ringdu teir til Fridthjoff, ið játtaði at luttaka. Í mjørka og regni Thomas greiddi frá, at teir høvdu leigað ein bil á flogvøllinum, og koyrdu sjálv­ir til Havnar, men mjørki og illveður gjørdu sítt til at útsýnið ikki var serliga gott. Men alíkavæl helt hann føroysku náttúruna vera sera stórsligna og vakra. Hann var eisini sera bergtikin av Norðurlandahúsinum, har bólkurin býr, meðan hann er í Føroyum. Hetta eru eini fantastisk hús sigur hann, og vónar ein dag at sleppa at spæla í frálíku hølunum. Kennir okkurt til føroyskan tónleik “Vit vænta okkum nakrar feitar konsertir saman við The Dreams”, sigur Thomas, ið er eitt sindur yvirraskaður av tónleikastílinum hjá The Dreams, ið hann júst hevur hoyrt eina løtu í ljóðroyndini. Hann hevði vænta meira rein­ dyrkaðan punk, og ikki tann nýggja poppunkin, ið bólkar sum Green Day, Blink 182, Sum 41 og altso eisini the Dreams spæla. Thomas er annars ikki heilt eiðasørur, tá talan er um føroyskan tón­ leik. Hann arbeiðir á einum donskum plátufelagi, ið hev­ur givið onkra fløgu við Eivør út. Harumframt kennir hann tónleikin hjá Teiti. Tríggjar konsertir Konsertirnar við The Roy­al Highness og The Dreams vera í Kagganum hós­­kvøldið kl. 20, Atlantis fríggjakvøldið kl. 19, og í Ítróttarhøllini á Kambsdali leygarkvøldið kl. 23.30. Í Kambsdali spæla eisini Páll Finnur Páll, og aftaná leggur DJ Switch tónleikin á. Tann konsertin er samskipað sam­ an við Showtime Sound Light­ning. Kongalig vitjan í Kagganum, í Atlantis og á Kambsdali The Royal Highness búgva í Norðurlandahúsinum, ið teir halda vera eini fantastisk hús og vóna onkuntíð at sleppa at spæla har Mynd: Jens Kristian Vang