Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-15, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. desember 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 241 - 15. desember 2005 Lønarútgjaldingarnar veksa alsamt og tað er serliga hýrur og lønir hjá fiskimonnum sum hækka Lønarút­ gjaldingar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað er aftur farið at ganga framá í Føroyum. Í hvussu so er, um metast skal eftir lønunum, sum verða útgoldnar í Føroyum. Nýggjasta uppgerð frá Hag­ stovuni vísir, at í no­vember í ár vóru 31 milli­ónir hægri enn tær vóru í november í fjør. Á heimasíðu síni sigur Hag­stovan, at í november í ár vóru lønargjaldingarnar 538 milliónir pg tað eru eru 31 milliónir meira enn í november í fjør, tá ið lønar­ útgjaldingarnar vóru 507 milliónir. Í prosentum er talan um ein vøkstur upp á 6%. Tølini vísa, at tað er at kalla í øllum vinnugreinum, at vøkstur hevur verið. Men serliga stórur hevur verið í sambandi við fiskiskap, har lønir og hýrur til sjómenn eru hækkaðar yvir 19 milli­ ónir í november í ár, aftur­ ímóti sama mánaði í fjør. Fiskiskapurin er sostatt batn­ aður frá góðum 66 milliónum í lønarútgjaldinum í no­vemb­ er í fjør, til góðar 85 milliónir í november í ár. Talan er um góð 29%. Men eisini í fiskiídnaðinum á landi hevur verið ein ávís framgongd. Har vóru lønar­ hækkingarnar 39 milliónir í november í ár og tað er eru 3 millliónir hægri enn í november í fjør. Yvirhøvur vísir yvir­lit­ið, at tað er at kalla í øll­um vinnu­grein­um, at lønar­út­ gjald­ingarnar eru hækk­ aðar. Men summastaðni hevur tó eisini verið talan um aftur­ gongd. Ì prosentum hevur størsta skrædlið verið á ali- og kryvjivirkjunum, men tað er helst ikki óvæntað. Har minkaðu lønarútreiðslurnar úr 6,7 milliónum í november í fjør, niður í 4,5 milliónir í november í ár. Talan er um eina minking upp á næstan 34%. Hjá gistingarhúsunum og matstovunum eru lønar­út­ gjaldingarnar lækkaðar úr 6,5milliónum, niður í 5,2 milliónir, tað eru góð 20%. Hagtølini vísa eisini, at verða teir fyrstu 11 mán­að­ irnar í fjør samanbornir við 11 teir fyrstu mánaðirnar í ár, eru tað bara januar, februar og juli mánaði í ár, sum eru verri enn í fjør, so talan má sigast at vera um eina framgongd sum heild. Serliga fiskiskapurin Tølini hjá hagstovuni vísa, at tað er heilt síðani á sumri seinasta ár, at tað hevur ging­ið støðugt framá í fiski­ skapinum. Men tað er ikki tað, at fiskiskapurin er so nógv batn­ aður. Heldur er tað avreið­ ingarprísurin, sum er støðugt batnaður og sostatt hækkar eisini avreiðingarvirðið. – Toskaprísurin er út ímóti tí besta nakrantíð, hýsu­prís­ urin er miðal góður, meðan upsaprísurin flýtur heldur tungt í sjónum. Hagstovan sigur, at felags fyri prísirnar á hesum trimum fiskasløgunum er kortini, at teir hava verið hækkandi í longri tíð. Toskaprísurin og hýsuprísurin hava verið javnt vaksandi seinastu tvey árini og hetta síðsta árið er eisini upsaprísurin hækkaður. Enn er tó nakað eftir til prísirnir koma upp á sama støðið, sum fyri nøkrum ár­um síðani. Hagstovan hevur eisini gjørt eitt slag av prístali fyri gongdina í prísunum í toski, hýsu og upsa. Tær útrokningarnar vísa, at fyri tosk, hýsu og upsa, er prístalið vaksið eini 30 prosent síðani árslok 2003 til oktober í ár. Fingu 31 milliónir meira í løn – Tað gongur støðugt framá í Føroyum og lønarútgjaldingarnar veksa støðugt. Ein høvuðsorsøk er, at avreiðingarprísurin er hækkaður