Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-15, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. desember 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 241 - 15. desember 2005 23 Jólakonsertin 2005 í Christianskirkjuni Sunnukvøldið verður jólakonsert við Stanley Samuelsen, Arnfríð Lützen og horntónleiki í Christianskirkjuni   Nú jólini eru í hondum, er bara eftir at fara til ár­ligu jólakonsertina í Christ­ians­ kirkjuni. Í ár hevur Klaks­ víkar Hornorkestur, sum hev­ur skipað fyri konsertini í mong ár, fingið fløguaktuella Stanley Samuelsen úr Fugla­ firði, at føra fram. Eisini fer Arnfríð Lützen, songkvinna, at syngja jólasangir. Klaksvíkar Hornorkestur og Ungdómshornorkestrið seta sjálvsagt sín dám á løt­ una við kendum jóla­løg­um. Talan er bæði um gomul løg, sum verða framførd soleiðis, sum vit øll kenna tey, og so eisini kend løg, ið hava fingið nýggjan ham. Konsertin, sum altíð er væl vitjað, verður sunnukvøldið 18. desember kl. 20:00. -ave Høvundar og tón­ leikur í Leikalund Leygarkvøldið er høvi at hitta rithøvund­ arnar Carl Johan Jensen og Jóanes Nielsen, tá teir fara at signera sínar nýggju bøkur í Leikalund. Eisini fer fløguaktuelli Stanley Samuelsen at spæla nøkur løg Mentan  Jólahýrurin í Leikalund heldur fram við ymsum forvitnis­ ligum tiltøkum nú upp undir jól. Nú fríggjadagin kl 17.00, fara Sólgerð Færø og Hanna Steinberg frá Musikk­ skúlanum at spæla nøkur jólaløg á floytu. Fløguaktuelli Stanley Samuelsen, er komin til Føroyar at vitja, og leggur hann leiðina fram við Leikalund leygar­ kvøldið har hann fer at syngja og spæla nøkur løg. Eisini koma Carl Johan Jensen og Jóanes Nielsen á gátt leygarkvøldið, tá teir fara at signera og siga nøkur orð, um sínar nýggju bøkur, “Ó - søgur um djevulskap” og “Glansbílætasamlararnir”. Tiltakið leygarkvøldið byrjar kl 19.00, øll eru vælkomin og vónandi møta fólk fjølment.   ave Í ár verða tað Stanley Samuelsen og Arnfríð Lützen, sum saman við hornblásarum hava konsert í Christianskirkjuni