hósdagur 15. desember 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 241 - 15. desember 2005
88 ára gamla Olga
Bærentsen úr Havn er
ein teirra, sum er flutt
inn á nýggja heimið
fyri minnisveik í
Havn. Hon hevur
fingið eitt gott og
rúmsátt kamar, sum
hon er sera vælnøgd
við
Minnisveik
Snorri Brend
Vallalíð: Tað er eitt av teim
um sera hugnaligu kømr
unum, vit eru stødd inni í.
Alt er gjørt klárt til stóru
høgtíðina fyri framman: Í
vindeyganum eru ljósini
tendrað og runt um í kamar
inum bera mangir lutir prógv
um, at vit eru í adventini og at
jólini standa fyri framman.
Tað angar av hugna inni í
hesum kamarinum, sum nú
verður tað nýggja heimið
hjá Olgu. Hon er eitt av
búfólkunum á hesum nýggja
heiminum fyri minnisveik.
Henda dagin er alt so upp
stákað allastaðni, tí nú er
tann stóri dagurin upprunnin:
Í dag er heimið alment tikið
í nýtslu.
Uttanfyri, í teirri stóru
høllini, verða røður hildnar,
tónleikurin ljóðar og mat
ur er settur fram. Men
hesa løtuna er Olga farin
inn á kamarið fyri at vísa
tveimum umboðum fyri
tíðindatænastuna, hvussu
tað er innrættað.
- Jú, hetta er eitt gott kam
ar, sum eg havi fingið. Her
er gott at vera í allar mátar,
sigur 88 ára gamla Olga,
sum hevur búð heima við
hús líka til nú.
Henda dagin hevur hon
eisini fingið serstaka vitjan,
nú dótturin, ommudótturin
og langommusonurin eru
komin at vitja. Brádliga eru
fýra ættarlið savnað sam
an í kamarinum. Tað má
avmyndast!
Olga setur seg eina løtu
við langommusoninum í
fanginum. Tað er týðiligt at
henda løtan er henni góð og
dýrabar!
Nýbrot
Tað hevur tikið sína tíð at
koma so langt sum at siga, at
hetta heimið nú kundi verða
tikið í nýtslu.
Men fríggjadagin í næst
seinastu viku var so dagurin
komin, tá tann almenna mót
tøkan skuldi vera. Nógv varð
gjørt burtur úr hesum, og tað
merktist í takkartalunum at
heimið var komið í tøkum
tíma.
Tað hevur tikið fimm ár,
frá tí at tær fyrstu fyrireik
ingarnar fóru í gongd, til
tey fyrstu búfólkini kundu
flyta inn.
Men fyri tey eldru man
hetta við tíðini ikki hava
havt tað nógva at siga, tí
tær umstøðurnar, tey nú hava
fingið, eru framúr góðar.
Í talunum var orðið
”nýbrot” ofta tikið fram, og
tí hevur ein alla tíðina miðað
eftir, at heimið skuldi liva
upp til tað, og veruliga gerast
eitt heim fyri henda serstaka
bólkin av landsmonnum
okkara.
- Vit vóna tí, at hetta verð
ur eitt trygt og gott heim fyri
búfólkini, samstundis sum tað
verður eitt gott arbeiðspláss
fyri starvsfólkini, sum tikið
varð til í eini av røðunum.
Í heiminum búgva 16 fólk,
ella rættari 20 skapningar. Tí
umframt tey 16 eldru fólkini
eru eisini fýra húsdjór flutt
inn í heimið.
Børn og eldri
Fyri tey avvarðandi er tað
eisini ein stórur lætti og
tryggleiki at síggja og vita,
at teirra nærmastu eru í teim
um bestu hondunum.
Hesi starvsfólkini fara at
leggja stóran dent á, at taka
útgangsstøði í tí, sum hesi
eldru kunnu og duga, og síð
ani arbeiða út frá tí.
Útgerðin og umstøðurnar
loyva tí teimum at gera
mangt og hvat fyri teim
eldru og ikki minst saman
við teimum, soleiðis at tey
koma at føla seg væl og
verða stimbrað so væl sum
tilber.
Eitt av tiltøkunum á hesi
leiðini eru áðurnevndu hús
djórini, men heimið hevur
eisini fingið eitt samstarv
við ein av barnagørðunum
nærhendis. Og hvat tað sam
starvið kann føra við sær, og
allir hinir møguleikarnir, ið
heimið hevur, tað setur bert
hugflogið mark fyri.
Nýtt heim
Fleiri gestir koma inn at
vitja í kamarinum hjá Olgu,
sum liggur beint út til stóru
høllina har móttøkan er.
Olga situr enn við lítla
langommusoninum í fangin
um. Men nógv vilja sleppa
at heilsa uppá hana, og tí
má hon sleppa hesum lítla
barninum eina løtu.
Vit takka eisini fyri okk
um, og ynskja henni alt tað
besta.
Hon brosar til okkum.
Hon er fegin um sítt nýggja
heim. Eingin ivi um tað!
Her er gott at vera
Jólagudstænasta
tíðindaskriv
Javni bjóðar øllum menn
ingartarnaðum og familjum
teirra til jólagudstænastu og
hugnaliga samveru.
Á jólagudstænastunum
luttaka menningartarnaði
við sangi og upplestri.
Jólagudstænasturnar
verða á hesum støðum:
Eysturoy:
Fríggjakvøldið 16. des
ember kl. 19.00 í Glyvra
Kirkju.
Eftir gudstænastuna verð
ur jólahugni við te/kaffi og
rísalamande og øðrum.
Streymoy:
Leygardagin 17. desember
kl. 16.00 í Havnar Kirkju.
Suðuroy:
Mikudagin 21. desember
kl. 17.00 í Vágs Kirkju.
Eftir gudstænastuna verð
ur jólahugni við te/kaffi og
rísalamande á Hotel Bakk
anum.
Norðoyggjar:
Hóskvøldið 22. desem
ber kl. 20.00 í Christians
kirkjuni.
Eftir gudstænastuna verð
ur jólahugni við te/kaffi og
rísalamande.
Jólagudstænastur fyri
menningartarnað
Fýra ættarlið savnað saman
í kamarinum hjá Olgu:
Aftast vm. Gunn Mikkelsen,
Elsa Mortensen, og síðani
Olga Bærentsen við lítla
dronginum, sum verður borin
til dópin nú sunnudagin
Mynd: Jens Kr. Vang
Nógv fólk vóru samankomin
til móttøkuna næstseinasta
fríggjadag í heiminum fyri
minnisveik í Vallalíð
Mynd: Jens Kr. Vang