hósdagur 15. desember 2005síða 41
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini í Hvannadali
Partur 11
Jógvan hevur ikki meira
enn lagt telefonina frá
sær, so ringir aftur onkur
og sigur, at jólagávurnar
eru stolnar. Og nú eru
fólk eisini farin at koma
inn á politistøðina. Ein
familja fyri og onnur
eftir. Øll rópa í holið
á hvørjum øðrum. For
eldurini eru uppøst, og
nógv børn gráta. Tað er
jólaaftan, og allar gáv
urnar eru stolnar.
- Hvat er hetta fyri
nakrir politistar, sum
vit hava, rópar ein óður
pápi.
- Nú nú, sigur Jógvan,
kom ikki ov væl í gongd,
hann sjálvur.
- Vit vilja hava gávur
nar aftur, og tað skal
verða nú, sigur ein
mamma við gráturødd.
Nú eru so nógv fólk
inni á politistøðini, at
har rúmast ikki fleiri.
Øll rópa, so har hoyrist
ikki mannamál, og tele
fonin ringir og ringir.
Jógvan
sær
ongan
annan útveg, enn at
fara upp á borðið.
- HALLO HEY HEY
– TIGIÐ NÚ!
Tá fólkini síggja, at
Jógvan stendur uppi á
borðinum, dempa tey
seg so mikið nógv, at
Jógvan kann siga tað,
sum hann hevur upp á
hjarta.
Jógvan andar djúpt inn.
- Hetta er ein ræðulig støða
at koma í. Vit eru øll kedd
um, at hetta er hent, men eg
skal lova tykkum, at eg og
Erling fara at gera alt, vit eru
mentir at fanga tjóvarnar.
Men fyrst mugu eg og Erling
fáa eitt yvirlit yvir støðuna.
Vit fara beinanvegin í gongd
við at kanna hetta stóra mál.
Vinarliga farið til húsa aftur.
Henda sak er í tryggum hond
um.
Fólkini mutla sínamillum,
men so við og við fara tey
út aftur av politistøðini, og
tá ein løta er farin, eru bara
Jógvan og Erling eftir.
- Hetta var ein ræðuligur
dagur at vakna upp til. Og eg
sum hevði glett meg til ein
hugnaligan og stillan dag,
suffar Jógvan, meðan hann
setur seg á stólin við sítt
skrivaraborð.
- Ja, hetta er ræðuligt.
Men hvør heldur tú tað er,
sum hevur stolið allar gáv
urnar, spyr Erling og setir
seg á borðkantin á skriv
araborðinum hjá Jógvani.
- Eg veit ikki. Kúlla Karl
heldur jól í Danmark í
ár, so tað er ikki hann.
Leikamafian er ikki í
Føroyum, so tað eru
heldur ikki teir. So eru tað
trøllini. Trølla Omman,
hon kann jú finna upp
á alt møguligt. Men hin
vegin, so hevur hon
skikkað sær væl í langa
tíð. Men lat okkum fyri
ein ordans skyld leggja
leiðina fram við hjá
trøllinum. Um tey ikki
hava stolið gávurnar, so
kann tað verða at tey
vita okkurt.
- Ja, lat okkum tað
Jógvan, sigur Erling.
Inni hjá trøllinum er
hugnaligt. Trølla Omm
an steikir kleynur, og
Trølla Pætur situr við
køksborðið og lesur
eina jólasøgu. Hann
lesur søguna so mikið
hart, at Trølla Omman
kann eisini hoyra. Tey
eru sum verða mann
sera glað, og omman
roynir at gera alt fyri, at
Trølla Pætur skal fáa ein
góðan og spennandi
dag sum gjørligt.
Puntur 15 til
jólakalendaran