hósdagur 15. desember 2005síða 42
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 241 - 15. desember 2005
Jólamaðurin aftur á Áarvegnum
Gamli Jólamaðurin, sum
áður sat so trúliga upp undir
hvørji jól í sýnisglugganum
hjá Katrinu Christiansen við
Áarvegin og skrivaði niður
jólaynski, er nú komin aftur
á gamla pláss sítt í sama,
gamla vindeygað.
Mong munnu minnast,
hvussu jólini fyrst vóru veru
liga í hondum, tá Jólamaðurin
var at síggja har. Børn eins
væl sum vaksin gleddust
um at síggja hesa hugnaligu
býarmyndina, sum á sín ser
staka og einfalda hátt boð
aði høgtíðina, sum nú var í
hondum.
Fyri nøkrum árum síðani
orkaði Jólamaðurin tó ikki
meira. Ellin hevði fingið tak
í Jólamannin, og noyddist
hann at siga starvið frá sær,
hóast hetta helst varð gjørt
við ringum tannabiti.
Fólkini handan Skipalistan
hava tó fingið hugskotið at
hava jólasýning í hesum
sama glugga. Og so var held
ur ikki fjart at hugsa sær, at
fáa gamla jólamannin aftur
á staðið.
Og hetta hevur nú eisini
borið til. Eitt nú hevur Sosi
alurin skrivað um illa fyri
komna jólamannin. Tað fekk
menn hjá P/F Leif Mohr at
taka so synd í honum, at
teir gjørdu av at leggja hann
undir skurð.
Skurðviðgerðing eydnað
ist, og sjúklingurin livir enn.
Í ár hevur hann so staðið í
einum minni glugga í handl
inum hjá Katrinu Christian
sen í Bringsnagøtu 6, men
nú er hann so boðin oman
á Áarvegin, har Skipalistin
hevur jólasýning. Ein inn
bjóðing, sum hann við gleði
hevur tikið av.
Gamli jólamaðurin er nú komin
aftur á røttu hillina. Í sýnisgluggan
við Áarvegin
...alt ber til
Stanley
intelli-
sensor
Digiscan
Finnur træ, metal,
káplar og sigur frá
um streymur er á.
298,00
Jólamerkini 2005
til sølu á posthúsunum
Frímerkjadeildin - www.stamps.fo - filateli@postur.fo
5 jólakort: 20,- kr
Jólamerki: 30,- kr
Yvirskotið av jólamerkjasøluni fer til Jólamerkjagrunnin
ÓxäÊ