Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-15, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. desember 2005síða 43

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 241 - 15. desember 2005 43 Áminning frá jóla­monnunum í Havn Jólatrø, jólastjørnur, jóla­ ljós, jólagávur, jólaaftan, jóla­­friður, jólafrí, jólabýur, jóla­­gøta, jólahýri, jóla­ hugni, jóla­hjørtur, jóla­ skip…. ja og so jólamenn Tað var tað, eg skuldi minn­ast til - at siga frá, at leyg­ardagin 17. desember kemur jólaskipið til Havnar við jólamonnunum. Tí nú er tíðin komin, at øll skulu sták­ast tað seinasta til jóla og keypa seinastu gávurnar. Vit jólamenn eru næstan lidn­ir at stákast og fara tí at taka okkum av løtt­um og vitja Havnina og heilsa uppá gamlar kenn­ ingar og nýggjar vinir, ung og gomul. Vit hava hoyrt, at Havnin er pyntað sum ongantíð fyrr, og tí hava vit sent boð eftir jólaskipinum, sum liggur við jólaperum niðri í Vágsbotni, klárt at fara eftir okkum. Skiparin sigur, at vit skulu skunda okkum at koma, tí annars klára vit ikki at síggja jólagøtuna úti á Reyni, og tað hevði verið spell, heldur hann. So nú leygardagin kl. 15 koma vit í Vágsbotn, og tá hava vit eina heila viku at vitja í miðbýnum, og sum van­ligt fara vit at lurta eftir tónleikinum og sanginum. Vón­andi verða tað aftur í ár ung­fólk í gongugøtuni, ið selja kakao og bollar ella okkurt líknandi, so vit kunnu fáa ein heitan munn. Jú, tað er hugnaligt í Havn, og úr miðbýnum fara vit at bjóða øllum væl­ komnum, og vóna at vit fáa eina hugna­liga løta sam­an, og tíð at steðga á, heilsa uppá vinir og kenn­ ingar og lata jóla­gleðina og friðin fella yvir okkum. Leygardagin koma jólamenninir til Havnar - sjálvandi við jólaskipinum Telefon: 317620 • Telefax: 317699 • Heimasíða: www.tt.fo Kontantprísur: Kr. 790,- Blekk-litprintari, kopi og skannari, 5760dpi, upp til 15 síður um minuttin, 4 separatar blekkpatrónir, USB interface. EPSON Stylus CX3650