hósdagur 15. desember 2005síða 44
Tekstur á síðuni
44
Nr. 241 - 15. desember 2005
8 spurningar um jól
Hvat er tað besta við
jólum?
At vit menniskju, hóast alt
resið, hava valt at minnast
Jesus á ein serligan hátt hes
ar dagar. Men tað besta er tó,
at Hann ikki hevur avmarkað
seg til hesar dagar, men at
okur hvønn dag kunnu njóta
sambandið við Hann.
Hvat er tað keðiligasta
við jólum?
Hugsanin um hvussu hánt
menniskjað letur um tilboð
Guds um frið á jørð. Eg
hugsi um øll tey, ið sjálvt jóla
dagarnar líða undir bardøg
um, kríggi og einum mang
an úrslitaleysum stríði fyri
at vinna sær mest neyðugu
føðina. Tað var ikki ætlan
Faðirsins, tá Hann sendi
Frelsaran.
Hvussu helt tú jól sum
barn?
Í friði og tryggleika hjá for
eldrum mínum innast í
Trongisvági. Jólatræ var ikki
altíð á skránni. Men gásin
var fastur partur. Og so sam
felagið í Salem, har okur
sungu og hoyrdu evangeliið
borið fram.
Hvussu heldur tú jól í ár?
Tíverri verða elsti sonurin
og konan ikki heima hesi jól,
men næstelsti kemur heim
at vera jóladaganar, og tað
gleða vit okkum nógv til.
Jólaaftan verður hildin við
familjuni her í Havn, njóta
friðin og hvíldina, tó at eg
ein part av jólaftan havi
læknavakt. Annars verður
familja vitjað og okkurt møti
fara okur til.
Hvat heldur tú um jóla
resið í desember?
Friður verði við tí, bara vit ikki
gloyma tað týdningarmesta-
Jesus.
Hevur tú nakrantíð hildið
jól uttanlands?
Ja- fyrstu ferð var í 1975- tá
var je púra einsamallur í 10
dagar á Trillegårdskollegiet
í Árhus. Tað kendist tungt,
men je sá fram til at sleppa
heim tá próvtøkan var liðug
mitt í januar. Seinni hava
okur sum hjún og familja
hildið jól - eisini í Árhus
- og tí hava okur bara góð
minnir frá.
Keypir tú sjálv/ur tínar
jólagávur?
Mær dámar væl at keypa
jólagávur - og hugflognum
bilar einki.
Hvat ynskir tú tær í
jólagávu?
Fløgur og bøkur. Av fløgum
ynski eg mær nýggjastu
av Ingumay Hørnberg. Av
bókum eina nýggja um kor
teirra trúgvandi í Kina, og
annars onkra av teimum
nýggju føroysku, ið eru - og
fara at koma.
,
,
//
À>ÀÊLÖÃÌ>s>À?
+OM INN TIL OKKARA ELLA RING OG HOYR UM TÓNAR MGULEIKAR
PETUR PETUR s
>>Ê/
ÀivÃÃ]ÊÕ`>À?s}iÛ