Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-16, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. desember 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 242 - 16. desember 2005 3 Tað er ein partur av stuttu føroysku filmssøguni, sum verður skrivaður, nú agurk-kappingarnar standa á skránni Agurk-kapping Jákup Mørk - Hetta ættarliðið, sum nú tekur lut í filmskappingunum í Sjónvarpinum, hava ein einastandandi møguleika. Tit hava møguleikan at skriva føroyska filmssøgu, tí hon finst mest sum ikki. Soleiðis málbar Jákup Veihe seg, tá hann sum annar av agurk-monnunum byrjaði kvøldið, tá vinnararnir av filmskappingini skuldu kjósast. Víðari legði hann eisini dent á, at hóast hetta var ein møguleiki, sum skuldi takast, so var talan samstundis um eina ábyrgd. Eina ábyrgd, sum kravdi nógv av teimum, sum skrivaðu søguna, men sum kortini eisini var ein ábyrgd, sum eigur at takast. Jan hevur eina missión Saman við Jákup Veihe hev­ur Jan Berg Jørgensen eisini verið maðurin, sum hevur staðið handan agurk- sendingarnar. Jan er útbúgvin cand.mag í enskum við hjágrein í films- og miðlavísind. Í sjálvum sær ein útbúgving, sum er rættiliga sjáldsom fyri ein føroying, og Jan viðgongur eisini, at hetta hevur skundað undir arbeiðið at menna eina filmsmentan í Føroyum. - Sjálvur visti eg slettis ikki, hvat eg skuldi gera heima í Føroyum, tá eg hevði lokið prógv. Vit fluttu tó heim, og eg fekk so starv í Sjónvarpinum, umframt at eg havi undirvíst nakað í Hoydølum. - Men tú kanst gott siga, at hevði eina ætlan - ella kanska missión, tá eg flutti heimaftur. Eg vildi fegin vera við til at skapa eina films­mentan í Føroyum. Eina filmsmentan, sum ikki bara tók støði í popularismu og mainstream. Hóast hesi bæði eisini eru neyðug, so er eisini tørvur á øðrum og meira enn tí. Og heldur tú teg hava sett hol á tann partin við agurk- sendingunum, har tit nú tvær ferðir hava skipað fyri kapping? - Tað haldi eg. Hetta kann í øllum førum vera við til at skunda undir áhugan, og tað er so ein møguleiki hjá teimum, sum hava hug at traðka fram. Botnurin og breiddin betrað Í mun til fyrru kappingina, heldur Jan, at áhugin hesa ferð var væl størri. Fleiri enn 20 filmar tóku lut í kapp­ ing­ini, og tí varð neyðugt at sálda frá, longu áðrenn filmarnir vórðu vístir í sjón­varpinum. Men kortini heldur hann, at støðið ikki er hækkað so heilt nógv. - Botnstøðið er hækkað nógv. Tað eru fleiri, sum hesa ferð hava flutt seg væl nærri toppinum, men hinvegin er enn eingin, sum veruliga hev­ ur runnið avstað. Men júst økta botnstøðið og harvið størri breidd. Er tað ikki fortreytin fyri, at vit knappliga fáa eitt gjøg­ numbrot? - Sjálvandi. Og tað fer vón­andi eisini at koma. Vit hava í øllum førum ætlanir um at føra projektið enn víðari. Í fyrstu atløgu verður talan um í øllum førum tvær nýggjar kappingar. Onnur verður at gera lýsingarfilmar fyri Ráðið fyri Ferðslutrygd, og hin verður ein kapping við sjónbandsløgum. - Hartil verður talan ætl­ andi eisini um ein norður­ lendskan filmsskúla í Før­ oyum komandi summar. Enn eru vit ikki komnir heilt á mál við tí, men ætlanin er so at skipa fyri einum skeiði upp á tvær vikur, har norðurlendskir ungdómar - eis­ini føroyskir - kunnu fáa vegleiðing frá nøkrum veruligum kapasitetum á øki­ num. Eitt tiltak, sum vónandi kann geva teimum bestu eitt ordiligt lyft, sigur Jan Berg Jørgensen at enda. Ótti var evnið, tá næsta agurk-kapp­ ingin varð útskrivað. Og við filminum »Beyond Fear« hevði liðið hjá Johan Ivar Venned funnið ein tryggan vinnara Filmskapping Jákup Mørk Har var eingin ivi. Dóms­ nevndin, sum var sett saman við Ivan Niclasen, Høgna Djurhuus og Bjarna A. Bjarna­son, segði seg onga løtu vera í iva. Hóast støðið var rættiliga javnt gott, so hevði liðið handan Beyond Fear av álvara skarað framúr, hildu teir. Sprottin úr dreymi Ein av høvuðsmonnunum - sum eisini var høvuðsleikari í filminum - John Ivar Venn­ ed, var sjónliga fegin um heið­urin. Ein heiður, sum kanska fyrst og fremst bygdi á eina ótrúliga søgugongd. Eina søgugongd, har høv­ uðspersónurin sjálvur válar runt í onkrari dreymaverð, har hann støðugt rennir seg í eina merksiverda veru. Ein hvíttklæddan drong, sum hóast bjarta litin meira er átøkur ímyndini av tí ónda. Ivaleyst er tað betri at síggja filmin, tá hesin aftur verður vístur í Sjónvarpinum, heldur enn at greina søguna her. Men eftir handanina við­ gekk John Ivar, at filmurin sum so hevði sín uppruna í veruleikanum. - Vit vóru nakrir, sum alt fyri eitt ætlaðu okkum at vera í hesi kappingini. Vit royndu at seta ymisk hugskot saman, men hetta hugskotið fekk ein okkara so, tá hann var til skips. Hann hevði droymt ein dreym, sum hann soleiðis royndi at festa niður, og hann greiddi okkum eisini frá hugskotinum, tá hann var komin í land aftur. Men at fáa eina slíka sur­ realistiska søgugongd at sampakka við ein film. Er tað ikki trupult? - Jú. Og tað var eisini nak­ að, sum vit arbeiddu nógv við. Vit høvdu jú mest sum hvør sína ímynd av tí, sum hann greiddi frá. Og undir upptøkunum var hann eisini sjálvur við, soleiðis at hann kundi siga, at »hetta var akku­rát tað«. Tað hevur ver­ ið ein stór avbjóðing, men samstundis øgiliga stuttligt. Tilsamans var talan um heilt nógv fólk, sum tóku lut í filminum. Ikki minst, tí søgan kravdi hópin av statistum, og hesi ganga øll runt í filminum, sum vóru tey púrasta vanligir fót­gangarar í miðbýnum í Havn­ini. List er list John Ivar er kanska betri kendur fyri leiklutin hjá sær í tónleikabólkinum, Synarchy. Men tá vit spyrja hann, hvørt tónleikur og filmsgerð ikki onkursvegna eru lík, svarar hann játtandi. - Bæði eru jú á sín hátt list. Og fyri tað nógva ræður um at perfektionera tíni avrik. Í so máta eri eg kanska komin longri við tónleikinum, sum eg havi fingist meira við. Men hetta er avgjørt eisini stuttligt. Og sum so fær hann nú eisini møguleikan at sameina hesi. Høvuðsvinningurin í kappingini var nevnliga eitt upptøkutók, sum er vert einar 25.000 kr. Og longu nú er gjørt av, hvør fyrsta uppgávan við hesum er. - Vit ætla at gera eina tón­ leikavideo. Tað er avgjørt nakað, sum tiltalar meg, tí tá ræður um at finna eina javnvág, har tú við myndum kanst greiða frá søguni í ein­ um lagi. So tað verður helst fyrsta verkætlanin í so máta, segði John Ivar at enda. Handan ræðsluna Skapa føroyska filmssøgu Tað var ein sera fegin vinnari, sum hóskvøldið kom eftir, at hann við høvuðsleiklutinum í stuttfilmi hevði verið við til at vinna Agurk-kappingina Tey fremstu 1 Beyond Fear John Ivar Venned 2 Meod Hallur Jacobsen, Sigurd Justinussen, Páll Skýlindal, Bartal Læarsson 3 Bókin Høgni Thomsen