Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. desember 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 242 - 15 - 17. desember 2005 JÓLAMATUR Lív Højsted Horsdal liv@zenit.fo Um farið verður oman á hugnaligu matstovuna Rio Bravo í miðbýnum í Havn um jólini, hevur jólaborðið nógv at bjóða - bæði til tey kræsnu og minni kræsnu. Á jólamatarkortinum kunnu vit velja ímillum tvær jóla- buffet’ir við m. a. dunnu, glaseraðari skinku, róma- eplum, mandlurísi o.ø. - alt matur, vit føroyingar van- liga sameina við jólini. Men hevði tað ikki onkun- tíð verið spennandi at roynt hetta nakað øðrvísi? Jú, um vit ynskja at royna jólamat á annan hátt enn vanligt, kunnu vit bert líta longur niður eftir jólamatarkorti- num á Rio Bravo. Har rakar eygað við eina serliga jóla- matarskrá, ið kokkurin Ansgar Nolsøe nevnir hana. Sermerkti jólamaturin Forrætturin er stoktur turrur fiskur, lagdur í hvít- leykslaka. Fiskurin verður borðreiddur á botni av sal- ati, vent í sherryedikki, og aftur við fiskinum er rækj- upasta. Hetta pastað er í hesum føri ikki sum vanligt pasta ella spagetti, sum vit kenna tað, men heldur grýnut. Harumframt verður borðreitt við súrrómadress- ingi og sólturkaðum tomat- um. Døgurðin er samansettur av væl hongdum ræstum kjøti í kryddurtalaka og innbakað í smørdeiggi, epla’fondant’, ið eru epli braserað í ovni, og brúnari spanskari sós, kallað "Lambs Espagnol", ið er klassiskt spanskt heiti fyri sós. Lambskjøtið, ið er før- oyskt og hevur hingið í ein- um føroyskum hjalli í Húsavík, verður borðreitt við portvínsflamberaðum skógarsoppum og grillað- um rótum. Kostnaðurin fyri hesar báðar sermerktu rættirnar er 275 kr. Og fyri 50 kr aft- urat ber til at fáa valfrítt omaná frá vanliga matar- kortinum. Rættiligt krás Nógvu viðskiftafólkini, ið hava roynt forkunnuga mat- in, hava verið jaliga ovfarin og fara væl nøgd frá borði. - Gomul sum ung. Øll rósa matinum, og eingin er komin við neiligari við- merking enn. Og sama kvøldið, sum Sosialurin var á vitjan á Rio Bravo, høvdu tólv gestir bílagt júst hesa matarskránna við so ser- merktum føroyskum mati. Kokkurin Tá Sosialurin kom á gátt í nossliga køkinum á Rio Bravo, var kokkurin Ansgar Nolsøe júst í ferð við at gera matin til allar gestir- nar, ið skuldu koma hetta fríggjakvøldið. Ansgar hevði nógv jørn í eldinum í senn, men hóast hann var í støðugari gongd við at gera til, beyð hann mær væl- komnari og gav sær góðar stundir at práta við meg. Ansgar heldur, at um ein ynskir at bróta upp úr nýggjum, má tað gerast fullkomiliga øðrvísi enn tað vanliga: "Og hví ikki nýta føroyskan mat til at fara nýggjar leiðir við? Jugoslavar eta ræstan fisk stoktan í hvítleyki á jólum, so hví kunnu vit ikki bara eta innbakað ræst kjøt? Tað, at vit ikki einans duga at gera búffar á Rio Bravo, ynskja vit at gera føroying- ar varugar við. - Og vit hava eisini fingið góða undirtøku." Nógvar royndir Ansgar hevur saman við leiðsluni á Rio Bravo roynt nógvar ymiskar samanset- ingar av mati fyri at koma fram til júst hesar upp- skriftir og sermerktu sam- ansetingar. Og áðrenn Rio Bravo setti rættin á skránna fyrstu ferð, høvdu tey ong- an varhuga, hvussu fólk fóru at taka matin til sín: "Vit royndu rættin seinastu jól, og úrslitið varð, at øll tóku væl undir við rætti- num. - Tískil valdu vit at koyra henda forkunnuga rættin á jólamatarskránna hjá okkum í ár", sigur Ansgar. Einki ovsagt Burtursæð frá matinum og lítla nøgd av jólaprýði ger Rio Bravo ikki ov nógv av um jólini. Matstovan vil fegin hava tað soleiðis, at Forkunnug jólamatarskrá Rio Bravo í miðbýnum í Havn gongur nýggjar leiðir nú um jóltíðir við at hava eina sermerkta jóla- matarskrá Forrætturin er stoktur turrur fiskur, lagdur í hvítleykslaka. Fiskurin verður borðreiddur á botni av salati, vent í sherryedikki, og aftur við fiskinum er rækjupasta Døgurðin er samansettur av væl hongdum ræstum kjøti í kryddurtalaka og innbakað í smørdeiggi, epla’fondant’, ið eru epli braserað í ovni, og brúnari spanskari sós, kallað "Lambs Espagnol", ið er klassiskt spanskt heiti fyri sós