fríggjadagur 16. desember 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 242 - 16. desember 2005
Heimamissiónsfor
lagið hevur júst givið
út nýggju bókin Har
úti á Álakeristrøðni.
Hetta er 3. bind í
røðini Úr kirkju og
missiónssøguni eftir
Jóhs. Andr. Næs
Nýtt frá HMF
Tær fyrru bøkurnar eru
Varðar á kirkjugøtuni og Í
Leirum og úr Leirum. Har úti
á Álakeristrøðni er um teir
báðar hugsjónarmenninar
Viggo
Ryving-Jensen
cand. phil., og Andreas
Nielsen, stýrimaður, sum
bygdu føroyingum fyrsta
skiparaskúlan í 1905. Vit
lesa eisini annað um hesar
báðar menninar, tí teir vóru
tveir varðar á kirkjugøtuni,
og varðar síggjast.
Teir skipaðu eitt kristiligt
leikmannaarbeiðið í Før
oyum, og stovnaðu bæði
eitt KFUM-felag og eitt
KFUK-felag í Havn. Með
an teir vóru í Føroyum árini
1904-1916, høvdu teir bæði
viðrák og mótstreym.
Um alt hetta kann lesast
í hesi bókini Har úti á Ála
keristrøðni, sum er 261
blaðsíður og prýdd við
nógvum myndum.
Bókin kann keypast í
bókhandlunum runt um
landið og frá Heimamissi
ónsforlagnum á tlf. 470007
fax 470001, ella hmf@
mission.fo, www.hmf.fo
Við nýggju bókin Har úti
á Álakeristrøðni gevur
Heimamissiónsforlagið
enn ein varða út í føroysku
kirkju- og missiónssøguni
Enn ein varði
í kirkjusøguni
Jólini 2005
Jólini nærkast í hvørjum,
og hvørt mansbarn í høv
uðsstaðnum gleðir seg til
eitt av hæddarpunktunum
undan jólum - tá Jólaskipið
kemur til Havnar. Sum nakað
heilt nýtt hesi jólini bjóðar
Miðlahúsið í Vágsbotni seg
nú fram sum jólahús og letur
dyrnar upp fyri børnum, ung
um og foreldrum teirra, ið
leggja sær leiðina í Vágsbotn
leygardagin at taka ímóti
Jólaskipinum.
Jólaskipið leggur at
bryggju klokkan 15. Eftir
móttøkuna gongur leiðin
niðan í tað hugnaliga reyða
Jólahúsið, har jólatónleikur
og annað jólaligt verður á
skránni. Klarinettnæmingar
hjá Bjarna Berg frá Musikk
skúlanum í Havn fara at
spæla. Eisini verður høvið
at vitja jólaskrýdda og
sjáldsama bakgarðin við
Jólahúsið, sum fyri fyrstu
ferð verður latin upp fyri
almenninginum. Sjálvandi
fara jólamenninir at seta sín
serstaka dám á hesa løtuna
í jólaumhvørvinum rundan
um Nólsoyar Páll. Klokkan
16.30 gongur leiðin niðan
í gongugøtuna, har GHM
spælir jólasangir.
Jólaskip og Jólahús í Vágsbotni
Miðlahúsið ger seg nú út sum Jólahús og letur dyrnar upp, tá Jólaskipið hevur lagt at í Vágsbotni og hevur lagt upp sína
virðismiklu last
Mynd Jens K Vang
www.almannastovan.fo
Høvuðsbarnaverndarnevndin
Nevndin tekur avgerðir sambært barnaverndarlógini
um m.a.:
. Umsorganaryvirtøku í málum, har samtykki ikki er
fingið frá foreldrunum.
. Samverurætt foreldranna í sambandi við umsorganar-
yvirtøku og skipan av hesi.
. Rætt til ókeypis umboðan í málum um umsorganar-
yvirtøku og samverurætt, og um familjuviðgerð o.a
fyribyrgjandi fyriskipanir og skal m.a. góðkenna
avgerðir hjá barnaverndarnevndum.
. Familjuviðgerð á stovni hjá landinum og tilboði um
serdagstovn til børn, sum ikki kunnu integrerast í
vanligan dagstovn.
. Kanning og viðgerð av einum barni, ið er sett í verk
uttan samtykki foreldranna.
. Forboð ímóti flyting heimaftur av einum barni, sum
er sett heiman við samtykki foreldranna.
K R E A . F O . TEL 47 80 80
unum, sum liggja í tíðini og í
framtíðini.
Okkara ynski er, at viðkomandi,
ið verður settur, er virkin og nær-
lagdur, hevur góð samstarvsevni,
dugir at leggja tilrættis og arbeiða
sjálvstøðugt við at loysa settu upp-
gávurnar, og annars arbeiða í sam-
svari við endamál og málsetningar
stovnsins.
Starvið verður sett og lønt sam-
bært sáttmála millum Fíggjar-
málaráðið og Búskapar- og
løgfrøðingafelagið.
Løgfrøðingurin hevur til uppgávu
at fyrireika mál og skal tryggja, at
málini eru væl lýst, áðrenn tey
verða løgd fyri Høvuðsbarna-
verndarnevndina.
Harumframt hevur løgfrøðingur-
in ábyrgdina av at skipa og leggja
til rættis arbeiðið á skrivstovuni.
Løgfrøðingurin verður við til at
avgera førleikakrøv, arbeiðstíð
o.a. hjá tí/teimum starvsfólki/um,
ið verða sett á skrivstovuni afturat
løgfrøðinginum.
Løgfrøðingurin verður partur av
einum stovni, sum alla tíðina má
tillaga seg broytingarnar í sam-
felagnum og taka við avbjóðing-
Fleiri upplýsingar fáast við
at venda sær til Petru
Johnsdóttir Joensen,
stjóra, á telefon 21 54 80.
Skrivlig umsókn skal vera
Almannastovuni í hendi í
seinasta lagi 20. desember
2005 kl.12.
Send umsóknina til
Almannastovuna,
Smyrilsvegur 20,
postboks 3096,
110 Tórshavn.
Løgfrøðingur til skrivstovuna
hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini
Starvið sum løgfrøðingur á skrivstovuni hjá Høvuðsbarnaverndar-
nevndini, sum er undir stovnan, er fulltíðarstarv. Skrivstovan verður
sjálvstøðug eind á Almannastovuni.