fríggjadagur 16. desember 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 242 - 15 - 17. desember 2005
5
viðskiftafólk kenna seg aft-
ur har og fáa tað borðreitt,
tey eru von við.
Jólavikuskiftini geva
mestan vinning
Samanlagt gevur summar-
tíðin Rio Bravo, ið vanliga
hevur eitt langt og gott
summar við nógvum vitj-
andi - serliga útlendingum -
meira vinning enn jólini.
Men samstundis eru tað
jólavikuskiftini, ið geva
allar størstan vinning, um
bert verður hugsað í viku-
skiftum. Heystið og várið
eru rættiliga friðarlig, men
um summarið og serliga í
novembur og desembur
mánaði er sera nógv at
gera.
Kappingin ógvuliga
hørð
Tá vit spurdu kokkin Ansg-
ar, um kappingin millum
matstovurnar í Havn er
hørð, ivaðist hann onga
løtu: "Ja, kappingin er
100% hørð. Tað eru rætt-
iliga
nógvar
matstovur
komnar í Havnini seinastu
árini, og øll vilja hava øll
viðskiftafólkini. Men tað er
eisini gott við kapping. Tað
mennir okkum og sam-
stundis eisini vøruna, vit
selja.
– Vit mugu fylgja við
streyminum, kappast um
góðskuna á matinum og um
góðu tilboðini. Júst hetta er
gott fyri kundarnar."
Klokkan var nú vorðin 17,
og klárt var at lata matstov-
una upp fyri almenningi-
num. Tískil takkaði eg fyri
meg - bæði fyri gott prát og
gestablídni.
Eg slapp jú eisini sjálv at
royna matin, sum eftir mín-
um tykki smakkaði avbera
væl. Kann bert mæla øllum
til at royna henda sermerkta
matin.
Fiskurin
- 2 hvítleyksfet
- 2 dl olju
- 2 turrir fiskar
- eplamjøl
Pressa hvítleykin við
hvítleykspressara. Rør hvítleykin
saman við oljuni (= hvítleykslaki).
Sker turra fiskin í hóskandi stykki
og legg hann í hvítleykslakan í
minsta lagi 2 dagar. Vend síðan
fiskin í eplamjøli, og steik hann á
pannu.
Salatið
- broyskin salatbløð
- 1 ssp. reint sherry
Sker salatið í petti og blanda tað
saman við sherry.
Rækjupasta
- upp í lógvan av rækjum
- 1/2 dl súrróma
- salt
- pipar
Blenda rækjurnar og súrróman
væl. Smakka til við pipari og salti.
Pastað verður síðan sproytað í
posa til ein blett (sí mynd).
Súrrómadressingur
- 1 dl súrrómi
- 1 dl majones
- salt
- pipar
- dild (eftir tørvi)
Rør alt væl saman og borðreið við
síðuna av.
Pynt
- tomat
- sitrón
- agurk
- sólturkaðar tomatir
Forrættur - 4 fólk
í Rio Bravo
Ræst lambstjógv
- 4 stykkir av røstum kjøti.
- 5 dl olja
- 1 dl reyðvín
- kryddurtir
Rør olju, reyðvín og kryddurtirnar
saman. Legg ræsta kjøtið í lakan í
minsta lagi 2 tímar. Brúnka síðan
kjøtið á pannuni. Og pakka
hareftir kjøtið í smørdeiggj. Hetta
verður síðan bakað í ovninum í
uml. 10-15 min. á 200°C
Epla’fondant’
- 4 stór epli
- 1 høsnabótarmolar
- vatn
- 20 g sukur
Brúna eplini á pannu. Koyr
høsnabótarmolar, sukur og vatn í
grýtu, soleiðis at vatnið hylur 2/3
av eplunum. Tá vatnið kókar, setur
tú eplini saman við soðnum í ovn-
grýtu, legg lok á og set grýtuna í
ovnin. Baka í uml. 20 min á
200°C . Eplini verða á henda hátt
braserað.
Sósin »Lambs Espagnol«
- olivinolja
- 1/2 leyk
- 1 gularót
- 1 ssp. tomatpuré
- 4 dl bótarsoð
- soyalitevni
Koyr eitt vet av olivinolju í grýtu.
Sker leykin og gularótina í smáar
bitar og brúna tað í heitu oljuni.
Koyr síðan tomatpuré’ina í
grýtuna og rør. Harnæst verður
soðið blandað í rúgvuna. Síðan
soyalitevni - alt eftir hvussu brún,
sósin skal verða. At enda smakka
til við salti og pipari.
Portvínsflamberaðir
skógarsoppar
- skógarsoppar
- portvín
- olja
Brúnka sopparnar á pannuni við
olju og portvíni. Sopparnir skulu
liggja á pannuni í minsta lagi 10
min. og í nógvum hita.
Grillaðar røtur
- 1 stór føroysk gul rót
- 1 l vatn
- 100 gr sukur
Flys rótina og sker hana hegnisliga
í hóskandi partar. Kóka vatnið
saman við sukrinum. Drep síðan
rótina niður í kókandi vatni í uml.
2-3 min. Steik síðan rótabitarnar í
olju á pannu ella grill.
Døgurði - 4 fólk
Nógvu viðskiftafólkini, ið hava roynt forkunnuga matin á Rio Bravo, hava verið jaliga ovfarin og fara
væl nøgd frá borði. – Gomul sum ung. Øll rósa matinum, og eingin er komin við neiligari viðmerking
enn. Og sama kvøldið, sum Sosialurin var á vitjan á Rio Bravo, høvdu tólv gestir bílagt júst hesa mat-
arskránna við so sermerktum føroyskum mati…
Myndir: Álvur Haraldsen