Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. desember 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

www.fisk.fo Nr. 242 - 16. desember 2005 Sösíalurin 5 FISKIMÁLARÁÐIÐ ROYNIR EFTIR 2 DEILDARLEIÐARUM Fiskimálaráðið er í lotuni á eini leið við stórum avbjóðingum. Burtur úr rúgvuni kann nevnast arbeiðið at endur- skoða lógina um vinnuligan fiskiskap, og arbeiðið at broyta bygnaðin í Fiskimálaráðnum. I hesum sambandi dyrgja vit eftir tveimum deildarleiðarum. Mynstrað verður 1. februar 2006, men vit bíða fegin eftir rætta viðkomandi. Tekur tú kjansin, fært tú eitt starv við fjalbroyttum uppgávum í mennandi, yrkisligum umhvorvi. Hevur tú áhuga og áræði at taka lut í og ávirka umfatandi menningina, er Fiskimálaráðið rætta miðið. DEILDARLEIÐARI FYRI LÖGDEILDINA: Umsokjarin skal hava lokið prógv sum logfraðingur, duga væl at samstarva og eisini tora at vera Í sjálvdrátti. Hgovuðsuppgávurnar í starvinum eru: - at veita løgfrødiliga ráðgeving innan tilbúgving og fiskivinnu- og sjóvinnumál, - at tilevna uppskot til lógir, kunngerðir v.m., innan fiskivinnuokið, tilbúgving og aðra lóggávu á sjóvinnuokinum, - at veita logfroðiliga ráðgeving í sambandi við sakarmál, ið antin er lagt ímóti ella av Fiskimálaráðnum, um eitt mál eigur at kærast v.m., - at umsita onnur mál hjá Fiskimálaráðnum, har mett verður neyðugt við logfraðiligari viðgerð, antin við sjálvstaðugari málsviðgerð ella saman við logfraðingum uttan fyri ráðið, - at umsita logfroðiligu umsitinginia av fiskiveiðisáttmálum, veiðireglum, veiði- og fiskiloyvismálum, inn- og útflutningsloyvum og fiskiveiðieftirlitinum. - Skipaskrásetari. DEILDARLEIÐARI FYRI FÍGGJAR-, STARVSFÓLKA- OG UMSITINGARDEILDINA: Umsokjarin skal hava lokið prógv sum búskaparfraðingur frá lærdum háskúla, duga væl at samstarva og eisini tola at vera Í sjálvdrátti, eins og hann skal hava hollar royndir innan virkisokið. Hgovuðsuppgávunar í starvinum eru: - Ábyrgd av fíggjarstýringini í Fiskimálaráðnum og stovnunum undir tí. - Åbyrgd av starvsfólkaviðurskiftunum í Fiskimálaráðnum. - Åbyrgd av umsitingar- og edv-okinum í Fiskimálaráðnum. - At samskipa felags stevið í innan- og uttanhýsis samskiftinum innan virkisokið. - At ráðgeva og vegleiða í tvorgangandi málum í Fiskimálaráðnum og til landsstýrismannin. Storvini verða bæði lønt sum deildarleiðari I sambært sáttmála millum Fígsjarmálaráðið og Búskapar- og lagfrað- ngafelag Foroya. Starvsokið fatar um Fiskimálaráðið, stovnar undir Fiskimålarådnum, Logmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð. Umsókn við avriti av prógvum, lívsgongdarlýsing og ødrum kann sendast til: Fiskimálaráðið Heykavegur 6 100 Tórshavn Umsóknin skal vera Fiskimálaráðnum í hendi í seinasta lagi 10. januar 2006, klokkan 12.00. Meira fæst at vita um storvini við at venda sær til Herálvur Joensen, aðalstjóra, telefon 35 30 30. Lýsingin sæst eisini inni á www.fisk.fo. VIT DRAGA EINA LÍNU - VIT SETA SKYNSEMI Í HÁSÆTI - VIT VILJA VITA - VIT BRÓTA SLÓÐ Fiskimálaráðið er eitt av sjey stjórnarráðum í miðfyrisitingini, sum veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldsott grundarlag og ger hugskot til veruleika. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum umsitur málsokini fiskivinna, sjóvinna og tilbúgving. Fiskimálaráðið vegleiðir landsstýrismannin, soleiðis at avgerðirnar eru rættar og haldgóðar. Ráðið fyrireikar lógir, kunngerðir og reglugerðir, og hevur eisini eftirlit við, at ásettar reglur verða fylgdar. Somuleiðis rokir ráðið samskipandi uppgávur innan málsokið hjá landsstýrismanninum, og tekur lut í millunlanda samráðingum, altjóða fiskiveiði- og sjóvinnufelagsskapum umframt norðurlendskum samstarvi,