Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. desember 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 242 - 16. desember 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Tummas Jacob Lið, Sør­ vágur, andaðist í heim­ inum mikudagin 47 ára gamal. Kistan við Gustavu Bech, Tvør­oyri, fer úr kapell­in­um á Suð­ ur­­oy­ar Sjúkra­húsi fríggja­­dagin kl. 17.30. Jarðarferðin verð­ur úr Tvøroyarar kirkju leyg­ ardagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Gustavu kunnu lata Føroya felag móti Krabbameini eina peningagávu. Konto í peningastovnunum. Andlát og jarðarferðir Í dag leygardagin 17. de­semb­er verður Magnhild Olsen, ættað úr Brekkunum í Hós­vík, 85 ára gomul. Magnhild hevur tey sein­­ astu 20 árini búð á Ellis­ heiminum í Miðvági. Foreldur Magnhildar vóru bæði úr bóndahúsum í Hósvík: Jóannes Olsen, und­ an Garðsenda - hann fórst við Nólsoynni 1934 - og Elin Maria Hansen úr Toftum. Tey bygdu uppi í Brekkum á trøðni, sum Jóannes legði inn av festinum hjá pápanum. Tey fingu 10 børn. Fyrst tveir synir, men tann yngri Dánjal Jákup doyði av sjúku hálvtannað ára gamal. Síðan komu átta døtur. Magnhild gjørdist tann fjórða í røðini av teim átta brekkusytrunum. Magnhild var beinanvegin sum nýføðingur og fyrsta fjerð­ingsárið sera røsk og ferðug. Hon gekk framvið longu 9 mánaðar gomul og sýntist í allar mátar at vera framúr væl fyri. Men umleið 9 -10 mánaðar gom­ ul fekk hon álvarsligan heila­bruna, sum tók mest all­an førleika frá henni í langa tíð. Hon gjørdist tað vit í dag høvdu kallað fjølbrekað í víðastu merking. Men treiskni, lívsvilji og viðføddu likamligu evnini hjá Magnhild, saman við nær­lagni frá mammuni og gamla Eiðislækna, Ras­mus­ sen, fluttu Magnhild úr stakkalastøðuni til eitt und­ ur og vælsignilsi fyri síni næstu. Vinstra lið gjørdist lamin. Vinstra bein og vinstri armur kreptust og vuksu ikki í takt við ta høgru. Men Magnhild gavst ikki á hondum. Skjótt flutti hon seg á gólvinum, sum onnur børn, men sjálv­ sagt kom hon ikki upp á knøini ella á føtur, men ók á høgru lið so skjótt sum nakað frískt barn. Seks ára gomul fór Magn­ hild til Danmarkar at fáa kirurgiska hjálp. Hon var havd í forsvar av einum av manningini á Tjaldrinum, og ein skyldkona tók í móti henni í Keypmannahavn og flutti hana á sjúkrahúsið. Tal­ an var als ikki um at senda nakran við hesi stakkals lítlu brekaðu gentu út í víðu verð. Árið eftir kom Magnhild heimaftur til Hósvíkar. Tá skuldi hon siga: “Å, hvor er jeg glad at komme hjem til mor”. Magnhild kom á føtur. Full­ før gjørdist hon ongantíð, men við sínum serstaka lívs­vilja og kærleika til síni næstu, sum eisini hava verið henni holl, prógvaði Magnhild, at hon er úr góð­ um bergi brotin. Hon gav ikki upp, men gav serliga mammu síni og systkjunum styrki og treysti at taka við teimum avbjóðingum, sum máttu takast, tá fyrst pápin og forsyrgjarin fórst á sjónum, og so tá húsini í Brekkunum fóru í stormi 1945. Støðan gjørdist ikki betur av, at brekað fólk sum Magnhild sluppu ikki í sjúkrakassan. Men serliga tveir læknar áttu stórt pláss í hjartanum hjá Elin Mariu í Brekkunum og systkjum Magnhildar, tað vóru teir báðir Rasmussen á Eiði gamli og Árni Olsen, sum eina tíð var kommunulækni í Miðvági. Hesir báðir tóku ong­antíð nakað fyri, um Magn­hild hevði læknahjálp fyri neyðini. Tíbetur var Magnhild so at siga ong­ an­tíð sjúk. Hon hevði eina jarnheilsu og má sigast at hava hana enn. Samanhaldið hjá brekku­ fólkunum hevur alla tíðina verið serstakt. Offurvilji og evnini til stillisliga at veita eina hjálpandi hond utt­an at gera nakran háva burtur úr eyðkennir hesi fólkini, og løgið skal tað vera, um ikki Magnhild við sínum brennandi lívsvilja og lívs­ gleði ikki eigur sín stóra lut í hesum lívsstíli teirra. Magnhild, sum varð spádd ikki at røkka skúlaaldur, situr enn vælnøgd á Ellis- og røktarheiminum í Vágum. Nú er hon 85. Hon gongur ikki longur, hon bindur held­ ur ikki, og ikki hon loftar við trimum bóltum við einari hond, men hon passar væl sítt dagliga ítriv at rekja tóv­ fløkjur. Dagurin verður hildin á Ellis-og røktarheiminum í Vágum í dag fyri innbod­ num. Hans Magnhild Olsen 85 ár Sunnudagin 18. desember verður Niklas á Líðarenda í Norðragøtu 50 ár. Hann var í mong ár millum fremstu fótbóltsdómararnar í landinum. Niklas er ættaður uttan av Nesi í Eysturoy. Foreldrini vóru Rikka og Jens á Líðar­ enda. Hon var ættað innan av Rætt á Toftum, og hann var av Líðarenda á Nesi. Jens doyði í 1995, og Rikka doyði í 2002. Tey fingu fýra børn: Jóannes, sum var føddur í 1938, búði á Líðarenda. Hann doyði í 2004. Marita Nesstein fødd í 1940 býr í Vík, Karin Fossdalsá fødd í 1941 býr á Nesi, og so er tað Niklas. Eftir skúlaárini á Toftum sigldi Niklas trý ár við Nes­ búgvanum, sum Jóhannes á Stykkinum førdi. So var hann í fýra ár í Eysturoyar Heilsølu. Hann varð av­lærd­ ur sum timburmaður hjá Hald­uri Vang í 1984, og eft­ir at hava arbeitt har eini tvey ár afturat, fór Niklas inn til Gøtu at arbeiða. Har var hann eini tíggju ár á smoltstøðini og eini fimm ár á Fiskavirkinum. Í trý ár var hann arbeiðsformaður í Wiking Seafood á Strondum, og seinasta hálvt annað árið hevur hann arbeitt hjá Aluplast í Gøtu. Niklas giftist 3. september í 1982 við Sonju fødd Greger­ sen og ættað úr Norðragøtu. Tey eiga hugnaligt heim við síðuna av barnaheimi henn­ ara. Sonja og Niklas eiga trý børn. Tey eru Poula fødd í 1977, Jan føddur í 1986 og Barbara fødd í 1990. Børnini búgva øll í Gøtu, og Niklas eigu eina abbadóttir. Í frítíðini hevur Niklas verið aktivur í ítrótti. Hann var góður fimleikari í Støkk tann tíð tað var, og hann royndi seg sum málverja í bæði B68 og GÍ. Í 1978 fór hann at døma, og Niklas gjørd­ist ein tann fremsti fót­ bólts­dómarin og helt fram at døma inntil í 2004. Hann var í seks ár altjóða dómari. Hann dømdi ein vinardyst í Reykjavík millum a-lands­ liðini hjá Íslandi og Kypros, og so dømdi hann fleiri U 21 landsdystir og landsdystir millum yngru landsliðini, og eisini var hann dómari í Intertoto. Tey seinnu árini hev­ur Niklas verið dómara­in­ struk­tørur, og hann hevur gjørt nógv við at undirvísa á dómaraskeiðum. At menna dómararnar og har­ við dømingina er eitt av hans­ara fremstu málum í fót­bóltinum. Í 2003 varð Niklas á Líðarenda vald­ur til næstformann í Fót­bólts­ sambandinum, og hann varð afturvaldur á aðalfundinum í vár. J Niklas á Líðarenda 50 ár Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at kæri maður mín, pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara Martin Thomsen prentari, Tórshavn andaðist mikudagin 14. desember, 75 ára gamal. Farið verður úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum leygardagin kl. 17.00. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni sunnudagin kl. 13.00. Fyri tey avvarðandi Ragna Birita, Petra og Hildigunn Tey, ið vilja minnast Martin, kunnu lata Missiónshúsinum við Landavegin eina gávu, konto í Føroya Sparikassa. Tað verður hervið gjørt kunnugt, at elskaði beiggi okkara Tummas Jakob Lið Sørvágur andaðist í heiminum mikudagin, 47 ára gamal. Malla, Julianna, Rosa og Jens Erland Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Lena Dahl Toftir, ættað av Oyri andaðist á Vesturskini hósdagin 15. desember, 84 ára gomul. Fyri tey avvarðandi Karin, Torkil og Beinta