Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. desember 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 242 - 15 - 17. desember 2005 13 Tað fløvar óivað hjørtuni, tá børn úr vøggustovum ella barnagørðum støkka inn á gólvið á ellis- heimum og eldra- sambýlum. Stovnur- in Eikilund í Vági vitjaði 14. desember á eldrasamýlinum í Vági Jólímynd Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo At tey gomlu eru gloymd á jólum í Føroyum er kanska ikki beinleiðis rætt. Men lívsins gongd er, at tá ellið tyngir, so er tað ellisheim ella eldra- sambýli, ið gerst karmur um lívið. Og óivað kundi verið tættari millum vitj- anirnar hjá summum. Og tá er gott at fáa vitj- an av komandi ættarlið- um. Nýggjum, ungum kreftum. Teimum, ið eiga framtíðina. Og so hevur tað ikki altíð stóran týdn- ing, um hetta er familja. Børn eru fitt og tað fløvar gomlu hjørtuni, tá børnini koma á vitjan og framføra onkran jólaleik. Og tað er tíbetur alt vanligari við slíkum vitjanum, ið - um nakað - er ein ímynd av jólunum um næstrakær- leikanum. Tann 14. desember vitj- aðu børn úr barnagarði- num Eikilund í Vági á eldrasambýlinum í Vági. Har framførdu tey eingla- leik og gleðin var stór, tá tey smáu førdu fram og annars hugnaðu sær sam- an við teimum gomlu. Og sjálvandi vóru eisini lang- abbar og langommur mill- um áskoðararnar. Ung vitja eldri á jólum Anna situr spent og bíðar, til Kjøtkrókur letur henni pakkan… …og Niels Áki er so errin, tí nú ræðist hann ikki jólamannin longur! Jóhan Kári og Niels Áki pakka spentir upp jólagávurnar frá Kjøtkróki… …Ester fekk m. a. filmin um Kular Røtur. Álvur, babba, øvundar ikki sørt, men tá hann var lítil, tá ræddiast hann jólamannin, men tað ger Ester als ikki