fríggjadagur 16. desember 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 242 - 16. desember 2005
15
Eitt vitanarsamfelag
krevur, at dyrnar eru
opnar fyri vitan.
Tinghelluanalysan
Bogi Eliasen, cand.scient.
pol
Seinasta greinin um horna
steinarnar í 2015 ætlanini
hjá Landsstýrinum er um
alheimsgerðina og Føroyar.
Í røðuni á Ólavsøku legði
Løgmaður dent á, at Føroyar
skulu við í alheimsgerðina
og ítøkiliga at Føroyar skal
hava tættari samstarv við
ES og søkja um limaskap í
EFTA. Tað skilst eisini, at tað
er eitt ynski at gerast partur
av EBS samstarvinum, uttan
at tað tá varð sett sum mál.
Síðani tá er meira ítøki
ligt komið fram um at Før
oyar hava sett fram ynski
um at gerast partur av flog
ferðslupakkanum hjá ES,
rammuavtaluni fyri gransk
ing, lívslanga læru og at
beinleiðis verður farið eftir
EFTA limaskapi, eins og vit
hesa vikuna hava hoyrt at
nýggjur vinnupolitikkur skal
skipast í einum 2015 anda
í einum alheimsgjørdum
hami.
Alheimsgerð?
Orðið alheimsgerðin hevur
verið blaka út í hvørt orða
skifti í fleiri ár, og øll eru
púra samd um at einasta
leið frameftir er at vera við í
alheimsgerðini. Men eingin
klárar at siga nágreiniliga
hvat alheimsgerð er, og tí er
í mongum førum talan um,
at orðið verður brúkt uttan
størri innihald.
Fyri meg merkir alheims
gerð, at samfelagið verður
altjóðagjørt, soleiðis at forð
ingar verða tiknar burtur, at
arbeitt verður hugsanarliga
í øllum heiminum, eisini
soleiðis at onnur sleppa inn
til okkum. Tó soleiðis at
okkara egna samfelag ikki
skal niðurleggjast. Tí verður
oftani sagt, Think Globally,
act locally. Alheimgerð
er tí eins nógv at broyta
hugsanarhátt, sum at gera
skipanir.
Samanrenning
Ríkisrættarliga støða okkara
hevur við sær, at vit ikki
kunnu gera sum okkum lyst
ir á altjóða pallinum. Eitt
eyðkenni fyri alheimsgerð
á politiska vígvøllinum
er annars, at innlendis og
uttanríkispolitikkur verður
meira samanrunnin, men har
eru vit avmarkaði, m.a. tí at
tað ikki bara uttan hóvasták
ber til at gerast partur av EBS
samstarvinum umvegis antin
EFTA ella ES, tí Danmark
er limur har. Seinasta tíðin
hevur tí víst ein størri vilja til
at fáa Føroyum betri altóða
viðurskifti, m.a. í tilgongdina
at fáa EFTA limaskap og
royndin at fáa okkum uppí
EBS samstarvið.
Hava eginleikar
Men altjóðagerð er eisini,
at fáa virkir og vanliga borg
aran at hugsað um allan
heimin sum eina eind. At
eingin mørk eru. Hetta átti
at verið møguligt í Føroyum,
tí vit hava í hesum spæli
tann fyrimun, at vit eru eitt
pinkuland, sum altíð hevur
skula laga seg til og m.a
skula duga onnur mál. Vit
hava nógv fólk, sum hava
verið í øðrum londum og
arbeitt og/ella nomið sær
útbúgving, og nógvar sjó
menn ið sigast má verða ein
altjóðagjørd vinna. Hetta
eru eginleikar, vit skulu
brúka og eisini byggja inn í
okkara útbúgvingarskipan.
Men tá vit so hugsa um
útlendingamál í føroyskum
høpi, kann ikki annað enn
staðfestast, at langt er eftir
á mál.
Vitanarbýti
Politisk er heldur ikki sam
anhangur í málum og loysn.
Sum sagt er altjóðagerð m.a.,
at uttanríkis og innlendis
politikkur rennur saman.
Øll málsøki hava ein altjóða
part, og alt meira vanlig gerst
at hava málsræðissamstarv,
har t.d. avvarðandi ráðharrar
hittast. Tí átti tað verið ein
sjálvfylgja, at lagt nógv
størri dent á altjóða partin av
yvirtiknum málsøkjum. Tað
er í altjóða felagsskapum
og í altjóða samstarvi, at
vitanarbýtið í dag í stóran
mun er. Tí gerast vit skjótt
eftirbátar, um vit ikki leggja
okkum eftir at verða partur
av hesari menning, serliga
har vit hava málsræðið.
Altjóða luttøka
Eitt lítið land sum okkara
hevur tó ikki orku til at lut
taka í øllum altjóða politisk
um felagskapum, tí er ein
sera umráðandi partur av
eina effektivari altjóðagerð,
at vit tilvitað raðfesta og
velja hvar og hvussu vit
skulu brúka okkara orku og
støðugt meta um vit brúka
hana rætt. T.d áttu vit at lagt
okkum eftir WTO limaskapi.
Okkara ríkisrættarliga støða
og framkomna norðurlenska
samstarvið ger, at vit kunnu
samstarva við tey londini, um
økini vit ikki raðfesta hægst.
Eitt mál sum olympiski lima
skapurin, átti eisini at verið
raðfest hægri, soleiðis at
bæði politiska skipanin og
eisini vinnulívið í samstarvið
við ítróttina tilætlað royndu
tala hesa søk á hvørjum høvi
sum býðst uttanfyri land
oddarnar.
2015 og alheimsgerð
Sigast kann at alheimsgerðin
er yvirbygnaðurin á 2015
eins og hon er límið, sum
heldur ætlanini saman. Øll
menning skal setast í eitt
altjóða høpi, har vit í størri
mun tora at leita okkum út,
men at vit eisini fáa dirvi til
at lata onnur sleppa inn til
okkum. Altjóðagerðin virkar
ikki, um vit bert vilja sleppa
út og ikki lata okkum sjálvi
upp. Tað eru fleiri orsøkir
til tess. M.a. í sambandi við
vinnulív er neyðugt at fáa
útlendskan kapital, bæði
fyri at hava meira váðafúsan
kapital, men eisini fyri at
fáa útlendsk input í okkara
vinnu, sum eisini styrkir.
Men tað er eisini neyðugt
fyri at spjaða váðan. Vit hava
seinastu vikurnar sæð óttan
fyri útlendingum í samband
við kjakið um einskiljingar,
og fyri ikki so langari tíð
síðan var tað í samband við
ein fríhandilssáttmála. Eitt
vitanarsamfelag krevur, at
dyrnar eru opnar fyri vitan.
Dagligar avgerðir
Í mun til hornasteinarnar
í 2015 ætlanini sum fram
vórðu settir á Ólavsøku í
røðu Løgmans, eru tó fleiri
politiskar avgerðir, sum
ikki ganga tann vegin. T.d.
verður nógv lagt fyri við
útbúgving, men tað er ein
trupulleiki, at ov nógv nú
nema sær útbúgving uttan
fyri Danmark og tí kosta
pengar. Í samband við
gransking er t.d. Gransk
ingardepilin skerdur. Í sam
band við einskiljing sær
tað ikki út til at politiska
skipanin hevur rygg til eina
tilgongd. Á kunningar- og
samskiftisøkinum tørvar
okkum at síggja inntriv.
Tað sama kann sigat um
íverksetan, hóast at fleiri
nágreinilig hugskot hava
verið á borðinum.
Altjóða umboðan
Árið 2005 hevur verið eitt
hendingaríkt ár í altjóða høpi.
Eisini fyri Føroyar hevur
stórur dentur verður lagdur á
altjóða viðurskifti. M.a. sær
tað út til at lagt verður eftir
EFTA limaskapi. Samstarvið
við ES verður víðka, har vit
er vorðin partur euromed
skipanini um samsavnan av
uppruna, og vit hava fingið
ein víttfevndan sáttmála við
Ísland. Men stórir altjóða
politiskir fundir, við týdn
ingi fyri Føroyar, hava ikki
havt politiska umboðan.
Serliga tveir mugu metast
sum sera týdningarmiklir,
men sum føroyska poliska
skipanin ikki raðfestir, tað
er WTO fundurin sum nú er
í Hong Kong, og so stóri 60
ára fundurin hjá ST í heyst.
Altjóðagerð er í stóran mun
at knýta sambond, og tá
eru slíkir fundir av altórum
týdningi.
Breiðar semjur
Tað sum áliggur samgonguni
nú, er at ansa eftir at and
støðan eisini verður tikin við
í arbeiðið. M.a. núverandi
Løgmaður kritiseraði í and
støðu at alt arbeiði við Hvítu
Bók ikki tók andstøðuna
við. Tað sær higartil út til at
verða størsti veikleikin hjá
núverðandi samgongu, at
andstøðan ikki verður tikin
við í nóg stóran mun, og tað
er alneyðugt, tá talan er um
eina ætlan, sum fevnir um
meira enn eitt valskeið.
Alheimsgerð í 2015
Hetta er partur av alheimsgerð
Hugsast skal um meira enn heimamarkna, um vinnulívið skal altjóðagerast.
Jákup á Dul Jacobsen, hann
veit hvat tað snýr seg um