Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. desember 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 242 - 15 - 17. desember 2005 Tað er á leið tað, sum peningastovnarnir hava latið føroysku sethúsaeigarum seinasta mánaðin, nú altjóða rentufallið av álvara fann veg til Føroya PENINGASTOVNAR Jákup Mørk Fyri at vita, hvussu stjór- arnir sjálvir síggja upp á velduga rentufallið, sum hevur verið á føroyska lánsmarknaðinum seinastu tíðina, hava vit sent stjórunum í Suðuroyar Sparikassa, Føroya Banka, Føroya Sparikassa og Norðoya Sparikassa teldubræv. Spurningarnir sum so vóru hampuliga greiðir, men tíverri hevur tað so bert verið tann eini stjórin, sum hevur svarað okkum aftur um hetta. Tí ber illa til at staðfesta, hvørja støðu samlaði føroyski fíggjarheimurin hevur til málið, men her er so tað, sum Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa. Føroysku peningastovnarnir hava rættiliga verið í jóla- hýri seinastu vikurnar. Hvussu ber tað til, at hetta er hent somikið knappliga nú? Hetta er jú ein trendur, sum hevur verið at sæð í grannalondum okkara í drúgva tíð. Eftir míni sannføring, so er føroyska rentulækkingin ikki eitt úrslit av fallandi altjóða rentuni. Ikki minst, nú fíggjarmarknaðurin eftir øllum at døma stendur fyri hækkandi rentum komandi tíðina. Heldur er talan um úrslit av lokalari kapping á før- oysku marknaðunum, har nýggir aktørar royna at trýsta seg inn, samstundis sum gamlir aktørar hava víðkað sín aktivitet til nýggjar marknaðir. Óformliga hevur talan verið um eina javnvág á marknaðinum. Seinastu tíðina hevur javnvágin ver- ið undir trýsti, tí ymsu stovnarnir støðugt hava undirbjóðað hvønnannan. Nú er hetta so veruliga gjørt sjónligt. Føroyski marknaðurin er jú eisini so lítil, at tað er lætt at síggja, um onkur lækkar rentuna ella kanska økir 1. veðrætt- in fyri at vinna marknaðar- partar. Hetta hevur sum so ikki tí stóru ávirkanina, um talan er um einstakar hend- ingar, men gerst tað ein vani, so verður jú svarað aftur. Alt í alt verða tó helst ikki teir stóru markn- aðarpartarnir fluttir við hesum, tá rentan aftur finnur sína føstu legu. Men so er stríðið farið fram, og luftin er at kalla reinstað millum kappingarneytar- nar. Hartil hevur prokukt- menningin hjá føroyskum peningastovnum verið væl aftan fyri tað, sum vit hava sæð í hinum norðanlond- um, tá tosað verður um av- dráttarskáar, gjaldsskáar og lán yvir langt áramál. Eitt nú kanst tú í Svøríki taka lán, sum ganga yvir 100 ár, meðan tað í Danmark er vanligt við 30 árum. Talan er um eitt ótal av nýggju fíggjarligum vørum, sum eru vanligar aðrastaðni, men sum vit ikki fáa at síggja fyrr enn komandi árini. Hvussu nógv rokna tit við, at hetta kemur at kosta tykk- ara peningastovni? Sjálvandi ávirkar ein rentulækking vinningin hjá okkum. Og væntaði miss- urin hjá okkum er helst á- javnur tann hjá hinum pen- ingastovnunum. Sjálvandi í lutfalli við støddina. Kann rentan á sethúsa- marknaðinum lækka enn meira, enn hon ger í løtuni? Eg vænti ikki, at rentan á húsafígging lækkar nógv meira. Hetta tí talan sær út til at verða um hækkandi renu í Europa, og ikki minst, tí miðalrentan á før- oyskari sethúsafígging nú er á støði við teirri donsku. Donsku fíggjarstovnarnir hava í dag ein miðal marg- inal á privatkundum, sum er 5%, men hinvegin for- vinna teir munandi meira í avgjøldum. Tað, sum ger donsku fíggingina bíliga, er realkreditt-fíggingin, sum er galdandi upp til 80% av samlaða virðinum. Hartil er at siga, at um rentan á sethúsafígging fellur enn meira, so byrja aðrir møguleikar enn júst hetta at gerast munandi meira áhugaverdir hjá før- oysku fíggjarstovnunum. At enda. Um tú skalt gita. Hvør verður so jólagávan til sethúsaeigarar næsta ár? Eg eri bangin fyri, at jól- agávuhittið til sethúsaeig- arar í komandi ári er ein varislig rentuhækkan, kryddað við ymsum hækk- anum í ómaksgjøldum. Jólagávur fyri 10 mió kr um árið Stjórin í Suðuroyar Sparikassa heldur, at føroyska rentustøðið nú er so nær botninum, sum tað kann vera. Og komandi ár skulu sethúsaeigarar neyvan vænta sær eina eins góða jólagávu