fríggjadagur 16. desember 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 242 - 16. desember 2005
Kostráðgevi
Eitt fulltíðarstarv sum kostráðgevi (klinisk diætist)
er leyst at søkja til setan 1. februar 2006, ella eftir
avtalu.
Meginparturin av arbeiðsuppgávunum verða í neyv-
um samstarvi við toymið á diabetes amb. á G3.
Tveir kostráðgevarar eru á Landssjúkrahúsinum, har
tann eini er í diabetestoyminum.
Fyrisitingarliga hoyrir starvið til á Medicinska
Deplinum.
Arbeiðsuppgávurnar í høvuðsheitum
• kunna, vegleiða og undirvísa sjúklingum og
avvarðandi um mat og diabetes
• undirvísa einstaklingum og bólkum um diabetes
• saman við diabetestoyminum gera
undirvísingarætlanir til sjúklingar
• kunna, vegleiða og undirvísa aðrar deildir um
kostrøkt og kostviðgerð til diabetessjúklingar
• samskipa samstarv við aðrar deildir og primer
øki viðvíkjandi diabetes
• sjálvstøðugar viðtalur
• harumframt verða aðrar kostráðgevara
uppgávur í húsinum
Vit kunnu bjóða
• eitt dynamiskt og fjølbroytt umhvørvi
• fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
• positivt tvørfakligt samstarv
• innleiðslu
• møguleikar fyri fakligari menning
Krøv til umsøkjaran
• løggildug/ur kostráðgevi (autoriseraður kliniskur
diætistur)
• faklig vitan innan økið
• góð samstarvsevni og kunna arbeiða tvørfakligt
• kunna arbeiða sjálvstøðugt
• vilja til at menna og taka nýggj arbeiðisøki upp
• KT-kunnleika á brúkarastøði
Fyrimun hava umsøkjarar sum hava drúgvar royndir
innan øki
Løn og setanartreytir sambært sáttmálan millum
Økonomafelag Føroya og Fíggjamálaráðið.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Mariann
Patursson, kostráðgeva, tlf. 304500, lokal 6205,
mariannp@lsh.fo ella Evu Mortensen, deildarleiðara
á G3, lokal 6250, evmo@lsh.fo
Umsóknarfreistin er 2. januar 2006 kl. 12.00.
Tað er umsøkjarans ábyrgd at umsóknin er á Lønar-
og Starvsfólkadeildini áðrenn freistin er úti.
Skrivlig umsókn, merkt ”umsókn um starv” við CV,
avrit av prógvum og viðmælum o.l., skal sendast til
Landssjúkrahúsið
Lønar- og Starvsfólkadeildin
att. Una Dalsgaard
FO 100 Tórshavn
Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um
størv við at klikkja á leinkjuna ”starvsfólk”
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
Tórshavnar býráð hevur á býráðsfundi 24. november
2005 samtykt nýggj gjøld fyri vinnuburturkast, sum
koma í gildi 1. januar 2006. Til ber at fáa nýggju gjald-
skránna í Snarskivuni ella á Kommunalu Brennistøðini,
og hon liggur eisini á heimasíðuni hjá Tórshavnar
kommunu www.torshavn.fo.
T
Ó
R
S
H
A
V
N
A
R
K
O
M
M
U
N
A
Nýggj burturkastgjøld