fríggjadagur 16. desember 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 242 - 16. desember 2005
27
Førleiki
Vit vænta, at umsøkjarar hava útbúgving av hægri lærustovni, eitt
nú cand. jur., cand. merc., cand. polit. ella líknandi. Aðrar útbúgvingar
saman við hóskandi royndum kunnu eisini koma upp á tal. Vit
rokna eisini við, at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og at samstarva í
arbeiðsbólkum.
Setanartreytir
Setanartreytir og løn eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
avvarðandi fakfelag. Setanin fevnir um alt Fíggjarmálaráðið og stovnar
undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og hini stjórnarráðini.
Vit bjóða
• Arbeiði á høgum fakligum stigi, og tí eru góðir møguleikar fyri
persónligari og fakligari menning
• Sjálvstøðugt starv, sum tú í stóran mun skapar sjálv/ur
• Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, har tú arbeiðir nógv saman við
teimum politisku myndugleikunum
• Starv, sum til tíðir kann vera krevjandi, men sum samstundis er
áhugavert við nógvum samskifti úteftir
• Góðar møguleikar fyri skeiðum og eftirútbúgving.
Umsókn
Umsókn saman við CV og møguligum viðmælum skal sendast til:
Fíggjarmálaráðið
Postboks 2039
FO-165 Argir
Frestin at søkja er hósdagin 5. januar 2006 kl. 12.00.
Størvini verða sett skjótast tilber.
Vilt tú vita meira um størvini, kanst tú ringja til Petur Alberg
Lamhauge, fíggjarmálastjóra, á tlf. 35 20 20 ella Snorra Fjallsbak, stjóra
á Lønardeildini á tlf. 35 22 00.
Fíggjarmálaráðið og Lønardeildin í
Fíggjarmálaráðnum søkja eftir fulltrúum
Arbeiðið í Fíggjarmálaráðnum
Arbeiðið í Fíggjarmálaráðnum fevnir
um ráðgevandi, fyrisitingarligar og
analytiskar uppgávur á teimum økjum,
ið ráðið umsitur, t.e. at:
• Ráðgeva landsstýrismanninum um fíggj-
ar-, skatta-, avgjalds-, og kapitalmarkn-
aðarmál og viðgera innkomin mál
• Fyrireika uppskot til nýggjar lógir og
lógarbroytingar
• Loysa tvørgangandi og samskipandi
uppgávur
• Gera analysur, langtíðarætlanir og
tryggja, at hesar verða framdar
• Ráðgeva og leiðbeina stjórnarráðum og
stovnum.
Arbeiðið á Lønardeildini
Arbeiðið á Lønardeildini fevnir í høv-
uðsheitum um sáttmálasamráðingar,
málsviðgerð og ráðgeving í arbeiðsrætt-
arligum og setanarrættarligum spurn-
ingum, t.e. at:
• Ráðgeva stjórnarráðum, kommunum,
stovnum og feløgum og avgreiða
fyrispurningar frá teimum
• Gera vegleiðingar og rundskriv um
lønar- og setanarviðurskifti
• Tulka lógir, avtalur og tænastumanna-
lóggávuna.
• Svar spurningum í fyrisitingarrætti og
arbeiðsmarknaðarlóggávu
• Gera sáttmálaar við fakfeløg
Fíggjarmálaráðið
Mentamálaráðið
Fólkaskúladeildin
Fyribilsstarv sum
varaskúlastjóri
í Tórshavnar kommunuskúla
Ì sambandi við at annar varaskúlastjórin fer í farloyvi,
verður starvið sum varaskúlastjóri í Tórshavnar
Kommunuskúla lýst leyst til setanar í tíðarskeiðnum
1. januar 2006 til 31. juli 2007.
Starvið er lønt sambært avtalu millum Fíggjar-
málaráðið og Føroya Lærarafelag og verður sett
sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann sum
sett/-ur verður, er tænastumannasettur lærari
frammanundan.
Víst verður annars til nærri lýsing av starvinum á
heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum www.mmr.fo
Umsóknirnar skulu vera Mentamálaráðnum í
hendi í seinasta lagi týsdagin 20. desember
2005. Umsóknarblað liggur á heimasíðuni hjá
Mentamálaráðnum.
Um tú ynskir fleir upplýsingar um starvið kanst tú
ringja til Olaus Jespersen, deildarstjóra.
Tórshavn, 30. november 2005
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72 · Postrúm 3279 · 110 Tórshavn
Tlf. 355050 · Fax 355055 · e-postur: MMR@MMR.FO
Kommunustýris-
fundir 2006
Bygdaráðið hevur á fundi tann 12. desember 2005
samtykt at áseta almennu fundirnar hesar dagar:
Mánadagin 30. januar
kl. 19.00
Mánadagin 27. februar
kl. 19.00
Mánadagin 27. mars
kl. 19.00
Mánadagin 24. apríl
kl. 19.00
Mánadagin 29. mai
kl. 19.00
Mánadagin 26. juni
kl. 19.00
Mánadagin 28. august
kl. 19.00
Mánadagin 25. september kl. 19.00
Mánadagin 30. oktober
kl. 19.00
Mánadagin 13. november kl. 19.00
Mánadagin 27. november kl. 19.00
Mánadagin 18. desember kl. 19.00
Sunda Kommuna
Venjingarskúlin
Søkt verður eftir stuðulsfólki til næming í 3. flokki
við serligum tørvi. Talan er um 17 tímar um vikuna.
Løn eftir sáttmála við Føroya Pedagogfelag.
Fyrimun hava umsøkjarar við pedagogútbúgving
og/ella royndum í mennandi stuðulsarbeiði.
Umsóknin við avriti av møguligum próvskjølum/
viðmælum má vera skúlastýrinum í hendi í seinasta
lagi 5. januar 2006.
Meira fæst at vita við at seta seg í samband við
skúlastjóran (316317/213502).
Skúlastýrið við Venjingarskúlan
Blankagøta 10
100 Tórshavn
Arbeiðshandskar
til øll endamál - bæði á sjógvi og landi
Landsins størsta úrval
frá eingangshandskum til
fóðraðar Japan-handskar
Beinleiðis frá framleiðara
Sosialurin 311820
spf
www.sosialurin.fo
veitst tú ikki tað?