fríggjadagur 16. desember 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 237 - 9. desember 2005
Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Birgir Kruse, ritstjóri á
Føroya Skúlabókagrunni
Hvørja bók lesur tú í løtuni?
- Saga Eysturoyar hjá Kristian
Osvald Viderø. Lukkutíð hava
fólk á Eiði ikki gingið so nógv
við slatri, sum aðrastaðni, so har
er avmarkað, hvat Viderø hevur
fingið burturúr. Keypti bøkurnar
hjá Viderø á útsølu herfyri.
Hugtakandi univers, tað hjá
Viderø. Glansbílætasamlarnar
hjá Jóanesi Nielsen lesi eg eisini
og so allar fakbøkurnar, sum
Skúlabókagrunnurin arbeiðir
við. Yrkingasøvn lesi eg javnan,
og tað er neyvan dagur, eg ikki
lesi eina yrking. Nýggja savnið
hjá Heðini M. Klein lesi eg
beint nú, og so vendi eg altíð
aftur til Henrik Nordbrandt og
Sálmabókina, har eg haldi Sámal
A. Weihe vera serliga spennandi.
Mær dámar væl sálmaskaldskap,
og í so máta er norski Edvard
Hoem eisini eitt gott boð. Hann
eigur tekstin til ta fløguna,
sum eg oftast man spæla, ”Den
fattige Gud”. Yvirhøvur brúki
eg meiri tíð at spæla plátur og
fløgur, heldur enn at lesa, tí rokk-
lyrikkur liggur fremst fyri.
Er tað onkur bók, tú minnist
serliga væl?
- Outsideren, sum eg 14 ára
gamal las saman við ein floks-
felaga, Løgneren hjá Martin
A. Hansen, sum vit lósu í real-
skúlanum á Oyrarbakka, One
flew over the cookoo’s nest
hjá Ken Kesey og Down and
out in London and Paris hjá
George Orwell, sum vit lósu í
Studentaskúlnum, hava allar ligið
leingi á og gera tað enn. Når
snerlen blomstrer hjá Bjarne B.
Reuter hevur eisini eitt serligt
pláss í einum lærarahjarta
og man vera bókin, eg oftast
havi lisið. Góðar bøkur, sum
eg vendi aftur til og nýti sum
fakligar uppslagsbøkur, eru
Ögonvittnet hjá Anders Ehmark
um ein krígsreportara í Afrika,
sum aldri sær kríggið, men tó
skrivar av fullum huga um tað,
og landsmaður hansara Göran
Rosenberg, sum í Tanker om
journalistikk viðger eina røð av
evnum m.a. public service. Av
fagurbókmentum er Kaninbjerget
hjá Richard Adams einasta
bók, eg havi lisið út í eitt og
Undtagelsen hjá Christian
Jungersen, sum er um happing
á arbeiðsplássum, fekk eg nógv
burturúr at lesa í fjør.
Hvør var tín fyrsta lesiuppliving?
- Tá Antines fangaði seyðatjóv-
arnar, sum pápi mín las. Tað
gjørdi hann ikki ofta, men hesa
minnist eg og eisini hoyggjhúsið
á Barnalofti, har eg ikki ivaðist
í, at søgan hjá Martin Joensen
fór fram. Fyrsta sjálvstøðuga
lesiuppliving man vera Ein
Ribbaldur hjá Eilif Mortansson
og Vicke Viking. Gluggan las
eg eisini á tamb, og eitt íslendsk
barnablað, Æskan, sum mostir
ein floksfelaga plagdi at fáa.
Hvørja bók vildi tú ynskt, tú
hevði lisið?
- Fúrstan hjá Machiavelli og
manualin til Adobe Acrobat.
Havi ongan áhuga í útinnandi
makt og lesi aldri manualar og
angri tað altíð. Men ikki gerst
við.
Hvat fær teg at velja tær bøkur,
tú lesur?
- Uppslagsbøkur og álmanakkar
við ávísum avmarkaðum evnum,
um rokk, film, ella skaldskap,
sum eg kann brúka í mínum
dagliga arbeiði. Er talan um
fagurfrøðiligar bøkur, so velji eg
bøkur, sum onkursvegna geva
eitt afturljóð, sum klingar av
mínum barnaárum, bíbilskt og
gamaltestamentligt. Her koma
bæði Viderø og Johnny Cash
klárt inn.
- Fyri ikki um at tala Carl
Jóhan. Hann eigi eg á. Heilt til
páskar. Vóni, at rithøvundurin
fer at geva Ó út sum ljóðbók.
Tað hevði givið bókini ta eyka
dimensión, sum hon hevur
uppiborið, tí rithøvundurin er
millum bestu upplesarar. Carl
Jóhan sum ljóðbók, tað hevði
verið ein góð jólagáva.
Bøkurnar og eg
Varðin 2005 komin
Innihaldið í 72. bindi av
Varðanum, sum júst er komið,
er eins og árini frammanundan
eitt fjølbroytt úrval av søgum,
frásagnum, yrkingum og
bókaummælum.
Tummas Lenvig hevur umsett
áhugaverda grein um føroyskt
mál, sum stóð í Dimmalætting
fyri meiri enn 100 árum síðani.
Tað vóru Jógvan Poulsen, lærari,
Jakob Jakobsen, máfrøðingur og
Jóannes Patursson, bóndi, sum
skrivaðu.
Povl Skårup skrivar um
Thomas Jacobsen (Tarnovius).
Ein stuttsøga er eftir Prosper
Merimèe og framhald av
stuttsøguni “Fjáltrandi kenslur”
eftir Steffan Zweig.
Eisini er seinasta greinin
um tey stóru seglskipini við
í Varðanum 2005. Freydis
Poulsen skrivar um Norðaskála
Søgu, Eivind Weihe hevur grein
um Skipan fyri tingafaratoll,
og Egon Hansen skrivar um
Nólsoyar vita og fólkið har. Turið
Sigurðardóttir hevur grein um
tjóðarskald Finlands, Runeberg,
um rivjabýirnir hjá Evu Strøm
og harafturat tvey bókaummæli:
um yrkingasavnið Ariel eftir
Alexander Kristiansen og um
gomlu bókina hjá Lucasi Debes
um Føroyar, sum nú aftur er
komin á týskum máli. Eisini
ummælir Hanus A. Samuelsen
bókina Far fram á Torg eftir
Guðruna Gaard.
At enda er ein heilsan til Emil
Thomsen, sum fylti 90 ár 27.
november.
Í sambandi við útgávuna fyri
2005 hevur Varðin fingið nýggja
heimasíðu, www.vardin.net, har
eisini innihaldsyvirlit er yvir allar
Varðarnar, sum eru útkomnir
síðani 1921.
Eg ynski mær bøkur til jóla
Síðsta bókin um
Samson og Roberto
Bókadeildin gevur nú út síðstu
bókina í væl umtóktu røðini eftir
Ingvar Ambjørnson um tann
ógvuliga ljóta hundin Samson og
tann listinlærda frensin Roberto,
sum saman reka pensjónatið
Sjóvargarð, har grevlingurin
Greta er pikkolo, og oturin Oda
gongur til handa. Bókin hevur
heitið Loyndarmálið hjá Faðir
Pietro, og í hesum partinum
verður rættiligt rok, tí lógarinnar
langi armur, Ludo Karson,
handtekur yrkjaran Gregor, sum
er komin á fríggjaraferð at vitja
Gretu. Men meira skal til fyri at
loysa Gregor úr varðhaldinum
enn at tosa um pass og um
fría orðið og at siga, at Gregor
er gestur á pensjonatinum og
yrkjari, sum hevur fingið seks
stjørnur fyri sína seinastu bók.
Benny skrivar um talu-
frælsi og djórarættindi í undir-
grundarblaðnum, og italski
kokkurin Mario Gastromati, sum
ger tað frágera góðu pitsa a la
mamma, blandar hylliberjasaft,
sum fær Ludo at enda í sjeynda
himli. Allan hendan hurlivasan
og mangar aðrar ber til at lesa um
í hesari sera skemtiligi bókini.
Tær báðar fyrru bøkurnar um
Samson og Roberto Arvurin
eftir Rin-Tin-Tei farbróður og
Klandursvættini komu út í 2004
og 2005, og aftur hesuferð er
tað Alexandur Kristiansen, sum
týddi úr norskum og Per Dybvig,
ið teknaði stuttligu myndirnar.
Ó – søgur um devulskap sum ljóðbók hevði verið ein frálík jólagáva, tí Carl
Johan Jensen man vera millum bestu upplesarar, heldur Birgir Kruse
Mynd: Jens Kristian Vang
28
Nr. 242 - 15 - 17. desember 2005