Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-16, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. desember 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 242 - 16. desember 2005 Deildin fyri sinnisveik umsitur sam- býlið á Fobbakletti og sambýlið á Traðarvegi í Sandavági. Harafturat hevur stovnurin framhaldandi eftirlit við bústovnunum á Fugloyarvegi og í Torfinsgøtu í Tórshavn og sam- býlunum Sólteigur og Eysturstræti í Tórshavn. Stuðulsskipanin fyri vaksin hevur til endamáls at veita sosialpedagogiska hjálp, fylgi, eftiransan og umsorgan til heimabúgvandi persónar millum 18 og 66 ár um alt landið. Í løtuni eru umleið 110 persónar, ið fáa stuðul frá skipanini. Deildin fyri Sinnisveik og Stuðuls- skipanin fyri vaksin søkir eftir avloys- ara fyri fíggjarfulltrúa í tíðarskeiðn- um: 1. februar 2006 til 30. november 2006. Arbeiðið hjá fíggjarfulltrúanum fevnir um: • At leggja roknskaparhaldið hjá Deildini fyri sinnisveik og Stuð- ulsskipanini fyri vaksin tilrættis sambært roknskaparreglum lands- ins og at menna hetta samsvarandi hesum. • At hava mánaðarligt eftirlit við rakstrinum hjá stovnunum. • At gera mannagongdir og veg- leiðingar vm.m og vera við at seta tær í verk. • At fyriskipa fíggjarlógararbeiðið. • At tryggja eitt so einsháttað og gjøgnumskoðiligt datagrundarlag sum gjørligt. • Àrliga góðkenna roknskapir hjá sjálvsognarstovnunum mótvegis leiðaranum. • At lýsa og greina fíggjarstøðuna, virksemið og tænastustøðið hjá stovnunum. • Skrivari hjá leiðaranum. Førleikakrøv Vit vænta, at: • Tú hevur evni at greina og arbeiða við tølum • Tú dugir væl at orða teg skrivliga og munnliga. • Tú hevur eina positiva menniskja- fatan. • Tú arbeiðir skipað og hevur hug at arbeiða í einum tvørfakligum umhvørvi. • Tú ert opin og virkisfýsin. • Tú trívist í einum virknum og jaligum arbeiðsumhvørvi. • Tú hevur góð samstarvsevni • Tú hevur eina viðkomandi útbúgv- ing og royndir innan fíggjararbeiði og almenna umsiting. Deildin fyri sinnisveik og Stuðuls- skipanin fyri vaksin kann bjóða: • Ein virknan starvsfólkahóp við humor og umsorgan fyri hvørjum øðrum. • Tvørfakliga supervisión. • Eitt gott og mennandi arbeiðspláss í støðugari broyting. Lønar- og setanartreytir: Talan er um eitt avloysarastarv galdandi frá 1. februar 2006 til 30. november 2006 innan Heimarøktina og Serforsorgina. Løn sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið ella Búskapar- og Løgfrøðingafelagið og Fíggjarmálaráðið. Fleiri upplýsingar um starvið eru at fáa hjá leiðaranum Regin Johansen, tlf. 354020. Starvið verður sett 1. februar 2006 ella skjótast tilber. Umsóknarfreistin er sett til 30. desember 2005 og umsóknir við prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til: Deildin fyri sinnisveik/ Stuðulsskipanin fyri vaksin Stíla: Regin Johansen Løkjatún 1 160 Argir HEIMARØKTIN OG SERFORSORGIN DEILDIN FYRI SINNISVEIK OG STUÐULSSKIPANIN FYRI VAKSIN Fíggjarfulltrúi til Deildina fyri sinnisveik og Stuðulsskipanin fyri vaksin Stuðulsskipanin fyri vaksin hevur til endamáls at veita sosialpedagogiska hjálp, fylgi og umsorgan til heima- búgvandi persónar millum 18 og 66 ár um alt landið. Felags fyri hesi fólk er, at tey vegna skerdan kropsligan ella sálarligan førleika hava tørv á stuðli. Ì løtuni eru uml. 110 persónar, ið fáa stuðul frá skipanini. Stuðulstoymið Stuðulstoymið er ein tvørfakligur starvsfólkabólkur við 3 pedagogum, 1 sjúkrarøktarfrøðingi og 1 heilsu- atstøðingi. Málbólkurin hjá stuðusltoyminum er í høvuðsheitinum heimabúgvandi fólk, ið hava munandi skerdan sálar- ligan virkisførleika. Arbeiðið hjá stuðulstroyminum fevnir um: • At stimbra og menna praktiskar og sosialar førleikar hjá brúkaranum. • At stimbra ígongdsetan av virksemi, ið brúkarin ynskir ella hevur tørv á. • At geva ráð og vegleiðing í van- ligum dagligum virki, so sum matgerð, reingerð, klædnavask, handilsørindir, peningaviðurskiftir og annað, samstundis sum hædd verður tikin fyri, hvat tann einstaki brúkarin megnar. • At skipa so fyri, at brúkarin fær møguleikan at leggja gerandislív sítt soleiðis til rættis, at tað verður í samsvar við egnan tørv og normar. • At vegleiða brúkaran í samstarvin- um við t.d. Almannastovuna, Økis- psykiatriina, Psykiatriska depilin og aðrar myndugleikar. • At bøta um møguleikan hjá brúk- aranum at skapa eitt trygdarnet. Førleikakrøv: Vit vænta at tú: • Kanst arbeiða sjálvstøðugt og einsamøll/einsamallur í heimi brúk- arans og samstundis kanst átaka tær at arbeiða í einum øki, har tað ræður um intuitión. • Vísir áhuga og virðing fyri brúk- arunum og samstundis arbeiðir professionelt. • Ert stuðlandi og hjálpir brúkaranum uttan at taka ábyrgdina fyri lívinum frá honum. • Hevur hug og hegni til at arbeiða í einum tvørfakligum umhvørvi. • Ert tolin og hevur eina positiva menniskjafatan. • Kanst handfara og trívast við einum arbeiðsegi, ið onki kann sigast um frammanundan. • Ert sterk/sterkur bæði til likams og sálar. • Tú hevur eina viðkomandi útbúgv- ing og royndir innan psykiatriska økið. • Tú hevur áræði. • Ert opin og virkisfýsin. Stuðulsskipanin fyri vaksin kann bjóða: • Eitt spennandi arbeiðspláss við møguleikum fyri persónligari og fakligari menning. • Ein virknan tvørfakligan starvs- fólkahóp. • Samávirkan á gerandis uppgávur. • Kunning í arbeiðinum og super- visión. Lønar- og setanartreytir: Talan er um eitt fulltíðarstarv innan Heimarøktina og Serforsorgina og roknast má við, at arbeiðstíðirnar av og á eru skiftandi dag-, kvøld- og vikuskiftisarbeiði. Løn sambært avvarðandi yrkisfelag og Fíggjar- málaráðið. Tann, ið settur verður má kunna tola broytingar í starvinum og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Fleiri upplýsingar um starvið eru at fáa hjá Odu Jóhansdóttir, varaleiðara, tlf. 354024 ella Regin Johansen, leiðara, tlf. 354020. Starvið verður sett 1. februar 2006 ella skjótast aftaná. Umsóknarfreistin er sett til tann 30. desember 2005 og umsóknir skulu sendast til: Stuðulsskipanin fyri vaksin Stíla: Regin Johansen Løkjatún 1 160 Argir HEIMARØKTIN OG SERFORSORGIN STUÐULSSKIPANIN FYRI VAKSIN Stuðulsskipanin fyri vaksin søkir eftir einum starvsfólki til stuðulstoymið í Suðurstreymoy Lesið Sosialin Sosialurin Sosialurin Visti tú ikki tað? Visti tú ikki tað?