Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-16, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. desember 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 242 - 15 - 17. desember 2005 29 2005 gjørdist eitt ser- stakt bókaár fyri Bók- adeild Føroya Lærara- felags við bæði virðis- lønum og fleiri ser- merktum og nýskap- andi útgávum BFL Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Við meir enn 50 útgávum í ár er Bókadeild Føroya Lærarafelags uttan saman- bering virknasta forlagið í Føroyum. Men tað er ikki bara talið á útgávum, sum fær Bókadeildina at skara framúr. Tað er nær við, at virðislønir hava lyndi til at regna yvir útgávur hjá for- lagnum, og onkur av teim- um hevur í ár skrivað seg slóðbrótandi inn í føroyska útgávusøgu. Fingurin á pulsinum - Eg vildi ynskt, at onnur forløg í Føroyum høvdu somu umstøður at virka undir, sum Bókadeildin, segði Niels Jákup Thom- sen, stjóri á forlagnum á ár- liga bókadegnum herfyri. Neyvan er tað bara umstøð- urnar, sum gera tað - vit onnur kunnu í øllum førum staðfesta, at forlagið megn- ar at umsita sína orku og játtan á ein fyrimyndarligan hátt, tá tað ræður um barna- og ungdómsútgávur. Umframt allar tær meir vanligu útgávurnar hevur forlagið aftur í ár víst, at tað ikki aftar seg við at taka av rættiliga avbjóðandi og øðr- vísi útgávuuppgávum. Tá ongin annar vildi ella tordi, var tað ikki óvæntað Bóka- deildin, sum átók sær upp- gávuna at geva út Trøllið hjá Pápaleysa, sum er fyrsta føroyska royndin at geva út eina samansetta bóka/DVD útgávu. Orgin- ala hugskotið við at saman- tvinna eitt gamalt føroyskt ævintýr við nýmótans tøkni endaði eisini við at geva Inga Joensen og Grafik Studio Barnabókaheiðurs- løn Tórshavnar Býráðs fyri Trøllið hjá Pápaleysa. Síðani eru komnar ein røð av útgávum, sum ikki bara eru framúr snøggar, sum til dømis skreytútgáv- an av Ævintýrinum um Pin- occhio, men sum eisini vísa, at Bókadeildin allatíð- ina hevur ein fingur á puls- inum við tí, sum hendir á altjóða bókamarknaðinum. Herfyri kom til dømis triðja og seinasta bind í tríverki- num Myrkursins Frumevni - eitt verk, sum í 2001 kom inn á triðja pláss í altjóða kapping um Aldarinnar Bók. Eisini kann nevnast, at ein av fyrstu útgávunum hjá Bókadeildini í ár var stóra savnið av H.C. Ander- sen ævintýrum, sum Bóka- deildin í samstarvi við H.C.A grunnin gav út í sambandi við H.C. Ander- sen hátíðarhaldið. Nú árið er um at verða liðugt, kann ikki sigast ann- að, enn at Bókadeildin end- ar tað við manér. Fyrst í hesum mánaðinum varð greitt, at nógv umrødda myndabókin Ein hundur, ein ketta og ein mús er inn- stillað til Bókavirðisløn Út- norðurráðsins 2006, sum kemur afturat heiðurinum, at bókin í løtuni verður týdd til bæði franskt og ís- lendskt. Og sum prikkurin yvir i’- num gav Bókadeildin fyrr í vikuni út føroysku týðing- ina av sættu Harry Potter bókini bert fáar mánaðir eftir, at upprunbókin kom út í Onglandi. Kapping um ungdómssøgu Hvussu komandi bókaár hjá Bókadeildini fer at hiln- ast er ilt at spáa um, men okkurt bendir á, at vit kunnu vænta okkum fleiri upprunabøkur á føroysk- um. At tað finnast føroy- ingar, sum duga at skriva dygdargóðar ungdómsbøk- ur, ivast Niels Jákup als ikki í og sipar til ungdóms- søgukappingina, sum for- lagið skrivaði út í 1989, tá Skuggar eftir Lydiu Didrik- sen, Regin og Sára eftir Heina Hestoy og Supeia eftir Sonju Sørensen vunnu ávikavist 1., 2. og 3. virðis- løn. Hesar bøkur hava verið trálisnar av føroyskum ung- dómi líka síðani, og for- lagið eggjar áhaldandi fólki til at lata inn upprunafør- oysk handrit. Í eina tíð hev- ur Bókadeildin arbeitt við tankanum um at skriva út enn eina kapping um nýggjar ungdómssøgur. Væntandi verður kappingin skrivað út í 2006, og so er bert eftir at vóna, at fólk vilja taka við avbjóðingini, sigur Niels Jákup Thomsen. Fyribils kann Niels Jákup tó avdúka, at ikki færri enn tríggjar upprunaføroyskar ungdómsbøkur verða at síggja í bókahandlunum komandi ár. Serstakt ár hjá Bókadeildini Lesarar kunnu vænta sær ikki færri enn tríggjar upprunaføroyskar ungdómsbøkur frá Bókadeildini komandi ár, avdúkar Niels Jákup Thomsen Nú kunnu børnini í 1. flokki læra seg at rokna saman við Fryntunum í Fryntavík. Fryntligu verurnar spæla nevniliga ein spennandi leiklut í roknibókini Skygni 1b, sum Føroya Skúlabókagrunnur gevur út í næstum ROKNIBÓK Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Nýggja roknibókin Skygni 1b til 1. flokk frá Skúla- bókagrunninum má sigast at vera munandi meir huga- lig og spennandi enn rokni- bøkur flest. Børnini skulu sjálvsagt framvegis læra at rokna, men at hjálpa sær hava tey fingið fryntligu Fryntarnar í Fryntavík, sum Edward Fuglø hevur gjørt til ein heilan myndaheim fyri seg í bókini. Kendur ænintýrheimur Saman við tekingunum og søgunum, kunnu næming- arnir fylgjast við Fryntu- num og gruna yvir tær ymsu rokniavbjóðingarnar, teir renna seg í. Í Fryntavík hava tey til dømis bara eina klokku, sum sigur ding- dong. Ein dagin fáa teir eina klokku við tølum á, og skjótt finna teir út av, at tá kokkan slær ding-dong fýra ferðir, svarar tað til talið 4 á klokkuni. Soleiðis læra teir eisini at brúka tøl, tá teir telja eggini hjá hønunum, har teir fyrr bara hava dug- að at seta strikur. Gundur Mortensen, rit- stjóri, sigur, at umframt at læra at rokna, er ætlanin við Skygnibókunum eisini er at fáa børnini at gruna eitt sindur yvir, hvat býr aftanfyri tey ymsu stødd- frøðiheitini, so tað verður lættari at fata tey. Í Skygni 1b er ein hug- takandi søga um lívið hjá Fryntunum og ein mynd av Fryntavík, sum børnini kunnu heingja upp heima við hús. Soleiðs kunnu børnini altíð hava hendan ævintýrheim fyri eyga, tá tey skulu hjálpa Fryntunum at loysa onkra av rokniupp- gávunum í bókini. Sjálvt um hetta er ein æv- intýrheimur, er tað lætt hjá børnunum at kenna seg sjálvi afttur í tí, sum hendir. Fryntarnir gera nevniliga alt sovorðið vanligt sum at keypa, selja og veksla pengar, og út frá tekningu- num sær alt hetta út til at ganga fyri seg onkustaðni í Føroyum. Tað eru Mortan Dalsgarð og Edvard Olsen, sum hava týtt Skygni úr donskum og lagað hana til føroysk við- urskifti saman við Gunduri Mortensen og Edwardi Fuglø. Eitt støddfrøðiævintýr Nýggja roknibókin Skygni 1.b til 1. flokk frá Føroya Skúlabókagrunni er munandi meir hugalig og spennandi enn roknibøkur flest