Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-16, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. desember 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 242 - 16. desember 2005 29 Broytingar í Almennu Byggisamtyktini í Klaksvíkar Kommunu Við hesum verður kunngjørt sambært reglurnar í løgtingslóg nr. 13 frá 21.mei 1954 við seinni broytingum , at Klaksvíkar Býráð hevur samtykt hesar broytingar í almennu byggisamtyktini fyri Klaksvíkar Kommunu: 27.okt. 2005: 4.grundlendi (landbúnaðarøki) við bátahylin í Borðoyavík verður útlagt sum B 2.4 og B 2.5, sum er havna- og ídnaðarøki 27.okt. 2005: Ásetingarnar viðv. grundøkjavídd í økisparti B 8 (ídnaðarøkið við Borðoyrarvík) verða broyttar 27.apr. 2004: B 10-økið á Strond (Grótbrotið) verður víðkað og ásetingarnar broyttar og útgreinaðar 24.nov. 2005: B 1 økið í Ánunum (Ídnaðar- og Góðshavnin) verður býtt sundur til B 1.2 og B 1.3 við broyttum ásetingum í mun til verandi B1-øki 21.juni 2005: Ásetingin viðvíkjandi uppbýti av norðasta partinum av serstøku byggisamtyktini í 1. grundlendi nið- anfyri Klaksvíksvegin verður broytt. Broytingarnar liggja frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni inntil 20. januar 2006 og eru somuleiðis at síggja á www.klaksvik.fo. Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi seinasta lagi 17. mars 2006 fyri at koma við í býráðsins endaligu viðgerð av broytingini. Klaksvík 16. desember 2005 Klaksvíkar Býráð Almennu býráðsfundirnir Føstu almennu býráðsfundirnir hjá Klaksvíkar kommunu ár 2006 verða hesir: 24. januar 21. februar 21. mars 25. apríl 23. mai 27. juni 19. september 24. oktober 21. november 19. desember Klaksvíkar Býráð Hallarvørður Tvøroyrar býráð søkir eftir hallarvørði til skúla- og ítróttarhøllina í Trongisvági. Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.: • at skipa fyri øllum tiltøkum í høll/forhøll og skúlagarði. • at leiga høll/forhøll og skúlagarð út. • at vaska høll/forhøll og skúlagarð. • at hava umsjón við umklæðingarúmum og wc'um. • at gera umvælingar. • at ljós, hiti og sanitetsviðurskifti eru í lagi. • at trygdarbúnaðurin virkar sambært ásettum krøvum. • at halda reint og ruddiligt inni og uttanum høllina. Førleikakrøv Skal duga at arbeiða sjálvstøðugt og hava góð samstarvsevnir. Starvs- og setanarviðurskifti Starvið er fulltíðarstarv og verður sett skjótast tilber. Løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Meiri fæst at vita Gjøllari upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til teknisku deild hjá Tvøroyar býráð á tlf. 371085 Umsókn Skrivlig umsókn við upplýsingum um útbúgving, starvsroyndir og møguligum viðmælum skal vera Tvøroyrar býráð, postrúm 85, 800 Tvøroyri í hendi í seinasta lagi fríggjadagin tann 23. desember 2005. Merkið brævbjálvan: Hallarvørður. Aðalfundur Verður í Norðurlandahúsinum, mikudagin tann 28. desember kl. 10.00 við hesi dagsskrá: 1. Val av fundarstjóra 2. Frágreiðing formansins um virki felagsins í farna ári 3. Framløga og góðkenning av grannskoðaðum roknskapi 4. Val av nevndarlimum og eykalimum 5. Val av grannskoðara og tiltaksmanni 6. Ásetan av limagjaldi og formansløn 7. Ymiskt Gestarøðari verður Thormund Johannesen, skipsverkfrøðingur. Føroya Skipara- og Navigatørfelag Broytingar í Serstøku Byggisamtyktini fyri Árnafjørð Við hesum verður kunngjørt sambært reglurnar í løgtingslóg nr. 13 frá 21.mei 1954 við seinni broytingum, at Klaksvíkar Býráð hevur samtykt hesar broytingar í Serstøku Byggisamtyktini fyri Árnafjørð: 21. juni 2005: Ásetingarnar fyri økispart C3/2 í Árnafirði verða broyttar soleiðis at møguleiki verður at frábýta til neystagrundir. - Loyvt skal verða at nýta loft ella yvirhædd til summ- arbýli 24. nov. 2005: Ásetingar fyri økispart B2/ 2 í Árnafirði verða broyttar soleiðis, at møguleiki verður at frábýta til tey í byggisamtyktini ætlaðu endamál. Broytingarnar liggja frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni inntil 20. januar 2006 og eru somuleiðis at síggja á www.klaksvik.fo Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi seinasta lagi 17. mars 2006 fyri at koma við í býráðsins endaligu viðgerð av broytingini. Klaksvík 16.desember 2005 Klaksvíkar Býráð Kunngerð um býráðsfundir 2006 Tað verður hervið gjørt kunnugt, at almennu býráðsfundirnir fyri ár 2006 verða hildnir hesar hósdagar kl. 16.30 í býráðssalinum. Tó verður fundurin 27. apríl hildin á Kambsdali og fundurin 31. august á Hellunum. 26. januar 23. februar 30. mars 27. apríl 1. juni 29. juni 31. august 28. september 26. oktober 30. november 14. desember Fuglafjørður, tann 15. desember 2005 Fuglafjarðar býráð Fólk søkist Fólk søkist til at arbeiða í kafeteriuni í Høllini á Hálsi. Àhugað kunnu venda sær til Dánjal Samuelsen, tlf. 521475. Tórshavnar ítróttar- og Samkomuhøll