Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. desember 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 243 - 19. desember 2005 Rættiliga nógv fólk hevði leitað sær inn á gólvið, tá Kunningarstovan og Gamli Bókhandil skipaðu fyri sam­komu í sambandi við, at tey vóru flutt saman í nýumvæld høli. Móttøka Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Í sambandi við, at Kunn­ ing­arstovan flutti inn í Gamla Bókhandil at húsast saman við Bókhandlinum, var frígg jdagin móttøka í nýumvældu hølunum. Nógv fólk hevði leitað sær inn á gólvið, og blandið av móttøku og jólagávukeypi var eitt sindur stuttligt. Halgir Winther Poulsen helt røðu vegna nevndina og segði m.a., at húsini høvdu verið í so ringum standi, at tey vóru um at rapa saman. Tí var hetta ein neyðug um­væling. Nevndin avgjørdi beinanvegin, at hølini skuldu gerast út frá tí leisti, at hetta varð ein handil, ið fólk høvdu hug at keypa í. Tað er kostnaðarmikið at hava eini gomul hús sum hesi, og tí skal handilin helst hava ein fittan vinning. Halgir gleddist eisini um, at Kunningarstovan var flutt inn. Tí hetta trygg jaði eina fasta inntøku, ið kundi vera við til at trygg ja hesi gomlu hús, eisini fekk hetta drigið nógv fólk inn á gólvið í bók­ handlinum. Hann fegnaðist eisini um, at hóast umvælingin var dýr, so var hon ikki líka dýr, sum onnur hús í grannalagnum. Hetta var uttan iva eitt lítið prik um Degns hús til Heðin Mortensen, borgarstjóra, ið var til staðar. Halgir segði somuleiðis, at teir áttu eitt stórt grundstykkið aftan fyri bókhandilin, so um teir nakrantíð fingu fígg jarligar trupulleikar, so søktu teir um bygg iloyvi á stykkinum. Hetta førdi til nógvan látur millum gestirnar. Eisini Ingigerð á Trøðni fegnaðist vegna Kunn­ ing­arstovuna, um nýgg ju hølini, ið hon var sera væl nøgd við. Hon vísti á, at gomlu hølini vóru høli, ið Kunningarstovan flutti fyribils inn í fyri 8 árum síðan, so gott var at endiliga sleppa inn góð høli. Hon vísti á, at tey høvdu roynt at hildið hølini í trá við tað gamla, og høvdu brúkt nógv av tí gamla í innrættingini av hølunum. Eitt nú er gamli diskurin, ið plagdi at standa í bók­handl­ inum, settur í stand. Hann var illa farin og tí hevur hann millum annað fingið nýgg ja plátu. Eisini er ein metur skorð­in av diskinum fyri at pláss skal vera fyri honum í Kunningarstovuni. Hóast javnvág var ímillum menn og kvinnur, ið høvdu meldað seg til FM í Sudoku, so var í fin­al­ uni stórur meiriluti av kvinnum, og endaliga úrslitið gjørdist ein lemjandi ósigur til mannfólkini Sudoku Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Mimi Steintórsdóttir vann FM í Sudoku, ið Dimmalætting skipaði fyri leygardagin. Hon vann rættiliga greitt, men tað mest forvitnisliga úrslitið var ivaleyst tað, at tey fyrstu seksplássini í kappingini fóru til konufólk. Fyrsti maður í kappingini var Reimund Langaard, ið gjørdist nummar sjey. Mimi Steintórsdóttir er ný­klaktur løgfrøðingur, bú­sitandi á Velbastað. Hon er ættað úr Fuglafirði og starv­ast til dagligt hjá Toll og Skatt. Mimi vann kappingina, tí hon megnaði at loysa 3 sera torførar Sudokugátur innanfyri ein tíma. Hetta megnaði eingin annar, fyri hetta fekk hon 3308 stig. Á øðrum plássi var Jana Mikkelsen, ið somuleiðis er eysturoyingur búsitandi í Tórshavnar kommunu. Jana fekk 3000 stig. Á triðja plássi var Miriam Jensen úr Hovi. 20 luttakarar vóru við í finaluni 13 kvinnur og 7 mans. Men áðrenn mann­ fólk fara at umbera slaka mannfólkaúrslitið við manglandi mannfólka­luttøku, so kunnu vit kunngerða, at í innleiðandi umførunum var nærum javnvág ímillum menn og kvinnir, einans tvær kvinnur vóru fleiri, enn tað vóru menn, sigur Helgi Arnþórsson, ið hevur samskipað kappingina fyri Dimmu Mimi fekk 10.000 kr. fyri sigurin, Jana fekk 5.000 og Miriam 3.000. Tað var Føroya Banki, ið stuðlaði tiltakinum við vinningum. Borgarstjórin Heðin Mortensen heilsar uppá Halgir Winther Poulsen nevndarformann í Gamla Bókhandli og Ingigerð á Trøðni, leiðara av Kunningarstovuni Kunningarstovan í Gamla Bókhandli Kvinnur­nar bukaðu mennirnar í Sudoku Gamli diskurin ið plagdi at standa í bókhandlinum er settur í stand. Hann var illa farin og tí hevur hann millum annað fingið nýggja plátu Havnin hevur fingið alnetkafé Í nýgg ju hølunum hjá Kunningarstovuni í Gamla Bók­handli er tað eina rúmið gjørt til alnetkafé. Sambært leiðaranum í Kunningarstovuni Ingigerð á Trøðni, spyrja ferðafólk hvønn dag um hvar al­netkaféin er. Nýgg ja alnetkaféin fer at nøkta henda tørv. Fleiri ár eru síðan at fyrra teldukaféin í Havn lat aftur, her var tó talan um fyrst og fremst eina spælikafé, ið tó eisini hevði alnet. Í londunum rundanum okkum eru teldukaféir sera vælumtóktar, og eru t.d. á kunningarstovum, flog­vøllum, tokstøðum og í 7-11 kioskum. nud Tvær teldur eru á nýggju alnetcafeini