mánadagur 19. desember 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 243 - 19. desember 2005
Nógv ung kendu seg
snýtt, tá tey ætlaðu
sær á rokkkonsert
í Kambsdali leygar
kvøldið, fyriskiparin
Mark Joensen sigur,
at talan er um mis
skiljing
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Eini 100-200 ung kendu
seg snýtt, tá tey skuldu á
rokkkonsert á Kambsdali
leygarkvøldið. Tey ungu
høvdu keypt atgongumerki,
ið høvdu ferðing íroknaða.
Men tá tey skuldu úr Steina
túni, kravdu bussførararnir,
at tey goldu 100 kr. fyri
bussferðina, segði Útvarp
Føroya á miðdegi í gjár.
Á plakatunum lýsti fyri
reikarin, ið er Mark Joen
sen við, at tey, ið keyptu
atgongumerki áðrenn 14.
desember sluppu okeypis
við bussi til Kambsdalar,
tó var viðmerkt, at talan
var um avmarkaða nøgd av
atgongumerkjum.
Tulking av áðrenn
Mark Joensen sigur, at
hann varð tikin av bóli av
stóru luttøkuni. Tí hann
ringdi í Kunningarstovuna
mikudagin, tá freistin
sambært Mark var úti, og
tá høvdu einans seks fólk
keypt
atgongumerkið.
Men fríggjadagin ringdi
Kunningarstovan
til
hansara og segði at øll 110
atgongumerki vóru seld.
Sambært Kunningarstovuni
er tað rætt, at 13. vóru einans
6 atgongumerkið seld, men
14. vóru 65 atgongumerki
seld. Hetta gerst sostatt ein
tolking av orðingini áðrenn
14., ið Mark sigur merkja til
og við 13. Ingigerð á Trøðni
sigur, at Kunningarstovan
einki visti um ókeypis
bussferðina, annað enn tað,
ið tey ungu søgdu, tí Mark
hevði ikki upplýst nakað um
hetta. Hetta gjørdi sjálvsagt
tað, at tað var ómøguligt
hjá bussførarum at skina
ímillum atgongumerki keypt
áðrenn og aftan á 14..
Vil hava peningin
aftur
Lilja Holm Mortensen, ið
er ein av teimum ungu, ið
kendi seg illa viðfarna, segði
við Útvarpið, at hon fer at
krevja peningin aftur, og
segði, at hetta hevur oyðilagt
kvøldið fyri hana, og eisini
jólafrítíðina, legði hon
afturat. Hon segði, at hon
fekk at vita, tá hon keypti
atgongumerkið, at hon bara
skuldi vísa tað í bussinum,
so slapp hon ókeypis við.
Men í Steinatúni kravdu buss
førararnir 100 kr. frá øllum,
og søgdu seg einki kenna til
ókeypis ferðingina.
Mark sigur frá, at hann
fríggjadagin ringdi til teir
sum vanliga takað sær av
náttarbusskoyringini, og
greiddi gjølla frá, hvussu
støðan var. Teir lovaðu
honum, at 3 bussar skuldu
koyra tey 110 fólkini, ið
høvdu keypt atgongumerki
í forsølu á Kambsdal.
Norðurlandahúsið
ónøgt við óskil
Elin Hentze fyriskipari av
FO/DK konsertferðunum var
sera vónsvikin, tá portalurin
fekk orð á hana í dag. Hon
segði, at óskilið á Kambsdali
fór at fáa avleiðingar fyri alt
framtíðar samstarv við Mark
Joensen.
FO/DK konsertferðirnar,
ið Norðurlandahúsið, Føroya
Undirhaldstónleikarafelag,
DJBFA og Dansk Artist
forbund skipa fyri, lat
tveir av bólkunum á rokk
konsertini á Kambsdali í
gjárkvøldið. The Dreams
og The Royal Highness
hava í vikuskiftinum verið
á konsertferð saman í Havn,
í Klaksvík og endaðu ferðina
við luttøku á rokkkonsertini
í Kambsdali saman við Páll
Finnur Páll.
Vánalig fyriskipan
Sambært Elina Hentze, var
fyriskipanin á Kambsdali út
av lagið vánalig. Konsertir
nar í Atlantis og Kagganum
gingu ótrúliga væl, men fyri,
at bólkarnir skuldu sleppa
at spæla fyri fleiri fólkum,
varð avgjørt, at samstarva
við Mark Joensen, ið framm
anundan høvdu konsert við
Páll Finnur Páll og DJ Switch
í høllini á Kambsdali.
Møguleiki at spæla
fyri fleiri áskoðarum
Sjálvt endamálið við FO/
DK konsertferðunum er at
geva føroyskum og donskum
bólkum
møguleika
at
spæla fyri áskoðarum hjá
hvør øðrum, og at geva
føroyskum og donskum
áskoðarum møguleika at
uppliva tónleik, tey annars
ikki høvdu upplivað. Tí
valdu fyriskipararnir at lata
bólkarnar spæla á tiltakinum,
uttan at hetta kostaði Mark
Joensen nakað.
Elin segði, at tey einki
høvdu við fyriskipanina
annars at gera. Hon var
skelkað yvir manglandi
professionalismuna hjá
Mark Joensen. Tá Elin fekk
frænir av, at ung fólk sótu
í Havn og bíðaðu uttan at
sleppa við, setti hon seg
beint í samband við Mark
Joensen úr Mark Joensen,
ið skuldi loysa trupulleikan.
Hon bað eisini tey, ið ringdu
til sín, um at ringja til Mark.
Mark vissaði henni um, at
eingin var snýttur, og at
talan var um, at onkur, ið
hevði keypt atgongumerki
ov seint, kravdi at sleppa
ókeypis við bussinum. Tað
var ikki fyrr enn tiltakið
var av, at Elin skilti, hvussu
stórur trupulleikin var.
Óprofessionelt úr
enda í annan
Hon vísti á, at tiltakið var
óprofessionelt úr enda í
annan. Ljóðroyndirnar vóru
t.d. fimm tímar seinkaðar,
og The Dreams sótu á
Kambsdali og bíðaðu hesar
nógvu tímar. Nógv óskil var
eisini á øllum tí tøkniliga,
og bæði The Dreams og
danski bólkurin The Royal
Higness var sera ónøgdur
við óskilið.
Heilt burturvið
Hon segði, at Norðurlanda
húsið, ikki hevði havt nakað
við atgongumerkini at gera,
og tí var ikki so nógv í Norð
urlandahúsið kundi gera
við at lata peningin aftur
fyri atgongumerki. Men
hon skilti væl tey ungu og
minnist væl sjálv, hvussu
nógv tílíkt hevði at týða
fyri hana, tá hon var ung.
Tí heldur hon framferðina
hjá Mark Joensen vera heilt
burturvið.
Manglandi
konsentratión
Mark biður í skrivið til
fjølmiðlarnar Norðurlanda
húsið, Elina Hentze og
bólkarnar um umbering fyri
hetta, ið sambært honum
er orsakað av manglandi
konsentratión hjá honum.
Myndatekstur: The Dreams vóru ein av bólkunum, ið lokkaðu tey ungu á rokkkonsert í Kambsdali
Rokkfusk á Kambsdali
Privatar
útstykkingar
eisini
umfataðar av
kommunala
bíðilistanum
Á býráðsfundi hóskvøldið
broytti Tórshavnar býráð
reglugerðina fyri tillutan
av grundstykkjum til eisini
at umfata útstykkingar, ið
kommunan ikki stendur
fyri, men har lendið
er fingið til vega frá
kommununi.
Hetta merkir, at eisini
privatar útstykkingar verða
umfataðar av bíðilistanum
og teimum reglum, ið eru
knýttar at bíðilistanum.
Seinnu árini hava ymiskir
byggiharrar keypt økið frá
kommununi og hava bygt
bæði vanlig hús, raðhús
og íbúðir, hesi eru seld á
fría marknaðinum, meðan
kommunali
bíðilistin
er vaksin uppum 1000
umsøkjarar. Eitt samt býráð
tók undir við broytingini.
nud
Nýggjur
sáttmáli
millum
fíggjarmála
ráðið og
Havnar
Arbeiðs
kvinnufelag
Fíggjarmálaráðið og Havnar
Arbeiðskvinnufelag skriv
aðu fríggjadagin undir
nýggjan sáttmála. Hetta
er ein 2 ára sáttmáli við
einum karmi, sum er um
leið 2,6%.
Lønarhækkanin í ár
er 0,9%, sum fer til
løn og eftirløn. Tann 1.
januar í 2006 verður egið
eftirlønargjald flutt til
arbeiðsgevaran, og tá verður
bara eitt eftirlønargjald,
sum er 5,7%.
Næsta ár hækkar lønin
0,4% meðan eftirlønar
gjaldið hækkar 1,3% og
kemur tá upp í 7%.
Í sáttmálanum eru gjørdar
ymsar broytingar og nakrar
nýggjar ásetingar, eitt nú
um varningsgjald og um
gjald fyri umlagdar tímar.
Uppsagnarreglurnar
eru nú eftir lógini fyri
starvsmenn og áseting um
eftirsitiløn er sett í sátt
málan.
Semjan verður í næstum
at finna á heimasíðuni
www.lnd.fo sigur Fíggjar
málaráðið.
nud