Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. desember 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 243 - 19. desember 2005 Listasavnið á Sandi er liðugt og eigarin Sofus Olsen hevur yvirtikið savnið, ið borgarstjórin á Sandi Páll á Reynatúgvu kallaði eina stóra gávu til sandoyingar og allar føroyingar Listasavn á Sandi Á lítlari samkomu leygar­ dagin, handaði Articon Sofusi Olsen lidna Listasavnið á Sandi. Fyritøkan fór und­ir arbeiðið at byggja Lista­ savnið í august mánaða í ár, og fyri góðari viku síðan stóð savnið liðugt. Familja og vinir hjá Sofusi umframt borgarstjóran á Sandi vóru savnaði á sam­ komuni í morgun, og øll tyktust samd um, at hetta er eini frálík hús. Savnið stendur væl til gomlu grannahúsini, ið eru barndómsheimið hjá Sofusi Olsen. Sofus Olsen hevur arbeitt við hesið ætlanini seinastu fimm árini. Arkitekturin J.P. Gregoriussen hevur tekna savnið og Articon hev­ur tikið sær av allari byggingini. Bæði Sofus Olsen og J.P. Gregoriussen vóru væl nøgdir við arbeiðið hjá Articon. Á samkomuni segði Jón Danielsen frá Articon, at hann var glaður fyri at sleppa at luttaka í einin tílíkari verk­ætlan, sum bæði var forkunnug og stuttligt. Á savninum fara myndir, ið Sofus hevur keypt yvir nærum 50 ár, at hanga. Húsini hava nógvar metrar av útstillingarveggi so pláss skuldi verið fyri teimum nógvu málningunum av listarfólki sum Ingálvi av Reyni, Samuel Joensen Mikines, Poul Horsdal, Elin­borg Lützen, Jack Kamp­mann og Frimod Joen­sen bert fyri at nevna nøkur fá av teimum mongu. Savnið hevur uppiborðið at verða sýnt fram í góðum karmum, og teir karmarnir veita nýggju húsini. Sofus hevur sjálvur allan kostnaðin fyri byggingina av húsinum, hetta er ein upphædd millum hálva aðru og tvær millíonir. Sands kommuna hev­ ur játtað at rinda helvt­ina av mvg’num, og Menta­ málaráðið hevur, um rúm verður fyri tí á fíggjarætlanini fyri 2006, játtað at rinda hina helvtina. Borgarstjórin á Sandi Páll á Reynatúgvu takkaði Sofusi fyri hesa ósjálvsøknu gerð, og helt at hetta var ein stór gáva og gleði fyri bygdaráðið á Sandi, sandoyingar og fyri allar føroyingar. Enn er ikki avgjørt, nær savnið letur upp. Diabetes­ felag Føroya fingið stór­ fingna gávu Kiwanis í Føroyum hevur givið felagnum stóra gávu til barna­ arbeiði, og gávan varð handað á jólaveitsluni fyri børnunum BARNAARBEIÐI Tá Diabetesfelag Føroya hin 3. dec. í ár helt jóla­ veitslu fyri børnum við diabetes, fingu vit eina sjáldsama vitj­an. Saman við jóla­mann­ in­um komu tveir mans spákandi oman ímóti MBF-húsinum, har veitsl­an varð hildin, og ímillum sín høvdu teir ein stóran, flatan pakka. Børnini vóru júst farin at dansa um jólatræið, og tá íð menninir komu inn og spurdu børnini, um tey vildu hava eina ser­liga jólagávu, stóðu tey sum kánus. Jú, hvør vil ikki fáa eina serliga jólagávu! Pakkin var pakkaður út, og fram kom ein kekkur uppá 30.000 kr, sum hesir báðir, Zakarias Reinert Jacobsen, formaður í Ki­wan­is saman við Hera Østerø Simonsen, nevndarlimi handaðu for­ manni felagsins. Øll vóru sera glað fyri hesa stór­ fingnu gávu, men glaðast vóru børnini, sum longu tá tosaðu um, hvar vit skuldu fara í summarlegu komandi summar, og tey vildu øll sleppa at nema við henda stóra kekk. Diabetesfelag Føroya skip­ar hvørt ár fyri ym­iskum til­tøkum fyri børnum við diabetes, systkj­um teirra og for­ eldrum og øðrum av­­varð­­andi. Vanliga verður skipað fyri eini summarlegu, har ser­lig fakfólk eru við og und­ irvísa bæði børnum, for­ eldrum og avvarðandi. Hetta serliga tiltak er kostn­að­ar­mikið, og tí kemur gávan frá Kiwanis sera væl við. Vit vilja við hesum siga Kiwanis í Føroyum stóra tøkk fyri hesa gávu. Listasavnið á Sandi er handað Einki innbúgv var í húsinum, tí var trappan karmur um undirskrivingina Savnið er myrkt uttan og ljóst innan Nýggja listasavnið stendur væl til gomlu grannahúsini, ið eru barndómsheimið hjá Sofusi